Á trægólvinum liggur gomul madrassa uttan lak. Nøkur rukkut bløð liggja spjødd á gólvinum; eisini litfagrir lýsingafaldarar, ið eru komnir flúgvandi inn ígjøgnum brævrivuna í hurðini. Nakrar tómar fløskur standa fram við naknu veggjunum. Á lítlum borði liggur ein dungi av skitnum pløggum, ið bíða fánýtis eftir eini vaskimaskinu. Eitt lítið teppi liggur og savnar dust í einum gloymdum horni. Meira er ikki í rúminum. Fyrr var eisini eitt menniskja, ið brúkti madrassuna at sova á, og sum livdi innan fyri hesar veggirnar. Ein persónur, sum var avbyrgdur, hóast hann hevði grannar; sum livdi í einsemi hóast hann var í stórbýi; sum ongan góðan hevði hóast hann var heima. Býurin er fullur av einsamøllum, ið ongin kennir. Tey eru bara eitt navn á eini hurð í einum bygningi. Tey hvørki síggjast ella hoyrast - liva í síni egnu verð. Tá ið tey doyggja, eru næstringar ikki at finna, og smáar lýsingar verða settar í bløðini, har almennu myndugleikarnir sóknast eftir "eventuelle pårørende". Í lýsingini stendur navn, aldur og føðistað á tí farna, umframt bústaðin har viðkomandi hevur livað. Tey mest avbyrgdu, ofta eldri fólk, kunnu liggja deyð í vikur og mánaðir, áðrenn nakar grunar ilt. Tað eru eisini ung fólk uttan avvarðandi, sum sita í sínum loynikrókum og halda frí frá einum samfelag, tey ikki orka fyri. Tað kann vera torført at skilja, hví menniskju avbyrgja seg frá umheiminum - serliga tá tey sjálvi sjáldan fortelja nakað um tað. Men orsøkirnar eru fleiri. Nøkur eru rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar, ofta eisini sálarliga sjúk. Onnur eru sera fátøk. Aftur onnur hava mist síni kæru og liva í djúpari sorg. Og so framvegis. Hvørt menniskja hevur sína søgu. Tað eru ómetaliga mong, sum ikki passa inn í myndini av tí "væleydnaða" og fyrimyndarliga borgaranum við familju, húsum, arbeiði, bili og so framvegis. Tað eru eisini nógv, ið ikki ynskja at blíva partur av hesi myndini. Tey velja sjálvi at melda seg úr samfelagnum. Tey nokta at liva eftir treytunum, ið samfelagið setur fyri, hvussu ein eigur at liva og doyggja. Viðhvørt er enn tyngri at liva "sum hini" enn at avbyrgja seg frá umheiminum. Magnus Dam Jacobsen sáli hevur skrivað bókina "Skitsur, býurin og stórbýurin" (1977), sum fortelur søguna um nøkur ungfólk í Keypmannahavn; nøkur vinfólk, ið ikki hava so lætt við at fáa fótafesti í stórbýarins junglu av eksistensum. Spurningurin er um menniskjuni skulu lagast til samfelagið og býin, ella um, øvut, samfelagið skal lagast til menniskjuni? Einsrættan er ein vandi, helst vaksandi, ið marginaliserar nógv góð fólk, ið ikki megna at laga seg til tær nýggju tíðirnar, har kappingin á arbeiðsmarknaðinum verður alt harðari. Mest ræðandi er tó kanska, at tey, ið koma á eitt síðuspor blíva ósjónlig - tey umboða ein "burturstaddan" veruleika.
*
Ein, sum roynir at gera tann burturstadda veruleikan sjónligan fyri øllum, er danska myndlistakvinnan Tina Enghoff. Hon ger hann bókstaviliga sjónligan: við at taka myndir av íbúðum hjá persónum, sum hava livað í einsemi. Úrslitið av arbeiði hennara er sera áhugaverda myndlistaframsýningin "Eventuelle pårørende", sum er á Nikolaj Udstillingsbygning (Nikolaj Plads) í Keypmannahavn fram til 25. januar 2004 (myndirnar eru eisini at síggja á www.eventuelle.dk).
