viðgerðini, Føroyar sum fullveldi: »Vit hava ikki ráð, at hava samband við Danmark«. Eg veit ikki, hvussu hann meinti tað, men ádú, sum hann hevði rætt. Vit hava nú ár eftir ár kopierað Danmark, sum er innanfyri [...] krevur annað? Vit eru ikki í EU og hava onga orsøk at nýta EU direktiv, við so villum bureaukratiið, sum koyrir vanliga Palleba um koll av strongd, harafturímóti eiga vit at vísa, at vit eru eitt fólk [...] høvdu staðið seg best, um vit hava haft okkara egna gjaldoyra. Hvussu nógvir føroyingar munnu vera samdir við hann? Skulu vit hava fullveldi, mugu vit liva føroyskt, og tá høvdu vit livað væl verið vís í tí
Í hvønn mun ætlaði lista- og handverksskúlin verður tengdur at Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum eisini hevur handarbeiðsundirvísing, er óvist enn. Umboð fyri Handsarbeiðsskúlan situr í arbeiðsbólkinum [...] um okkum, tí annars verður útbúgvingin ov avskorin. Vit eiga at menna okkum í samstarvi við onnur, men høvuðsdenturin eigur at verða lagdur á tað vit eiga í samfelagnum. Føroyingar hava ígjøgnum øldir drúgvar [...] undirvísingin skal verða skipað sum grundskeið og víðkað skeið, har næmingarnir bæði læra grundleggjandi arbeiðshættir, ogna sær verkligt og fakligt innlit, samstundis sum næmingarnir fáa høvi til at ogna
vil eg siga, at tað sum eg fari í holt við nú, taki eg sum ein stóran heiður. Ofta hevur verið tosað um at skipa soleiðis fyri, at møguleiki skuldi vera fyri at útnevna limir, sum høvdu víst stórt trúfesti [...] Meðan vit sita og práta, kemur Jóan Jakku inn. Hon spyr um hann kennur henda fremmanda mannin. Hann svarar sum vituligt var nei. Og við einum stórum smíli fortelur hon so, at hatta var maðurin, sum blakaði [...] taka ímóti heiðrinum, sum felagið nú vísir tær. Eg skal vegna felagið takka tær fyri tað, tú hevur verið fyri felagið, og fyri tað, tú hevur gjørt fyri felagið, við vón um, at vit eisini framyvir fara at síggja
spæld. Hetta er ein kapping, sum flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypssamtøka í samstarvi skipa fyri, og hon verður sum oftast væl vitjað. Í ár vóru tað serliga SÍ og TB, sum fóru avstað við sigrunum. Hesi [...] liðið hjá Fleyr í kappingini hjá mansunglingum var júst tað sama sum liðið, ið vann kappingina hjá dreingir 16 ár. So vit kunnu eisini staðfesta, at Fleyr skuldi havt eina góða framtíð í mansflogbóltinum [...] flogbóltsumhvørvinum sum eitt nú Fleyr og Mjølnir, men seinastu árini hevur serliga gentuflogbólturin havt góðar dagar á Tvøroyri. Hjá kvinnuunglingum stóð eingin seg móti teimum, og TB vann eisini gentur 16 ár
millum teirra, sum hava størst innlit í føroyskan kvinnufótbólt. Afturat sær á ferðini til Onglands hava teir Margrið Weihe, sum eisini í ár røkir uppgávuna sum liðleiðari, og Sonju Skúvadal, sum er fysioterapeutur [...] fyrsta dystinum, sum verður móti Írlandi. ? Eg havi fyri stuttum verið á stevnu, sum UEFA hevði fyri venjarum hjá kvinnum. Stevnan var í Onglandi, og vit vóru og sóu eina elituvenjing, sum teir róptu tað [...] tað. Tá vísti tað seg, at tað var eingilska U-18 liðið, sum vit sóu venja. Tær sóu góðar út, men avgjørt ikki so góðar sum Noreg var, tá vit í fjør taptu 8-0 móti teimum. Aftaná venjingina heilsaði eg uppá
