Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo
Ráðgevandi nevndin (ACMF) í altjóða ráðnum fyri havgransking (ICES) hevur tó eini góð ráð, og tað er at lodna fyri fysrtu ferð síðani 1993 kann veiðast í Barentshavinum.
Men sjáldan hava ráðini verið so døpur fyri tey flestu fiskasløgini, sum hesaferð. Tann norsk-arktiski toskurin, ið stendur fyri umleið 30 prosentum av tí samlaða rávøruvirðinum hjá norsku fiskivinnuni er uttan tryggar biologiskar rammur, eru boðini frá Asger Aglen á Havgranskingarstovninum í Bergen. Hann umboðar Noreg í ráðgevandi nevndini hjá ICES.
Broytt metingargrundarlag
Nevndin metir, at toskakvotan í Barentshavinum í 1999 má verða niðanfyri 360.000 tons. Í hesum tilmælini skal eisini takast við ein mett kvota fyri ta veiðuna, sum er í altjóða sjógvi og sum ikki nakað eftirlit er við. Hetta merkir eina kvotu, sum er næstan 300.000 tons lægri enn í 1998. ICES metti fyrst, at ein kvota fyri 1998 uppá 654.000 tons var á leið tað, sum stovnurin toldi, men kvotuloftið bleiv seinni lækkað.
Í 1997 var rávøruvirðið hjá norsku fiskivinnuni fyri tosk, upsa, hýsu, brosmu og onnur fiskasløg í toskabólkinum uppá fimm milliardir krónur, meðan virðið fyri makrel og sild var 3,4 milliardir krónur.
Upsastovnurin hevur tað heldur ikki so gott, tí veiðitrýstið er ov stórt. ICES metir, at kvotan ikki má fara uppum 87 000 tons, meðan kvotuloftið í ár er 117 000 tons.
Granskararnir hava í ár brúkt fyrivarni-prinsippið, mótvegis árini frammanundan, tá ein meting av gýtingarstovninum legði lunnar undir endaligu kvotumetingina.
Lodnan vendir aftur
Fyri fyrstu ferð síðani 1993 kann lodna fiskast í Barentshavinum, metir ICES. Teir skjóta upp, at ein kvota uppá 79 000 tons er passalig í 1999. ICES vil hava lodnuveiðuna avgreidda fyrsta kvartal í 1999.
Hýsukvotan fyri 1999 eigur ikki at fara uppum 74.000 tons, metir ICES. Felagsskapurin metir framvegis, at svartkalvastovnurin ikki tolir veiðu, og vil tí hava bann móti svartkalvaveiðu. Óvissan um kongafiskastovnarnar fær ICES til at biðja partarnar um at leggja fram eina ætlan fyri hesar stovnar
Ivast í um tað passar
Formaðurin í Norges Fiskarlag, Oddmund Bye, sigur við norskar fjølmiðlar, at hann ivast í, um granskararnir hava rætt í síni meting. Hann sigur, at metingin ikki er í samsavar við tað, sum fiskimenn uppliva, tá teir eru til fiskiskap. Oddmund Bye sigur seg ivast í, um øll tølini passa, og serliga lítið álit hevur hann á uppsatølunum.
Norges Fiskarlag óttast ein øgiligan inntøkumiss fyri fiskivinnuna. Um prísirnir halda seg á tí støði, vit hava sæð í ár, so verður inntøkumissurin millum 35 og 40 prosent.
Oddmund Bye vísir á, at útreiðslurnar fyri tey flestu vilja verða tær somu, og tað fær so avleiðingar fyri, hvussu nógv verður eftir at gjalda út hýrur við.
Men hvat politikararnir vilja gera er enn ikki greitt. Norski fiskivinnumálaráðharrin noyðist at skerja norsku toskaveiðuna við 100.000 tonsum niður í 200.000 tons í 1999, um hann lurtar eftir ICES. Men tað gera politikararnir ikki altíð.
Hvørja avleiðing hesar lækkingar kunnu fáa fyri føroysku avtalurnar við Noreg og Russland um fiskiskapin, serliga í Barentshavinum, er ilt at meta um. Men vit noyðast at góðtaka eina munandi lægri kvotu í 1999, um norðmenn og russar semjast um eina munandi lækking av kvotunum í Barentshavinum.