Alnetið man vera eitt av teimum uppfinnilsunum, sum hesi seinastu árini hevur havt størst ávirkan á gerandisdagin hjá vanliga fólkinumí okkara parti í heiminum.
Mangan verður tosað um teir møguleikar, sum alnetið hevur við sær. Og eitt úrslit, av hesi nýggju tøknini er, at tað vindur meiri og meiri uppá seg, at sita heima og arbeiða.
Ein annar møguleiki, sum vindur meiri og meiri uppá seg, er fjarlestur.
Tað er at sita heima og taka eina útbúgving.
Hendan møguleikan ætlar Eva úr Dímun sær nú at royna.
Hon hevur gingið á læraraskúlanum í Havn í tvey ár, men tá ið tey flutt út til Dímunar at búgva í summar, fekk hon farloyvi í eitt ár.
Hon hevur kortini ikki farloyvi meiri enn so, enn at hon tekur eina linjugrein á Læraraskúlanum umvegis alnetið.
Tað er støddfrøði, sum hon nú lesur umvegis alnetið og í summar ætlar hon sær upp til roynd.
Men hetta er ikki eitt tiltak, sum skúlin hevur fyriskipað.
? Tað er við góðari vælvild frá læraranum, at tað letur seg gera hjá mær at taka støddfrøði umvegis alnetið. Uttan hesa vælvildina frá læraranum, hevði tað ikki borið til, tí hann hevur fitt av eykaarbeiði burturúr tí, men hetta er eitt eyka arbeiði, sum hann ger, uttan at fáa samsýning afturfyri.
Tað, at hon nú tekur støddfrøði umvegis alnetið, er at meta sum ein roynd.
Tað fer soleiðis fram, at flokkurin hevur eina ráðstevnu á alnetinum og ígjøgnum hana samstarva tey so og ráðføra seg við hvønnannan.
? Lærarin sendir mær síðani tað ígjøgnum alnetið, sum hann gongur ígjøgnum við flokkinum og annars sendir mær notur frá fyrilestrum, hann hevur havt. Eg fái eisini uppgávur, projekt o.s.fr. umvegis netið og er okkurt, eg ivist í, kann eg ráðføra meg við tey í Havn á ráðstevnuni á netinum.
Eva úr Dìmun heldur at hetta er ógvuliga spennandi og hon hevur nú søkt um at fáa loyvi til at taka restina av læraraútbúgvingini ígjøgnum fjarlestur.
? Eg vóni, at tað letur seg gera. Tað hevði væl latið seg gjørt at tikið eina íslendska ella eina danska læraraútbúgving umvegins alnetið. Men eg haldi, at tað hevði verið eitt sindur løgið at tað skal bera til at sita í Dímun og taka eina íslendska ella eina danska læraraútbúgving, men at tað ikki skal bera til at taka eina føroyska læraraútbúgving.
? Eg vil helst hava eina føroyska læraraútbúgving, so eg vóni at hetta við fjarlestrinum fæst í lag við Føroya Læraraskúla..
? Hinvegin haldi eg ikki, at tað er rætt at sita í Dímun burturav í fýra ár og fáa eina læraraútbúgving. Eg havi gingið á læraraskúlanum í tvey ár, so eg kenni umhvørvið og tað vildi eg ikki verið fyriuttan.
? Men eg haldi, at tað eigur at bera til at taka ein part av útbúgvingini umvegis alnetið.
Hon sigur, at tey hava fingið ISDN samband út í Dìmun og tað hevur hjálpt munandi uppá sambandið.
?Eg haldi, at eitt gott fjarskiftissamband er ógvuliga grundleggjandi fyri at fáa fólk at trívast úti um landið, sigur Eva úr Dímun.