Myndlistakvinnan sigur sjálv, at hon ætlar sær at "undersøge ensomheden", og tað hevur hon gjørt við at lesa blaðlýsingar, har myndugleikarnir sóknast eftir avvarðandi hjá deyðum persónum. Fólk deyð í einsemi, sum ongin kennir. Fleiri enn hundrað lýsingar eftir einum ári góvu henni ríkiligt tilfar. Tá ið Tina Enghoff hevði lisið eina lýsing fór hon straks til íbúðina, har eigarin nýliga var deyður at taka myndir. Myndirnar vísa sjálvandi ikki líkið, ið er flutt frammanundan, men bara rúm og ting. Verkætlanin eydnaðist, hóast listakvinnan at byrja við ikki fekk neyðugu loyvini frá sosialu myndugleikunum í Keypmannahavn at vitja íbúðirnar. Hon vildi fyri einhvønn prís sleppa at taka myndirnar, so øll kunnu fáa eina kenslu av, hvussu nógv einsamøll fólk livað í stórbýnum. Tey kunnu vera allastaðni. Kanska hinumegin stovuveggirnar hjá tær. Hvør veit. Í Keypmannahavn eru mong, sum ikki kenna ella síggja sínar grannar. Eisini flyta fólk títt og ofta, so at nærumhvørvið verður rættiliga óper-sónligt. Íbúðin er karmurin um familjuna mótvegis stórsamfelagnum. Uppgongdin, bygningurin og gøtan hava lítið at týða fyri fólk, ið ikki støðast. Bústaðurin er sostatt tilvildarligur ella áhugaleysur, og sigur onki um tín samleika. Tó møguliga okkurt um tína sosialu og búskaparligu støðu, viðhvørt eisini etniska bakgrund. Men tú hevur onki tilknýti til staðið og gevur tær ikki far um grannarnar. Tey avbyrgdu kundu tað sama verið stødd á aðrari gongustjørnu í aðrari sólarskipan, hóast tey eru so nær, at tey hoyra fetini hjá tær, tá tú gongur í tínari egnu stovu.
*
Jólini, sum nú nærkast, og sum onnur síggja fram til, umboða avgjørt mest hugtyngjandi tíðina í árinum hjá teimum, sum liva avbyrgd í einsemi. Á jólum skulu øll hugna sær saman við familjuni og vinunum; handlar og matstovur stongja; gøtunar eru tómar; myrkt og kalt er í veðrinum. Einsemiskenslan veksur hjá teimum, sum ongan góðan eiga, meðan hini syngja sangir, geva hvørjum øðrum gávur, og eta góðan mat.
Í smáum samfeløgum við sterkum familjueindum er sera tungt at liva í einsemi, kanska enntá harðari enn í stórbýnum, tí (næstan) øll hini njóta teirra stóru sosialu netverk av vinum og næstringum, ið hava alstóran týdning fyri tína støðu í samfelagnum. Familjan er grundarsteinurin, og tey, ið ikki hava nakað netverk, passa ikki inn í skipanina. Tey eru útihýst frá veitsluni. Tey kunnu ikki luttaka sum einstaklingar, tí familjan er atgongumerkið.
Tað hava altíð verið undarlig fólk í stórbýunum; fólk, sum eru partur av býarmyndini, sum øll hava sæð, hóast tey ongan góðan eiga. Fólk, sum liva alt sítt lív í einsemi, hóast fólk altíð eru rundanum tey. Í Keypmannahavn var í gomlum døgum maður kallaður "Niels med sækken", sum Carl Henning Clemmensen skrivar um í síni hugtakandi bók um danska høvuðsstaðin:
"Niels med Sækken var en ludfattig, gammel Stakkel med langt Haar og Skæg, som aldrig blev klippet; om Dagen listede han sig om i den indre Bys Gaarde og rodede efter kasserede Sager i Skarnspandene, ganske som Rotterne; om Natten forsvandt han altid sporløst. Kirkeby [blaðmaður úr Politiken] sneg sig en Nat efter ham og opdagede, at den gamle Fyr, der havde Udseende omtrent som den evige skomager fremstilles paa Kongelige i Hostrups "Genboerne", luskede ind i en trang og skummel Gaard et Sted i det tætbefolkede Fattigkvarter bag Gothersgade for her at sætte sig i Hvile inde paa et faldefærdigt Lokum...dér sad han og sov med Sækken mellem Knæerne og det trætte, gamle Hoved hvilende paa den."
(Carl Henning Clemmensen: Mit København, 1939)
Tá Politiken hevði skrivað um Niels fóru fólk í býnum at savna pening inn til tann stakkals vallaran, men Niels vildi undir ongum umstøðum taka ímóti olmussum. Ei heldur vildi hann hoyra talan um at flyta inn á heimið fyri fátækrafólk at hvíla seg. Niels var fríur maður og kláraði seg uttan hjálp. Á gamalsaldri varð hann sjúkur; tá varð hann vaskaður og kliptur og koyrdur inn á eitt reint kamar við song og borði. Har skuldi hann sita og súpa onkran tunnan greyt og hyggja at tapetseraðu veggjunum. Nú høvdu tey fingið fuglin inn í búrið.