Svimjing
Ætlanin var sum so bara at gera tað so gott sum gjørligt. Heidi Andreasen hevði als ikki tær stóru vónirnar um heiðursmerki við í viðførinum, tá hon fyri tveimum vikum síðani setti kósina móti Suðuramerika, har hon fyrst var á venjingarlegu í Brasilia, áðrenn farið varð undir HM-kappinga í Argentina.
Ein skurðviðgerð í økslini gjørdi sítt til, at vónirnar vórðu dempaðar so hampuliga nógv, og tí ráddi fyrst og fremst um at finna út av, hvar støðið nú skuldi leggjast við atliti til OL komandi summar.
Og skal metast eftir HM-kappingini, so skal miðjast høgt til komandi Olympisku leikirnar. Sunnudagin ognaði Heidi sær í øllum førum næsta silvurmerki í síni triðju kapping. Hesa ferð var talan um kappingina í 400 frí, har Heidi kom á mál eitt gott sekund eftir ísraelska vinnaran av kappingini.
Undan hesum hevði Heidi vunnið silvur á 200 metra teininum í frísvimjing, umframt at gerast nummar seks í 200 metra blandaðari svimjing.