- Eg havi tað ov gott í Føroyum

- Sjálvandi droymdi eg um at koma uttanlands at spæla, men eg slepti dreyminum nokk so skjótt. Eg havi tað ov gott í Føroyum. Her havi eg eitt gott og róligt lív, har ið eg havi vinir og familju hjá, sigur Páll Mohr Joensen, fótbóltsspælari í HB

Páll Mohr Joensen var kanska mest umtalaði persónur í føroyskum fótbólti í fjør. Tað var tó ikki endiliga fyri avrikini á vøllinum, men heldur fyri spæliloyvið – ella mangulin uppá sama.
Páll var nevniliga høvuðspersónur í málinum um spæliloyvið í fjør, har ið HB stóð við einum beini innanfyri steypakappingina og einum uttanfyri. HB var annars blakað úr steypakappingini, men eftir fleiri eyka viðgerðir sloppu teir at halda fram.
HB vildi ikki góðtaka, at teir vóru blakaðir úr steypakappingini. Teir vístu eisini á, at tað vóru fleiri aðrir leikarar, sum ikki høvdu spæliloyvið í lagi.
Men hvussu kendi høvuðspersónurin seg í øllum ruðuleikanum?

Fótbólt við móðurmjólkini
Páll byrjaði longu sum 3 ára gamal at spæla fótbólt. Talan var fótbólt fyri smábørn í høllini á Hálsi.
Tá ið hann spældi við piltum fekk hann veruliga áhuga fyri sparkispælinum.
- Tá ið vit gjørdust piltar byrjaði tað at ganga væl, og tá gjørdist fótbólturin mítt høvuðsáhugamál. Eg spældi altíð við A-liðnum, men tað var ikki fyrr enn sum piltar, at tað veruliga byrjaði at ganga væl.
Páll hevur verið við á øllum ungdómslandsliðnum. Hann hevur sum dreingir flest droymt um at koma uttanlands at spæla yrkisfótbólt. Hesum dreyminum hevur hann tó slept.
- Sjálvandi droymdi eg um at koma uttanlands at spæla. Men eg slepti dreyminum nokkso skjótt. Eg havi tað ov gott í Føroyum. Her havi eg eitt gott og róligt lív, har ið eg havi vinir og familju hjá, sigur Páll.

Fekk bjóðað sáttmála frá Herfølge
Páll hevur royndarvant uttanlands, og einaferð var tað meira enn nær við, at dreymurin gjørdist veruleiki.
- Eg royndarvandi í Brøndby og West Ham. Tað vóru stuttlig upplivilsi, men tað spurdist einki burturúr. Men eg fekk bjóðað sáttmála frá Herfølge fyri nøkrum árum síðani, men innanhýsis viðurskifti forðaðu fyri tí. Okkurt gekk galið fíggjarliga, og tí spurdist einki burturúr, sigur Páll.
Páll var sera ungur, tá ið hann leikti sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá HB.
- Eg var 16 ár og ein dag, tá ið eg spældi mín fyrsta dyst.
Tað gingu tó nøkur ár, áðrenn Páll fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í bestu deildini.
- Eg var við í hópinum hjá HB, men eg sat altíð á beinkinum. Men so varð eg lændur út til NSÍ, og tá tók eg kjansin. Tað var eitt gott upplivilsi fyri meg, hóast mær ikki dámdi væl at koyra ímillum Havnina og Runavík hvønn dag, sigur Páll.
Eftir eitt ár í NSÍ skifti Páll aftur til HB, og tá stóðst rok burturúr spæliloyvinum.

