STØRSTA forðingin hevur verið peningamangul. Nú sær út at verða øðrvísi. Útlendingar hava nú áhuga í at seta pening í føroyska gransking. Hetta hevur sínar avgjørdu fyrimunir. Men pengar skulu handfarast við skili. Eisini granskingarpengar. Higartil hevur tað oftast verið so, at ein stovnur sjálvur hevur søkt sær stuðul til gransking av einum og hvørjum slag ? ofta rakstrarískoyti til stovnin ? og so hevur verið granskað. Neyvan hevur nøkur skipað granskingarmynd verið til staðar.
NÚ sær út til ? m.a. takkað verið nøkrum vaknum tingmonnum ? at føroysk gransking fær skipaðar umstøður. Landsstýrismaðurin í granskingarmálum skal nú koma við neyðugum lógum fyri økið, og aftan á tingviðgerð skuldi so verið greitt. Hetta tekur sína tíð, men tann tíðin, ið er neyðug, má brúkast, tí her er talan um arbeiði við longum sjónarringi og harvið stórum skaðavirkningi, um ikki rætt verður atborið.
ENDAMÁLINI við føroyskari gransking eiga at vera fleiri. Fyrst og fremst skal miðjast ímóti einum vísindaligum úrsliti, ið antin kann gagna einsamalt ella sum partur í einari heild. Í øðrum lagi eigur hon at geva samfelagsligt gagn. Tað ger hon, um hon mennir tað fólk, ið arbeiðir við gransking og fær vælútbúgvið fólk til landið. Í triðja lagi má miðjast eftir, at gransking gevur eitt vinnuligt úrslit fyri Føroyar. Hetta seinasta kann blíva ein trupulleiki. Vit hava tíverri ikki traditión fyri, at vinnufyritøkur í størri mun sleppa upp í vísindaligar granskingarverkætlanir.
UM vit hyggja at høvuðsvinnuni, so er ein múrur av mistrúgv ímillum vinnu og vísund. Hetta er spell. Vónandi verður hetta broytt sum frá líður. Her er ein stór uppgáva hjá vísindastovnum og granskingarráði at syrgja fyri at hava áhugaðar vinnufyritøkur við í granskingarætlanum, soleiðis at hesar fáa innlit í og møguligt gagn av gransking, ið fer fram í okkara landi. Hetta verður gjørt í øllum øðrum londum, so hví ikki her?