Jancy og Jakku diamantbrúdleyp

27. desembur kunnu hjúnini, Jancy og Jákup Biskopstø Klaksvík, halda diamantbrúdleyp.

Jancy er ættað av Selatrað, dóttir Elsu og Óla Petersen á Trøðni.
Elsa var ættað úr Búðunum í Klaksvík og giftist Óla av Selatrað; tey fingu 10 børn.
Joen Jacob Biskopstø er ættaður úr Klaksvík, sonur Thominu, ættað av Syðradali á Kalsoynni, og Napoleon Biskopstø í Klaksvík.
Jancy og Jakku eiga 4 børn Óli er giftur við Katrin Purkhús úr Kunoy, tey eiga 3 børn. Elsa er gift við Oliver Joensen úr Klaksvík, tey eiga 4 børn. Jórun er gift við Kristian Andreasen úr Klaksvík, tey eiga 4 børn.
Hallur er giftur við Lisbeth Østerø úr Klaksvík, tey eiga 1 barn. Langommu- og abbabørnini eru 8 í tali.
So at siga alt sítt lív hevur Jakku starvast á sjónum. Sín fyrsta túr fór hann bert 13 ára gamal, og er enn av og á við Jákup B, har hann loysir av sum maskinmeistari.
Jancy hevur fyri tað mesta verið heima, men eitt skifti starvaðist hon í tógvbúðini, Búnanum, og í matvøruhandlinum hjá Kristian Hvidbro.
Tey búgva enn í heimi sínum á Bumshamri, har tað altíð er serstakliga hugfarsligt at koma á gátt. Øll árini hava tey havt sína trúføstu gongd í samkomuni í Betesda.
Jancy er tvíburðasystir Kitty, sum eisini kann halda diamantbrúdleyp sama dag.
Diamantbrúdleypsdagurin hjá Jancy og Jakku, verður hildin saman við børnunum á Rygsvegi 3 í Klaksvík.