Týsdagin tann 6.januar 2004 kl 19.30 skipa Altjóða Skrivstovan saman við lestrarvegleiðarunum á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum og á Handilsskúlanum á Kambsdali fyri kunningarfundi um viðari útbúgvingar uttan fyri Danmark.
Tiltakið verður í Studentaskúlahøllini á Kambsdali og er alment og ókeypis.
Allir nærmingar við miðnámssularnar, tað veri seg studentaskúla, HF, HHX ella HTx, eins og onnur áhugað í víðarigangandi útbúgvingum uttanlands eru væl komin.
Freistirnar til nógvar útbúgvingar nærkast, um tú hevur hug at fara undir lestur eftir summarfrítíðina.
? Tí hava vit í forleingilsi av »Markleys Útbúgving« í desember í ár fingið nøkur føroysk lesandi í útlandinum at greiða frá um ymsu útbúgvingarnar, meðan tey eru heima í jólafrí, sigur Altjóða Skrivstovan í tíðindaskrivi.
Nakrir (4-5) føroyingar, sum allir eru undir útbúgving uttanlands, fara m.a. at greiá frá.
1. um sínar tankar og ætlanir við at fáa sær útbúgving uttanlands
2. um mannagongdin, tá tey søktu, og fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við lesturin
3. fyrsta tíðin í útlandinum
4. um góð og trupul viðurskifti undir lestrinum, bæði av fakligum og sosialum slag
5. hugsanir í sambandi við at venda aftur til Føroyar
Eftir at studenternir hava greitt frá sínum hugsanum verður høvi at seta teimum spirningar og at hava orðaskifti um útbúgvingarviðurskifti.
Síðani fer leiðarin á Altjóða Skrivstovuni í Havn, Holger Arnbjerg, at greiða frá møguleikunum at lesa partvís ella burturav uttan fyri Danmark. Hann fer at viðgera mannagongdina í sambandi við umsóknina, fíggjarviðurskifti og onnur praktisk viðurskifti í hesum sambandi.
Tey som fara at taka lut eru:
Eiler Fagraklett, 24 ár, fra Kollafjørður, lisið 2 1/2 ár - BA (Hons.) Advertising and Marketing á Lancaster University.
Ása Johannesen, 20 ár, úr Tórshavn, lisið 1/2 ár - BSc(Hons) Animal Behaviour & Welfare á Myerscough College, University of Lancashire í Preston.
Maiken Poulsen, 43 ár, úr Tórshavn, lisið 3 á Fróðskaparsetri Føroya og 1/2 ár sum skiftisstudentur við Stockholms Universitet í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum.
Ditte M. Joensen, nýútbúgvin frá fra Academia Italiana, Firenze - æi Graphic design & Visual Communications
Fyrireikarar eru:
Lestrarvegleiðararnir við skúlarnar á Kambsdali: Óli Wolles, Turið Thomsen, Karl Olsen og Maria Gregersen.
Altjóða Skrivstovan ved Holger Arnbjerg -
ask@ask.fo - Tlf. 322065