KNÚSTUR MOTORUR
Tá partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum seinastu tíðina hava verið á gulllaksaveiði, vóru úti á seinasta túri, fór motorurin hjá Eysturbúgvanum í knús.
Hetta hendi seinasta mikumorgun, meðan skipini vóru á fiskileið einar 140 fjórðingar úr Trøllhøvda.
Tjaldrið hjá Fiskiveiðieftirlitinum kom Eysturbúgvanum til hjálpar, og tað tók teimum 23 tímar at sleipa Eysturbúgvan á Havnina.
Skaðin, sum motorurin hevur fingið, er so umfatandi, at her gerst einki. Hann verður ikki afturgjørdur, men má skiftast.
Hol á blokkin
Skiparin á Eysturbúgvanum, Jóan Petur í Soylu, sigur, at tá motorurin brotnaði, helt hann í fyrstari, at tað var eldur í maskinrúminum.
- Men so var ikki. Tað hoyrdist, at okkurt hendi við motorinum, men tað virkaði ikki so ógvusligt kortini. Hol var komið á sjálvan blokkin, har stempul brutu seg út ígjøgnum.
Jóan Petur, sum eisini er ein av eigarunum av Eysturbúgvanum, sigur, at motorurin hevur gingið sera væl tey 19 árini, síðan skipið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1994.
Hann ásannar, at nú er bara eitt at gera, og tað er at geva tol og líta frameftir.
- Hetta er ógvuliga óheppið, men nú gerst einki við tað. Motorurin gerst ikki aftur og má skiftast. Tað fer at taka umleið hálvan triðja mánaða at fáa nýggjan motor í skipið, sigur skiparin.
Missa vertíðina
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fóru á fyrsta gulllaksatúrin fyrstu viku í apríl í ár, og nú motorurin brotnaði, høvdu skipini gjørt tilsamans 9 túrar við fullari last.
Jóan Petur í Soylu sigur, at veiðan higartil í ár hevur verið góð, og soleiðis var eisini í vertíðini í fjør.
- Nú er gulllaksavertíðin knappliga hálvrunnin, men greitt er, at Eysturbúgvin kemur ikki til fiskiskap aftur í hesi vertíðini, leggur hann aftrat.
Í fjør gjørdist veiðan í gulllaksavertíðini umleið helmingurin av samlaða veiðivirðinum hjá skipinum.
10 mans eru við
Tilsamans sjey mans hava verið við Eysturbúgvanum hvønn túrin. Teir eru umborð tveir túrar í senn – og síðan ein í landi. Hetta merkir, at tilsamans 10 mans eru knýttir at skipinum og hava soleiðis sítt livibreyð umborð.
- Manningin er tryggjað soleiðis, at hon fær eitt ávíst útgjald hvønn mánaða. Nú mugu vit bara vóna, at alt fer at laga seg sum best, sigur Jóan Petur í Soylu, skipari og ein av eigarunum av Eysturbúgvanum.