Magnus Jákupsson kunngjørdi í gjár, umvegis Facebook, at hann seinastu dagarnar hevur verið innlagdur fyri ágarnarbruna.
Hann má tí melda avboð frá Danish Open, sum er kravtíðarstevnan hjá dønum til HM í Kazan í summar, skrivar svimjing.com.
Magnus Jákupsson hevur annars sæð út til at vera væl fyri. Farna vikuskifti luttók hann í Zealand Cup í Ringsted, og har vann hann allar fimm kappingarnar, hann tók lut í, umframt at hann setti fýra hallarmet.
Hann skrivar á Facebookvanga sínum, at hann annars hevði glett seg til Danish Open og ætlaði sær at klára kravtíðina til HM, men var sera keddur um, at hann nú ikki fekk møguleikan til tess.
Magnus Jákupsson sigur við in.fo í kvøld, at hann kanska fær møguleikan at royna eftir kravtíðunum í onkrari aðrari kapping seinni, men at tað framvegis eingin avtala er gjørd um tað. Ein annar møguleiki er, at Magnus Jákupsson fær eitt wildcard til HM-kappingina.









