Talan var um seinnu hálvfinaluna á Carling Cup. Sunderland vann fyrra dystin 2-1, men á Old Trafford tóktist javnvág koma í, tá Johnny Evans skoraði fyri steðgin.
Einki mál kom afturat í vanligu leiktíðini. Í Carling Cup er reglan so, at stendur á jøvnum samanlagt, verður umdystur spældur. Ikki fyrr enn tá verður reglan um mál á útivølli nýtt, og fram til 119 minuttir vóru spældir, var finalukósin hjá heimaliðnum framvegis bein.
Tá valdi Phil Beardsley, sum er uppaldur í Manchester United at royna seg við skoti av brotsteigarmarkinum, og onkursvegna kloddaði David de Gea bóltin í málið.
Fagnaðurin á gestunum var ovurstórur, men minni enn ein minutt seinni hevði Javier Hernandez fingið javnvág í.
Tí gjørdist neyðugt við brotsspørkum, og talan var um heilt óvanliga kapping, har bara trý av tíggju skotum funnu vegin til meskarnar. Tvey teirra átti Sunderland, og so máttu dreingirnir hjá Moyes staðfesta, at heldur ikki í lítlu steypakappingini verður talan um gull í ár.