HB´arar hástórir
Páll hevur ongar ætlanir um at skifta felag aftur.
- Tað er serligt at spæla við HB. Vit hava eitt vinnaraeyðkenni. Vit eru kanska eitt sindur hástórir, og tað er okkara styrki og veikleiki. Eg kann siga fyri meg sjálvan, at eg kenni meg sum yvirmann, áðrenn eg fari á vøllin. Eg trúgvi uppá míni egnu evni, sigur Páll, sum samstundis viðurkennir, at ein slík støða áðrenn dyst ikki einans er góð.
- Okkara innstilningur er komin okkum aftur um brekku í byrjanini av hesum kappingarárinum. Tað gekk sera væl í vinadystunum áðrenn kappingin byrjaði. Og so vunnu vit heili 5-2 móti Skála í fyrsta dystinum, og tá byrja vit at hugsa »vit eru suverenir – vit fara at hølva alt av«. Orsakað av hesum hava vit ikki stríðst nóg nógv í seinastuni, og tí taptu vit móti B71 og GÍ, sigur ein erligur Páll M. Joensen.
Hjá Páll fyllir fótbólturin alt. Hann brúkar nógva tíð til at spæla fótbólt, og hann hyggur eisini nógv at fótbólti í sjónvarpinum.
- Eg fylgi væl við. Eg haldi við Juventus, men tað er so óinteresant í ár, tí at teir spæla í næstbestu deildini. Fótbólturin tekur sera nógva tíð, og hann hevur fyrstu raðfesting, sigur Páll.
Hann arbeiðir í barnagarðinum á Velbastað. Hann ætlar at byrja í HF í summar.
- Mær dámar væl at arbeiða í barnagarðinum. Eg hugsi um at taka onkra útbúgving, sum hevur við fólk at gera, sigur Páll.

Troyttur av prátinum
Páll hoyrdi nógv frá kendum og ókendum, tá ið málið um hansara spæliloyvið stóð uppá.
- Í fyrstani helt eg, at tað var eitt sindur óinteresant. Eg hevði einki við tað at gera, so eg visti ikki, hví eg skuldi vera knýttur at málinum. Men eg skoraði mest mál hesa løtuna, sum málið stóð úppa. Tað gav mær eitt eyka sjálvsálit og motivatión at eg var í fokus, sigur Páll, sum tó til endans gjørdist troyttur av at hoyra allar viðmerkingarnar frá fólki.
- Fólk spurdu meg konstant um spæliloyvið, og til endans gjørdist eg troyttur av tí. Tá gjørdist tað bara til rutinusvar, tí at eg visti ikki meira enn tey. Børnini í barnagarðinum kalla meg mítt fulla navn, Páll Mohr Joensen, tí at tað er tað, sum tey hava hoyrt í fjølmiðlunum, sigur Páll við einum smíli.

Satsar uppá landsliðið
Páll hevur eisini spælt hondbólt eitt ár, men hann slapp ikki at halda fram.
- Mær dámdi væl at spæla hondbólt, men eg slapp ikki at halda fram. Ion Gelgau, sum var venjari tá, vildi ikki loyva mær at spæla hondbólt og fótbólt. Eg hyggi tó nógv at hondbólti, har ið eg haldi við Kyndli.
Páll hevur nøkur persónlig mál innan fótbóltin.
- Eg vil býta meg fastan á HB-liðið, og so vil eg fegin halda fram við HB tradisjónini. Nú spæli eg við U-21, og har vóni eg at klára meg væl, so at eg møguliga einaferð sleppi á A-landsliðið, sigur Páll M. Joensen at enda.





Páll um politikk

- Eg fylgir alt ov illa við. Hevði fegin viljað fylgt betri við, men tað er ov óinteresant. Tá ið eg royni at lesa ella lurta, so klári eg ikki at konsentrera meg

Páll um skúla

- Eg havi ongantíð tímað at gingið í skúla. Fólkaskúlin var forferdiligur, tí at eg tímdi ikki skúlan. Eg hevði tað annars fínt, men eg tímdi bara ikki

Páll um mat

- Foreldrini gera sum oftast mat. Men omma dugir best. Tað er kanska eisini tí, at hon lovar mær at velja matskránna. Føroyskur matur er tað besta

Páll um trúgv

Tað týdningarmesta er, at tú fylgir moralinum í Bíbliuni. So velur tann einstaki, hvussu hann ger tað


Fakta

Navn: Páll Mohr Joensen
Føddur: 29. juni 1986
Foreldur:Mourits og Emi Joensen
Starv: Arbeiðir í barnagarðinum við Velbastað
Spælir fótbólt við HB
Páll er stakur