við í viðførinum, tá hon fyri tveimum vikum síðani setti kósina móti Suðuramerika, har hon fyrst var á venjingarlegu í Brasilia, áðrenn farið varð undir HM-kappinga í Argentina. Ein skurðviðgerð í økslini [...] komandi Olympisku leikirnar. Sunnudagin ognaði Heidi sær í øllum førum næsta silvurmerki í síni triðju kapping. Hesa ferð var talan um kappingina í 400 frí, har Heidi kom á mál eitt gott sekund eftir ísraelska [...] vinnaran av kappingini. Undan hesum hevði Heidi vunnið silvur á 200 metra teininum í frísvimjing, umframt at gerast nummar seks í 200 metra blandaðari svimjing.
nir í HØJ halda rimmarfast í uppflytingarkósini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í dag vann HØJ á heimavølli í Ølstykke frammanfyri 400 áskoðarum trivaligan 39-31 sigur á Ejstrup/Hærvejen. Í steðginum [...] dystir í grundspælinum, so tað skal ganga nógv galið hjá HØJ um tær ikki skulu vinna sær beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Fremsta liðið flytur beinleiðis upp, meðan nummar tvey og trý í grundspælinum [...] steðginum var støðan 18-13 til HØJ. Marita var noterað fyri tvey mál í dag. HØJ er greitt oddalið við 29 stigum fyri 16 dystir. Nummar tvey er Holstebro við 21 stigum fyri 15 dystir, og nummar trý er liðið
teimum í kappingum í heyst. Heidi fekk talentnál fyri tíðina á 50 m frí, sum hon svam í kapping í Vági 27/9-2015, meðan Signa Vár fekk bronsunálina í 400m frí við tíðini 5:35.78, sum hon svam í Klaksvík [...] Klaksvík 24/10-2015. Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir luttaka, hóast teirra brek, í kappingum á jøvnum føti við svimjarar, ið ikki bera brek. Báðar venja tær við, og kappast fyri, Havnar Svimjifelag. B [...] hevur fingið, er ein viðurkennning av góðu tíðini og samstundis gevur góða tíðin henni rætt at luttaka í Føroyameistaraskapskappingunum hjá Svimjisambandi Føroya. Tað er einans eitt lítið tal av ÍSB-íðkarum
til eina kapping uttanlands. Hesaferð eru tað U19-kvinnurnar, sum fara avstað, og skulu tær vera við í NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast. Sjey lið eru við í kappingini og eru tey býtt í tveir bólkar [...] bólkar. Føroyar eru endaðar í bólki saman við Svøríki, Noregi og Íslandi, meðan Finnland, Danmark og Ongland eru í hinum bólkinum. Fyrsti dysturin hjá føroysku U19-kvinnunum er ímóti Svøríki týsdagin 13. oktober [...] spæla tær móti Íslandi. Tey bæði fremstu liðini spæla hálvfinalu, meðan nummar trý í bólki A og nummar trý og fýra í bólki B spæla sínamillum plaseringsdystir. Kvinnurnar fara úr Føroyum 12. oktober og
kunngjørdi í gjár, umvegis Facebook, at hann seinastu dagarnar hevur verið innlagdur fyri ágarnarbruna. Hann má tí melda avboð frá Danish Open, sum er kravtíðarstevnan hjá dønum til HM í Kazan í summar, skrivar [...] annars sæð út til at vera væl fyri. Farna vikuskifti luttók hann í Zealand Cup í Ringsted, og har vann hann allar fimm kappingarnar, hann tók lut í, umframt at hann setti fýra hallarmet. Hann skrivar á Facebookvanga [...] fekk møguleikan til tess. Magnus Jákupsson sigur við in.fo í kvøld, at hann kanska fær møguleikan at royna eftir kravtíðunum í onkrari aðrari kapping seinni, men at tað framvegis eingin avtala er gjørd um
fyrra dystin 2-1, men á Old Trafford tóktist javnvág koma í, tá Johnny Evans skoraði fyri steðgin. Einki mál kom afturat í vanligu leiktíðini. Í Carling Cup er reglan so, at stendur á jøvnum samanlagt, [...] bein. Tá valdi Phil Beardsley, sum er uppaldur í Manchester United at royna seg við skoti av brotsteigarmarkinum, og onkursvegna kloddaði David de Gea bóltin í málið. Fagnaðurin á gestunum var ovurstórur [...] enn ein minutt seinni hevði Javier Hernandez fingið javnvág í. Tí gjørdist neyðugt við brotsspørkum, og talan var um heilt óvanliga kapping, har bara trý av tíggju skotum funnu vegin til meskarnar. Tvey
hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at KÍ skorar á útivølli í Evropeiskari kapping. Komandi hóskvøld tekur KÍ ímóti Birkirkara á ovara vølli í Gundadali í Havn. Dysturin byrjar klokkan 19. FM1 sigur frá dystinum [...] bólturin var sendur í handaru síðu í KÍ-málinum. Deni Pavlovic javnaði fyri KÍ tá 88 minuttir vóru farnir av dystinum. Eftir horna úr høgru drønstútar KÍ miðverjin Deni Pavlovic bóltin í málið. Sera týdn [...] og síggj málini frá flotta javnleikinum hjá KÍ í Europa League undankappingini, har KÍ megnaði javnleik 1-1 ímóti Birkirkara sum hevur staðið seg væl í evropeiskum kappingum seinnu árini. Royndi maltesiski
vælvild, og longu í februar verður kappingarútgerðin sett upp í høllini har, soleiðis at luttakararnir í góðari tíð kunnu byrja at venja. - Og eru onnur, sum hava hug at royna seg í hesi kapping, so er bara [...] høvuðsfyriskipari. Tá kappast varð í heyst, vóru luttakararnir níggju í tali, og Bogi Hammer sigur, at alt bendir á, at talið verður hægri hesaferð. - Allir vit, sum kappaðust í heyst, hava hug at royna aftur [...] Fyri stuttum søgdu fyrireikararnir annars, at kappingin helst skuldi verða í juni mánaði, men nú er endaligi dagurin ásettur. - Vit hava roynt at havt ymisk fyrilit, og nú er so seinasta vikuskiftið undan
umrøða tey spurningin um forðingar eru, sum gera tað tvørligt hjá føroysku vinnuni at virka í javnari kapping í øðrum Norðurlondum. Og so spyrja tey eisini um føroysk virki yvirhøvur hava áhuga fyri at royna [...] um støðu Føroya í Norðurlondum uttan forðandi landamørk. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fer at greiða frá støðuni hjá føroyskum vinnufyritøkum, og teirra møguleikum at virka í øðrum londum. Annita [...] skipa Norrøna felagið í Føroyum og Vinnihúsið fyri almennum fundi á Hotel Hafnia, har tey umrøða møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at veksa um virksemið uttanfyri landoddarnar Í hesum samband umrøða
Í morgin klokkan 15 verður Tryggingarfelag Føroyar karmur um forvitnisligt jólatiltak, har eitt nú Guðrið Hansdóttir fer at spæla jólatónleik. Í morgin 27. november verður stóra torgið í bygninginum hjá [...] harumframt verður ein minni framsýning um ?Føroysk jól í sjeyti ár?. Tryggingarfelagið Føroyar fyllir 70 ár, og tað er í hesum sambandi, at júst jól í sjeyti ár verður brúkt sum tema. [...] hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Havn karmur um eitt nýtt og spennandi nissutorg, sum tað verður rópt. Umframt eitt stórt jólatræ, flytur ein hópur av ?livandi? og minni livandi nissum, vættrum og jólamonnum