- Eg havi álit á gíslatakarunum – ikki tykkum

Stokkholmsyndromið. Hetta kriminalpsykologiska heitið eigur sín uppruna í einari gíslatøku á Norrmalmstorginum í Stokkholm, tá 32 ára gamli Jan-Erik Olsson tók fýra gíslar á høvuðsdeildini hjá táverandi Kreditbanken. Í miðdeplinum av hesi gíslatøku – og annar parturin av upprunanum til Stokkholmsyndromið – er tann í Føroyum ikki heilt ókendi Clark Olofsson. Í sambandi við útgávuna av sama navni hjá bólkinum 200 hyggja vit at tí, sum fór fram hesar augustdagarnar í 1973, og hvat tað var, sum skapti umrødda heiti

Mest kenda brotsverkið í svenskari søgu – um sæð verður burtur frá Palme-morðinum – fór fram frá 23. til 28. august 1973. Hetta gísladrama er upprunin til kriminalpsykologiska fyribrigdi, Stokkholmsyndromið, sum føroyski tónleikabólkurin, 200, nýtir sum heiti á nýggjari fløgu.

Tey flestu okkara hava uttan iva hoyrt hetta heitið nevnt áður, og nógv vita eisini, at hetta stavar frá einari gíslatøku í Stokkholm, men hvat tað var, sum í smálutum fór fram hesar dagarnar í august, vita helst tey fægstu.

Við tilfari úr svenska Aftonbladet og internetsíðum – millum aðrar Wikipedia – skulu vit greiða frá, hvat fór fram hesar seks dagarnar í august 1973.

Klokkan var júst farin av 10 fyrrapart hósdagin 23. august 1973, tá Jan-Erik Olsson, vanliga nevndur Janne, kom inn í deildina hjá Kreditbanken (núverandi Nordea) á Norrmalmstorginum í Stokkholm. Ílatin brúnan parúkk, sólbrillum og við brúnkremi á andlitinum tekur hann eina skammbyrsu úr taskuni, skjýtur fleiri ferðir upp í loft og rópar: »Hendan veitslan er bert byrjað!«.

Hann tekur eitt radio úr taskuni, setur tað á diskin og skrúvar fult frá. Einki annað ljóð enn rocktónleikur fyllir rúmið, tá Janne biður eitt starvsfólk um at binda tríggjar kvinnur, 23-ára gomlu Kristin Enmark, skrivara, Elisabeth Oldgren, kassadamu (21) og Birgittu Lundblad (32).

Aftur skjýtur hann upp í loft og rópar: »Veitslan er bara byrjað«.

 

Loysikrøv

Løgreglan er skjót á staðnum. Fyrstir eru Morgan Rylander og Ingemar Warpefeldt, og teir fara inn í bankan. Tá Janne Olsson sær teir spyr hann, av onkrari ókendari grund á enskum, »Are you a policeman«. »Yes, I am«, svarar Ingemar Warpefeldt ovfarin.

Tá skjýtur Janne Olsson móti Warpefeldt, rakar hann í hondina og gevur honum mein fyri lívið. Meðan Warpefeldt liggur eymkandi og bløðandi á gólvinum, gevur Janne hinum løgreglumanninum, tí nú ræðslusligna Morgan Rylander, boð um at seta seg í ein stól, har hann biður hann syngja okkurt.

Øll eru púra ørkymlað, men tá Janne Olsson veittrar hóttandi við skammbyrsuni, byrjar Morgan Rylander at syngja »Lonesome Cowboy«, har hann situr í stólinum.

Mitt í øllum ger ein eldri, væl ílatin maður um seg, og við deyðsforakt fer hann beint móti ránsmanninum.

- Eg geri ein samfelagsinnsats, halt uppat við hesum tvætlinum, segði hann.

Teir báðir løgreglumenninir mugu føra gamla mannin út.

Tað er leiðarin fyri harðskapsdeildini, sum fyrst fær at vita kravboðini hjá Janne Olsson:

»Clark Olofsson skal latast leysur úr fongslinum í Norrköping og førast til bankan. Løgreglan skal lata mær tríggjar milliónir krónur, tvær skammbyrsur, skottryggar vestar og ein skjótan bil«.

 

Ringja til Palme

Kravboðini verða borin víðari til Olof Palme, forsætismálaráðharra, og Lennart Geijer, løgmálaráðharra, sum velja at eftirlíka krøvunum.

Løgreglan førir klokkan fýra seinnapartin sama dag Clark Olofsson í hondjørnum til bankan. Ein bláur Ford Mustang verður parkeraður uttan fyri bankan. Í bilinum hevur løgreglan goymt ein radiosendara so løgreglutyrlur kunnu spora bilin.

Kriminalovastin, Håkan Larsson, spyr um loyvi at skjóta brotsmenninar og fær klárboð, men ov seint er. Gíslatakarin, gíslar og Clark Olofsson hava tá forskansað seg í bankahválvinum, har bankaboksirnar eru goymdar. Har inni finna teir bankamannin, Sven Säfström, sum hevði goymt seg har. Hann verður eisini tikin gísli.