Djurhuus, Petur Johannesen og Leivur Lindenskov, sum allir eiga fiskavirki í Vági -Men tað verða ikki bara virkini í Vági, sum fara. - Øll virkini kring landið, sum standa uttanfyri Fiskavirking, Framtaksgrunn [...] landinum verða javntsett. -Sostatt má tað almenna eisini stuðla teimum virkjunum, sum ongan almennan stuðul hava fingið. - - Ella mugu tey virkini, sum hava fingið stuðul, betala vanliga rentu og vanligar [...] Øll tey fiskavirkini, sum eru óheft av Framtaksgrunninum, Føroya Fiskavirking og Sandoyarætlanum liva ikki leingi afturat. Og nú rópa teir, sum eiga fiskavirkini í Vági, neyðarróp. Og teir vóna, at onkur
soleiðis, at hann eisini kemur at fevna um økismenning. -Eg hugsi mær til, at Framtaksgrunnurin tá eisini kemur at stuðla teimum virkjum í útjaðarunum, sum longu eru stovnað, men sum onga almenna fígging [...] r úr Vági sigur, at hann fekk nógv burturúr fundinum, sum virkisleiðarar í Vági høvdu við løgtingsmenninar úr økinum nú um vikuskiftið. Teir, sum hava fiskavirkini í Vági høvdu boðsent løgtingsmonnunum [...] teimum frá teirri ólukkuligu støðu, sum fiskavirkini, ið eru uttanfyri tær almennu skipanirnar, Fiskavirking, Framtaksgrunnin og Sandoyarætlanina, eru komin í. Sum greitt frá aðrastaðni í blaðnum, hevur
Føroyum verða hesi fólk sum oftast latin upp til sín sjálvs, og tá hava tey ofta trupult við at klára seg. ? Nógv av teimum savnast bara onkustaðni; í tí vit kalla »bulur« og tað vilja vit royna at bøta uppá [...] Nú letur Blái Krossur upp kafé í Kongagøtu, sum er ætlað núverandi og fyrrverandi misnýtarum. Tey hava ongastaðni havt at vera um kvøldarnar, og nógv teirra hava tí leitað sær í ølklubbarnar at stytta [...] hava ongastaðni at verða, og tí fella nógvir av teimum aftur í misnýtslu, segði hann. Hann vísti eisini á, at í londunum kring um okkum er vanligt at hava sokallaða »varmestuer«. ? Tær er ætlaðar misnýtarum
000 tons. Í hesum tilmælini skal eisini takast við ein mett kvota fyri ta veiðuna, sum er í altjóða sjógvi og sum ikki nakað eftirlit er við. Hetta merkir eina kvotu, sum er næstan 300.000 tons lægri enn [...] kann veiðast í Barentshavinum. Men sjáldan hava ráðini verið so døpur fyri tey flestu fiskasløgini, sum hesaferð. Tann norsk-arktiski toskurin, ið stendur fyri umleið 30 prosentum av tí samlaða rávøruvirðinum [...] enn í 1998. ICES metti fyrst, at ein kvota fyri 1998 uppá 654.000 tons var á leið tað, sum stovnurin toldi, men kvotuloftið bleiv seinni lækkað. Í 1997 var rávøruvirðið hjá norsku fiskivinnuni fyri tosk
seinasta kann blíva ein trupulleiki. Vit hava tíverri ikki traditión fyri, at vinnufyritøkur í størri mun sleppa upp í vísindaligar granskingarverkætlanir. UM vit hyggja at høvuðsvinnuni, so er ein múrur [...] føroyska gransking. Hetta hevur sínar avgjørdu fyrimunir. Men pengar skulu handfarast við skili. Eisini granskingarpengar. Higartil hevur tað oftast verið so, at ein stovnur sjálvur hevur søkt sær stuðul [...] Fyrst og fremst skal miðjast ímóti einum vísindaligum úrsliti, ið antin kann gagna einsamalt ella sum partur í einari heild. Í øðrum lagi eigur hon at geva samfelagsligt gagn. Tað ger hon, um hon mennir