Hon kom á mál eftir Steinbjørn Jacobsen og Rana Nolsøe á Tjóðveldislistanum og fekk tí pláss í býráðnum, nú Tjóðveldisflokkurin fekk tríggjar limir.
- Eg havi stríðst fyri at koma inn, men eg eri ikki komin inn upp á at lova eitt og annað, segði Jórun Høgnesen eftir valsigurin hjá Tjóðveldisflokkinum.
- Tað er eyðsýnt at fólk ynskja broytingar, og nú fara vit sjálvandi eftir leiðsluni í býráðnum, segði hon.
Jórun Høgnesen er skúlalærari, og skúlin er eisini eitt av málunum, sum stendur henni nær, men hon nevnir eisini barnaansing og eldraøkið.
- Tað er kanska vanligt fyri kvinnur, at vit hugsa mest um tey bleytu økini.
Jórun verður triðja kvinnan í býráðnum í Klaksvík.