Stórt nissutorg á Kongabrúnni

Í morgin klokkan 15 verður Tryggingarfelag Føroyar karmur um forvitnisligt jólatiltak, har eitt nú Guðrið Hansdóttir fer at spæla jólatónleik. Í morgin 27. november verður stóra torgið í bygninginum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Havn karmur um eitt nýtt og spennandi nissutorg, sum tað verður rópt.

Umframt eitt stórt jólatræ, flytur ein hópur av ?livandi? og minni livandi nissum, vættrum og jólamonnum inn á Kongabrúnna.

Á skránni verður kapping fyri børn, har tey smæstu sleppa á jólarannsóknarferð á nissutorginum og fáa møguleika at vinna eina lítla jólagávu. Eisini verður okkurt leskiligt bjóðað teimum vitjandi.

Tiltakið byrjar klokkan 15 í morgin og varar til klokkan 19.

Tryggingarfelag Føroyar, sum stendur fyri tiltakinum, sigur, at Guðrið Hansdóttir fer at spæla jólatónleik klokkan 18, og harumframt verður ein minni framsýning um ?Føroysk jól í sjeyti ár?.

Tryggingarfelagið Føroyar fyllir 70 ár, og tað er í hesum sambandi, at júst jól í sjeyti ár verður brúkt sum tema.