Um eitt hálvt ár eru ikki eitt fiskavirki eftir í Vági

Tá ið virkini eru farin á heysin, fer fiskaprísurin at rapa niðureftir, tí tá hevur Fiskavirking at kalla einkarrætt uppá at keypa fisk ? og so fara skipini eisini.

Øll tey fiskavirkini, sum eru óheft av Framtaksgrunninum, Føroya Fiskavirking og Sandoyarætlanum liva ikki leingi afturat.

Og nú rópa teir, sum eiga fiskavirkini í Vági, neyðarróp.

Og teir vóna, at onkur lurtar. Og reagerar.

Tí støðan er so hættislig, at hendir onki heilt skjótt fara tey so logandi á heysin.

- Støðan í føroysku fiskivinnuni er nú so hættisligt, at hendir onki, er ikki eitt tað einasta fiskavirki eftir í Vági um eitt hálvt ár, siga Mikkjal Djurhuus, Petur Johannesen og Leivur Lindenskov, sum allir eiga fiskavirki í Vági

-Men tað verða ikki bara virkini í Vági, sum fara.

- Øll virkini kring landið, sum standa uttanfyri Fiskavirking, Framtaksgrunn og Sandoyarætlan eru í somu støðu sum okkara, at tey fara ikki at klára seg í longdini.


Tað almenna avlagar kappingina

Teir, sum hava fiskavirkini í Vági siga, at hesi seinastu árini hevur tað almenna spýtt hundraðstals milliónir í fiskivinna á landi, bæði ígjøgnum Fiskavirking, Framtaksgrunnin og Sandoyarætlanina.

-Summi av teimum virkjum, sum hava fingið hesar øgiligu, innspræningirnar av almennum pengum, eru sanerað niður á null, ella har niðurímóti.

Í øllum førum eru tey nógv bíligari enn tey virkini, sum ongi almenn innskot hva fingið.

- Tískil eru tey munandi betri fyri í kappingini um rávøruna, enn hini virkini eru. Nógv av teimum hava bara sjálvan raksturin at svara fyri.Virkisbygningar og maskinur kosta teimum lítið og onki.

- Tað vil so aftur siga, at vit, sum hava vanligar rentur og avdráttir at betala av virkisbygningum og útbúnaði, hava yvirhøvur ongan mguleika at kappast við hini virkini um rávøruna.

-Krøvini til skiftisavlop er nógv hægri hjá okkum, enn tað er hjá virkjunum í Fiskavirking, Framtaksgrunninum og á Sandi.

Fiskavirkini í Vági merkja hendan trupulleikan dag og dagliga. M.a. hendir tað javnan, at teir ?missa? skip norðureftir, tí teir klára ikki at bjóða ímóti virkjunum, sum eru stovnað við almennum studningi.


Fara so logandi á heysin

Teir tríggir virkiseigararnir í Vági siga, at tað er nógv fyri, at tað almenna soleiðis skal ganga á odda at kappa heysin av einum stórum parti av fiskivinnuni á landi.

- Og tað er nógv fyri, at tað almenna skal ganga á odda at drepa alt tað privata fyritakssemið í einum landi, sum skal eitast at seta fría fyritakssemið og fríu marknaðarkreftirnar í hásæti.

Teir siga, at tað einasta, teir krevja, er at øll virkini í landinum verða javntsett.

-Sostatt má tað almenna eisini stuðla teimum virkjunum, sum ongan almennan stuðul hava fingið. - - Ella mugu tey virkini, sum hava fingið stuðul, betala vanliga rentu og vanligar avdráttir.

- Verða virkini ikki javntsett,verður tað heilt skjótt, at øll virkini, sum eru uttanfyri tær almennu skipaninar, fara á heysin.

Teir siga, at í hvussu so er standa øll tey smáu fiskavirkini í Vági so illa í tí, at tey eru øll somul farin á heysin komandi summar.

Men teir leggja afturat, at eftir tí, teir hava tosað við virki norðanfjørðs, sum eru í somu støðu, stendur onki frægari til hjá teimum.


Fáa einkarrætt

-Avleiðingin av hesi sera ójøvnu kappingin er, at fiskaprísirnir eru farnir til himmals. Fiskaprísirnir í Føroyum eru nú tær hægstu í norðuratlantshavi og teir eru hægri enn teir báði eru í Noregi, Íslandi og í Skotlandi.

- Høvdu øll virkini verið á jøvnum føti, so at øll høvdu vanligar rentur og avdráttir at dragast við, hevði avreiðingarprísurin lækka eitt sindur og komið niður á eitt støði,sum marknaðurin kann bera..

- Tí so hevði kravið til skiftisavlopið verið so mikið stórt, at tað hevði verið ómøguligt at bjóða ?vilt? uppá fiskin.

-Hin møguleikin er, at øll virkini fáa stuðul, so at krøvini til skiftisavlopið hjá øllum virkjunum ikki verður avlagað, tí so ber til at bjóða hægri pris fyri fiskin.

Í dag eru avreiðingarprísirnir heilt óveruligir og alt ov høgir eftir tí marknaðarprísinum, - um virkini høvdu havt vanligar íløgurnar at svara fyri eisini, leggja teir afturat.

Teir siga, at teir eru ikki úti eftir at fáa prísin niður fyri at fáa taðverri hjáskipunum.

- Men prísurin fer niður av sær sjalvum, um øll tey uttanveltaðu virkini fara á heysin.

- Tá ið øll tey óheftu virkini eru farin á húsagang, hevur fiskavirking fingið at kalla einkarrætt uppá alla fiskaframleiðslu í Føroyum.

- Og tá verða tað teir, sum koma at áseta prísin.

- Og virkisleiðararnir ivast ikki í, at tá fer fiskaprísurin at rapa niður, tí Fiskavirking fer sjálvandi ikki at betala meiri fyri fiskin, enn teir eru noyddir.

Mikkjal Djurhuus sigur, at hann minnist, hvussu var, áðrenn Fiskavirking kom.

-Upsaprísurin lá omanfyri sjey krónur fyri kilo. Men tá ið øll vinnan fór á heysin, og Fiskavirking reis úr øskuni, og var einsamøll á marknaðinum, rapaði upsaprísurin heilt skjótt niður á tvær krónur og nakað.

- Og hann tók ikki at hækka aftur so spakiliga fyrrenn virkini blivu fleiri og Fiskavirking fekk kapping um rávøruna.

Virkisleigararnir í Vági ivast ikki í, at halda øll virkini uttanfyri almennu stuðulsskipanina uppat, fer tað at fáa so álvarligar avleiðingar fyri prísin á ráfiski, at tað fer at verða neyðugt við hundraðtals milliónum í studningi til fiskiskipini fyri at tey kunun klára seg.

- Og so hevur tað almenna bitið seg so illa í halan, at tað reisist ikki aftur, leggja teir afturat.

- Og so fáa landsstýrið og løgting størri og álvarligari mál at taka støði til, enn til at latanøkrum fiskavirkjum einar 20-30 milliónir í stuðuli.

- Tá skal støða takast til hundraðtals milliónir í stuðuli til fiskiflotan ? um ikki ætlanin er at lata hann fara undir hamaran allan sum hann er, einaferð afturat. Allir føroyingar minnast seks átta ár aftur í tíðina og vita, hvussu pínufull tann gongdin er.

- Og so skal takast støða til eitt arbeiðsloysi, sum fer at líkjast tí, sum var tey ringastu kreppuárini, við teimum sosialu avleiðingum tað hevur.