Flogbóltur: U19-kvinnurnar til Ikast

Hálvan næsta mánað sendir Flogbóltssamband Føroya enn einaferð eitt av sínum unglingalandsliðum til eina kapping uttanlands

Hálvan næsta mánað sendir Flogbóltssamband Føroya enn einaferð eitt av sínum unglingalandsliðum til eina kapping uttanlands.

 

Hesaferð eru tað U19-kvinnurnar, sum fara avstað, og skulu tær vera við í NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast.

 

Sjey lið eru við í kappingini og eru tey býtt í tveir bólkar. Føroyar eru endaðar í bólki saman við Svøríki, Noregi og Íslandi, meðan Finnland, Danmark og Ongland eru í hinum bólkinum.

 

Fyrsti dysturin hjá føroysku U19-kvinnunum er ímóti Svøríki týsdagin 13. oktober klokkan 11 (10 føroyska tíð). Klokkan 18 (17 føroyska tíð) sama dag spæla U19 kvinnurnar móti Noregi, og klokkan 9 mikudagin 14. oktober spæla tær móti Íslandi.

 

Tey bæði fremstu liðini spæla hálvfinalu, meðan nummar trý í bólki A og nummar trý og fýra í bólki B spæla sínamillum plaseringsdystir.

 

Kvinnurnar fara úr Føroyum 12. oktober og vera aftur 16. oktober. Venjarar hjá kvinnunum eru Marjun Kalsø og Berit Norðoya Vilhelmsen.