Góðu veitslugestir
Fyrst vil eg siga, at tað sum eg fari í holt við nú, taki eg sum ein stóran heiður.
Ofta hevur verið tosað um at skipa soleiðis fyri, at møguleiki skuldi vera fyri at útnevna limir, sum høvdu víst stórt trúfesti móti felagnum, til heiðurslimir, men er hetta ongantíð komið í lag.
Núverandi nevnd hevur nú tikið stigið og gjørt álvara av hesum.
Tað er altíð ringt at meta um, hvør hevur gjørt meir enn ein annar til tess at hava gjørt seg verdugan til ein slíkan heiður, so tað fyrsta eg hugsaði, tá tað bleiv heitt á meg, um eg vildi átaka mær at útnevna heiðurslim og handa heiðursgávu, var, um hetta nú var tað rætta, at fara undir at útnevna heiðurslimir.
Men tá eg fekk at vita, hvønn nevndin hevði hugsað sær skuldi hava henda heiður, hvarv allur ivi.
Persónurin, teir hava avgjørt at heiðra, er Ingibjørg.
Eg veit ikki, nær Ingibjørg byrjaði í Havnar Róðrarfelag, men tá eg fyrstu ferð kom í felagið fyri útvið 28 árum síðani, var Ingibjørg longu ein tilkomin dama. Hon stýrdi tá á Sílinum og hevði tá tað fitta tilnavnið »Omman á Sílinum«. Hetta segði kanska ikki so nógv um aldurin á Ingibjørg, men segði í hvussu so er eitt sindur um aldursmunin millum rógvararnar og stýrimannin.
Øll hesi árini eg havi verið við í Havnar Róðrarfelag, hevur Ingibjørg víst ein heilt ótrúligan áhuga og trúfesti fyri felagnum. Hon hevur reist við út á stevnur at stuðla, og ikki hevur hon lagt fingrarnar ímillum at verja kappróðrarfólkið, tá ágangurin frá øðrum var í meira lagi eftir hennara tykki.
Ein søga, sum hevur livað leingi, er frá eini Norðoyastevnu.
Hevur eitthvørt tiltak verið í neystinum, hevur hon altíð verið til dystin fús. Hóast heilsustøðan síðstu árini hevur verið soleiðis, at tey flestu høvdu takkað fyri seg, møtir hon trúliga upp hvørja ferð.
Tá vit onkuntíð hava havt lyndi til at hava medlidinheit við henni og biðið hana komið við sum gest til eitthvørt tiltak, hevur hon verið hálvavegna fornermað, so eg trúgvi ikki, at tað er fyrikomið enn, at hon hevur verið við, uttan at taka eina hond í við onkrum. Guð viti, hvussu nógvar mjølsekkir munnu vera brúktir til teir bollarnar, hon hevur borið oman í neystið gjøgnum árini.
Nógvar hugnaligar løtur hava vit havt saman við henni í neystinum, og nógvar góðar søgur hevur hon havt á lofti, bæði líkar og minni líkar.
Opin og erlig hevur hon altíð verið ? eingin hevur noyðst at ivast um, hvar hann hevur havt hana.
Ein uppliving, eg sjálvur havi havt av hesum, var eitt kvøldið, vit høvdu bingo í neystinum. Tá komu Jóan Jakku, maður hennara, og Símun, bróður hennara, inn í neystið. Teir vóru rættiliga glaðir og lættir fyri málinum. Eg kendi ikki Jóan Jakku tá og skipaði soleiðis fyri, at teir blivu vístir av durum aftur.
Ingibjørg lat bara standa til og segði einki.
Nakað seinni kom so bókin »Drekin« út. Nøkur høvdu teknað seg fyri at keypa bókina, harímillum Ingibjørg. Avgjørt varð, at vit sjálvir skuldu koyra bøkurnar út til hesi fólkini, og fall tað mær í lut at fara til Ingibjørg. Hon var blíð sum altíð, og eg bleiv settur til borðs, skuldi sjálvandi hava ein drekkamunn.
Meðan vit sita og práta, kemur Jóan Jakku inn. Hon spyr um hann kennur henda fremmanda mannin. Hann svarar sum vituligt var nei.
Og við einum stórum smíli fortelur hon so, at hatta var maðurin, sum blakaði hann út úr neystinum hatta vælsignaða bingokvøldið.
Tá var Bjarni eitt sindur flóvur.
Lætt hevur hon havt lyndið, sum oftast er hon í góðum lag, físti onkuntíð um órudd, helst inni hjá konufólkunum. Men gott er, at lyndið hevur verið so lætt, tí annars hevði hon ikki kunnað verið saman við so nógvum ungfólki øll hesi árini.
Góða Ingibjørg. Eg fari persónliga at ynskja tær tillukku við heiðrinum og fari síðani at biðja teg koma upp her og taka ímóti heiðrinum, sum felagið nú vísir tær. Eg skal vegna felagið takka tær fyri tað, tú hevur verið fyri felagið, og fyri tað, tú hevur gjørt fyri felagið, við vón um, at vit eisini framyvir fara at síggja teg í neystinum, um ikki aktiva, so sum gest.
Síðani fari eg at biðja øll um at reisa seg og rópa eitt leingi livi fyri Ingibjørg.
Takk fyri.