broytingar, og nú fara vit sjálvandi eftir leiðsluni í býráðnum, segði hon. Jórun Høgnesen er skúlalærari, og skúlin er eisini eitt av málunum, sum stendur henni nær, men hon nevnir eisini barnaansing og eldraøkið [...] eldraøkið. - Tað er kanska vanligt fyri kvinnur, at vit hugsa mest um tey bleytu økini. Jórun verður triðja kvinnan í býráðnum í Klaksvík.
góðar vónir um, at vit fáa fast samband til meginøkið. Eg havi stórt álit á nevndini í P/F Suðuroyartunnil, sum sitir og arbeiðir við verkætlanini, og eg bíði spent eftir niðurstøðunum, sum nevndin fer at [...] tíanverri skeivan veg, og vit mangla vitanartung størv í Suðuroynni, sum geva góðar og tryggar inntøkur. Súsanna Bertholdsen vísir á, at helvtin av øllum suðuroyingum hava eina inntøku, sum er lægri enn 250.000 [...] Hetta er sera dapurt, men ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til. Javnbjóðis atgongd til meginøkið er ein fortreyt, um neiliga gongdin skal venda. Haldi eisini, at tað hvílir ein stór ábyrgd á bý-
vunnu vit heili 5-2 móti Skála í fyrsta dystinum, og tá byrja vit at hugsa »vit eru suverenir – vit fara at hølva alt av«. Orsakað av hesum hava vit ikki stríðst nóg nógv í seinastuni, og tí taptu vit móti [...] vístu eisini á, at tað vóru fleiri aðrir leikarar, sum ikki høvdu spæliloyvið í lagi. Men hvussu kendi høvuðspersónurin seg í øllum ruðuleikanum? Fótbólt við móðurmjólkini Páll byrjaði longu sum 3 ára [...] serligt at spæla við HB. Vit hava eitt vinnaraeyðkenni. Vit eru kanska eitt sindur hástórir, og tað er okkara styrki og veikleiki. Eg kann siga fyri meg sjálvan, at eg kenni meg sum yvirmann, áðrenn eg fari
tálgafitin, sum eftir er, kann fáast burtur úr aftur úr haganum. - Í okkara hagum hava vit ikki havt teir stóru trupulleikarnar við tálgafiti, tí vit hava ikki flutt fremmandar brundsseyðir, sum vit ikki kendu [...] hjá Royndarstøðini í Kollafirði, sum í sínari tíð varð bygd til royndir. - Eg haldi, at vit, sum fáast við seyð, hoyra alt ov lítið frá Royndarstøðini um tær royndir, sum tey gera – um tey yvirhøvur gera [...] grønu stykkini, sum eru velt í Kollfjarðadali, til seyðaroyndir av ymiskum slagi. Men, sum eg havi skilt, verða hesi mest brúkt til hundavenjingar. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um vit fáa nóg mikið av
spæla seg í steypafinaluna, sum tær tó taptu móti KÍ, sum hava verið einaráðandi seinastu mongu árini. Poula er tó ikki nøgd við úrtøkuna higartil í ár. - Vit høvdu vónað betri. Vit ætlaðu at bjóða KÍ av í [...] sigur Poula, sum tó ikki ivast í, at tær hava nóg góðar leikarar til at gera seg galdandi í oddinum. Føroyameistarar næsta ár - Vit hava nógvar ungar, og tær bestu á liðnum eru eisini ungar, so vit skuldu havt [...] Aluplast, og hon er givin at sparka. Hon situr tó í nevndini í GÍ. Vit búgva eisini báðar í Gøtu, so vit eru enn tættar. Vit tosa saman hvønn dag Poula um kvinnur í politikki - Eg eri eingin reyðsokkur. At uppfordra
havi verið noyddur at gera. Vit fáu, ið velja menniskjaliga sambandið frá - vit hava eisini rík lív! Og tað lívið vil eg nú fegin lata fólki fáa innlit í. Aloftast eru tað vit, ið eiga svørini, ið onnur [...] verða givnar út, og tí kann eg liva víðari um ævir. Hann leggur aftrat, at sum ein tiðnaður mammutur kann Olaf S. Thomsen nú standa sum prýði inni í stovuni ella á náttborðinum hjá fremmandafólki. Í bókini [...] Í vikuni hevur Olaf S. Thomsen givið út fyrstu bók sína, sum kallast "Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen". Høvundurin sigur, at tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum
Absalon Olsen. Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, hava vit vitjað á landingarmiðstøðini hjá P/F Barðinum á Vestaru Bryggju í Havn, og í blaðnum skifta vit eisini orð við Napoleon Falkvard Joensen, [...] Bryggju læt upp. Hann kendi hølini, og hann kendi maskinurnar, sum vóru her. Tað sigur Napoleon Falkvard Joensen, stjóri á P/F Barðinum, sum er landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju í Havn. Her er nógv landing [...] er til arbeiðis, tá mest er at gera. Umframt landing, skiljing og pakking, hevur P/F Barðið eisini Ísvirkið, sum letur ís til skip og bátar. - Eg byrjaði á Bacalao í 1978, og tá Faroe Seafood yvirtók virksemið
samstundis sum tað eisini er til minnis um breyðið, tey fingu at eta í oyðimørkini - manna. Eyka frídagar ella hátíð Sum sæst eru tær jødisku páskirnar sera nógv bundnar at søgu jødanna, samstundis sum nógv [...] Messianskir jødar eri teir sum trúgva á Jesus sum Messias. ? Eg var saman við nøkrum av mínum arbeiðsfeløgum í eini lítlari messianskari meinigheit. Vit vóru um 30 tilsaman. Her ótu vit páskamáltíðina og gingu [...] tað jørðiska Jerúsalem eisini sera sterkur. Longsulin er tó ikki bara til staðar hjá jødum. Pílagrímar í hópatali ferðast til Jerúsalem, og tað munnu eisini vera mong her á landi, sum kundu ynskt sær at komið
fyribrigdi, Stokkholmsyndromið, sum føroyski tónleikabólkurin, 200, nýtir sum heiti á nýggjari fløgu. Tey flestu okkara hava uttan iva hoyrt hetta heitið nevnt áður, og nógv vita eisini, at hetta stavar frá einari [...] Stokkholm, men hvat tað var, sum í smálutum fór fram hesar dagarnar í august, vita helst tey fægstu. Við tilfari úr svenska Aftonbladet og internetsíðum – millum aðrar Wikipedia – skulu vit greiða frá, hvat fór [...] har bankaboksirnar eru goymdar. Har inni finna teir bankamannin, Sven Säfström, sum hevði goymt seg har. Hann verður eisini tikin gísli. Dramaið er longu vorðið ein raðsending í sjónvarpinum. Um somu tíð
ógvusligt kortini. Hol var komið á sjálvan blokkin, har stempul brutu seg út ígjøgnum. Jóan Petur, sum eisini er ein av eigarunum av Eysturbúgvanum, sigur, at motorurin hevur gingið sera væl tey 19 árini, [...] Manningin er tryggjað soleiðis, at hon fær eitt ávíst útgjald hvønn mánaða. Nú mugu vit bara vóna, at alt fer at laga seg sum best, sigur Jóan Petur í Soylu, skipari og ein av eigarunum av Eysturbúgvanum. [...] KNÚSTUR MOTORUR Tá partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum seinastu tíðina hava verið á gulllaksaveiði, vóru úti á seinasta túri, fór motorurin hjá Eysturbúgvanum í knús. Hetta hendi seinasta