Tænastumannalógin

Nú spøkti aftur tænastumannalóg og tænastumenn.
Eg hoyrdi í útvarpinum í gjárskvøldið, at um Javnaðarflokkurin kom framat eftir valið, so ætlaðu teir at leggja nøkur stjórnarráð saman, sum er eitt frálikt hugskot, soleiðis at tríggir aðalstjórar vóru til yvirs.
Hettar kemur helst at bera við sær, at teir fara til hús.
Hesi trý fólkini kunnu sostatt í 3 ella 3 1/2 ár sita heima við hús og sutta tumlar ella ganga á havnargøtum og slíta buksulummar fyri kr. 45.000 kr um mánaðin hesi árini t.v.s. skattgjaldarin kann risikera at gjalda kr. 5 mill. fyri 3 fólk, ið ikki rætta hond frá síðu. Eitt veldigt privilegium ella tað reina svans. Hvat høvdu forfedrar okkara hildið. Embætisveldi.
Nú er aftur val í úrtíð. Ein hópur av fólki kemur at bjóða seg fram. Er tað eingin av tykkum, sum torir at leggja rygg til at broyta hesa vælsignaðu tænastumannalóg ella helst avtofta hana.
95% av Føroya fólki hevur somu hugsjón.