SEV skal steðgast

   

Valdið yvir náttúruni í Føroyum skal liggja hjá Føroya fólki. Tí skal tað ikki vera SEV, men Føroya Løgting, ið setur yvirskipaða orkupolitikkin út í kortið.

Enn fleiri áir verða turrlagdar. Árini á náttúruna eru ikki kannað. Men SEV heldur tað vera smart at brúka 150 milliónir at gera áirnar til steym. Og so verður tað gjørt. Ongin skal seta spurnartekin, tí soleiðis arbeiðir SEV. Og SEV hevur alt vald.
Fyri tað, er tað ikki vist, at fólkini í SEV eru serstakliga órein og ómøgulig. Tað er bara ongin, sum setur teimum mørk. Náttúruvernd, umhvørvis- og orkupolitikkur, er nakað, sum politikararnir í Føroyum hava hildið seg langt burtur frá. Burtursæð frá, tá teir eru farnir á dýrar ráðstevnur úti í heimi at spæla, at vit eru við. Tí hevur SEV fingið óavmarkað vald at gera sum tað vil.

Valdið til Løgtingið
Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at fáa veruliga valdið á náttúru- og umhvørvispolitikkinum til Føroya Løgting, har tað hoyrir heima. Tað skal vera Føroya Løgting, ið ger av, hvussu býtið skal vera millum orkukeldurnar í Føroyum.
Málið er at fáa eina reinari orkuframleiðslu.. Tað vil siga, at løgtingið við lóg skal gera av, hvussu stórur partur av orkuni skal framleiðast burtur úr vindi, vatni, aldum, motorum og so framvegis.
Vit skulu gera eina greiða ætlan um eina reinari orkuframleiðslu í Føroyum. Ein ætlan, sum verður staðfest við lóg. Harvið fær SEV greiðar reglar at arbeiða eftir. SEV verður kravt at halda sínar skyldur móti føroysku náttúruni. Umhvørvið verður reinari. Og Føroyar lúka í sama viðfangi ein part av sínum skyldum í heimssamfelagnum.
Veruligt sjálvbjargni er eisini at halda sínar altjóða skyldur.