Í vikuni hevur Olaf S. Thomsen givið út fyrstu bók sína, sum kallast "Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen".
Høvundurin sigur, at tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum og øðrum, sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins.
Tilfarið er skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019 og sambært rithøvundanum sjálvum hevur Olaf alt sítt tilkomna lív livað eina heldur friðarliga og lítillátna tilveru við frástøðu frá øðrum fólki. Flestu vildu rópt hann einabúgva, leggur hann aftrat.
- Um eg skuldi verið so óheppin, at deyðin bankar á dyrnar í dag, so fær hann meg ikki við sær í fullum líki. Eg havi seinastu tíðina umskapað meg til blaðsíðurnar, ið nú verða givnar út, og tí kann eg liva víðari um ævir.
Hann leggur aftrat, at sum ein tiðnaður mammutur kann Olaf S. Thomsen nú standa sum prýði inni í stovuni ella á náttborðinum hjá fremmandafólki.
Í bókini fær lesarin innlit í innastu tankar og gerðirnar hjá Olafi, og sjálvur sigur høvundurin, at bókin er eitt persónligt val, ið hann hevur útsett í mong ár.
- Hetta er eitt kompromis, ið eg havi verið noyddur at gera. Vit fáu, ið velja menniskjaliga sambandið frá - vit hava eisini rík lív! Og tað lívið vil eg nú fegin lata fólki fáa innlit í. Aloftast eru tað vit, ið eiga svørini, ið onnur ikki síggja.
Sjálvur sigur høvundurin, at hóast einliga lívið, hevur Olaf S. Thomsen familju í Føroyum, me hesi taka ikki undir við lívsháttinum hjá honum, men hesi fólkini verða ikki nevnd við navni í bókini, sum telur 261 blaðsíður.
##med2##