Tann sterkasti skal finnast 23. juli

Fyri stuttum søgdu fyrireikararnir annars, at kappingin helst skuldi verða í juni mánaði, men nú er endaligi dagurin ásettur.

- Vit hava roynt at havt ymisk fyrilit, og nú er so seinasta vikuskiftið undan ólavsøku valt, sigur Bogi Hammer, høvuðsfyriskipari.

Tá kappast varð í heyst, vóru luttakararnir níggju í tali, og Bogi Hammer sigur, at alt bendir á, at talið verður hægri hesaferð.

- Allir vit, sum kappaðust í heyst, hava hug at royna aftur, og hartil eru eisini fleiri aðrir, sum hava sýnt kappingini stóran áhuga. So tað kann væl verða, at vit verða eini 12-15 mans, sum fara at kappast, sigur Bogi Hammer.

 

Havnar Timburhandil hevur aftur hesa ferð sýnt tiltakinum vælvild, og longu í februar verður kappingarútgerðin sett upp í høllini har, soleiðis at luttakararnir í góðari tíð kunnu byrja at venja.

- Og eru onnur, sum hava hug at royna seg í hesi kapping, so er bara at siga til, sigur Bogi Hammer.