Dramaið er longu vorðið ein raðsending í sjónvarpinum. Um somu tíð liggur gamli kongurin, Gustaf VI Adolf, fyri deyðanum á Helsingborg sjúkrahúsinum, og tíðindini frá Norrmalmstorginum verða tí vavd inn í viðmerkingar um heilsustøðuna hjá kongi.

Stutt undan miðnátt ringir telefonin á forsætisráðharraskrivstovuni hjá Palme. Tað er Janne Olsson.

- Sleppa vit ikki úr bankanum, verða skjótt eingir gíslar eftir, skrálar hann.

Palme hoyrir eitt kvinnuskríggj, og so byrjar ránsmaðurin at telja niður frá tíggju. Janne Olsson hevur tikið kvørkratak á Elisabeth Oldgren. Samrøðan verður avbrotin, áðrenn Janne er liðugur at telja niður.

 

Fyrsta tekinið

Dagur tvey byrjar við einari misskiljing. Løgreglan heldur, at ránarin er horvni brotsmaðurin, Kaj Hansson, og tí hava teir flogið bróður Kaj Hansson frá Skåne fyri at tosa ránsmannin til sættis. Svarið verður ein skotsalva.

Kaj Hansson hugnar sær á Hawaii, og tá hann lesur um hendingina í einum dagblaði, ringir hann heim til Svøríkis fyri at avsanna nakran leiklut í brotsgerðini. Hetta førir so aftur til, at hann verður handtikin og sendur heim aftur til Svøríkis.

Um 17-tíðina henda næsta dagin fær Olof Palme aftur eina uppringing úr bankanum. Hesaferð er tað gíslin, Kristin Enmark, sum ringir.

- Eg eri veruliga ógvuliga vónsvikin av tær, Palme. Eg havi verið javnaðarfólk alt mítt lív, og nú haldi eg, at tú situr og spælir við okkara lívum. Eg eri als ikki bangin fyri teimum, ikki á minsta hátt desperat. Kunnu tit ikki lata okkum fara avstað, Clark og ránsmannin?

Hetta er fyrsta tekinið upp á tað, sum í øllum heiminum seinni verður kent sum Stokkholmsyndromið – góðkenslan hjá gíslanum fyri gíslatakaranum.

Ímeðan gongur Clark Olofsson runt í hválvinum og syngur uttan íhald sangin hjá Robertu Flack, »Killing me Softly«.

Nú tekur løgreglan eina av løgnastu avgerðunum undir øllum Norrmalmstorgdramainum, nevniliga at avbyrgja ránsmeninar og gíslarnar í hválvinum. Hetta økir intensitetin munandi og førir til, at Janne Olsson við jøvnum millumbilum leggur snarur um hálsin á gíslunum.

Hann tosar við gíslarnar um, hvør teirra skal doyggja fyrst. Sven Säfström roynir at verja lívið hjá kvinnunum og setur upp á, at ránarin skal skjóta hann fyrst.

 

Yvirlivilsisstrategi

Clark Olofsson verður sagdur at vera hann, sum kølir niður støðuna gjøgnum tey seks døgnini, tey eru forskansað í hválvinum, við einari ruskspann í eina horninum, at gera tað neyðuga av sær í.

Fjórða dagin hoyrist eitt skurrandi ljóð inni í hválvinum. Løgreglan er byrjað at bora. Knappliga verður bølamyrkt, ein leidningur er kvettur av.

Tá hol er komið í, lorar løgreglan eina battarí lampu niður í hválvið. Telefonin ringir, Sven Säfström tgekur hana og skrálar:

- Hvat tit so gera, gassið okkum ikki!

Janne Olsson bindur snarur og hongur í bankaboksirnar. Við jøvnum millumbili leggur hann tær um hálsin á gíslunum.

Gjøgnum holið í loftinum lorar løgreglan eitt myndatól niður og tekur eina mynd. Hetta verður til svenska kriminalsøgu og er mest sannlíkt ein av heimssøguni best dokumenteraða mynd av einum brotsverki.

Deyðaræðslan í eygunum á gíslunum og staranin av Clark Olofsson beint inn í myndatólið, sigur alt um støðuna í hválvinum.

Mánadagin lorar løgreglan mat og øl niður í hválvið, øl við svøvnevni í. Men tað varnast Janne og Clark beinanvegin.

Gíslar og gíslatakarar eru nú sjóðað væl saman móti tí, sum tey uppfata sum eina felags hóttan – løgregluni. Stokkholmsyndromið verður skapt og verður eitt heiti í psykiatriini. Mest ítøkiligu frágreiðingina hevur Kristin Enmark sjálv givið í einari samrøðú 20 ár seinni:

- At søkja samskiljan í einari kroystari støðu er ikki so undarligt – tað er ein yvirlivilsisstrategi.

 

Dramaið endar

Týsdagin, dag seks, skal dramaið enda. Borað verður av øllum alvi, og ljóðið í hválvinum er øgiligt. Janne Olsson skjýtur eitt skot gjøgnum eitt av holunum, tá løgreglumaðurin, Olle Abrahamsson, skal leggja út yvir skottrygt glas, fyri á tann hátt at gera hetta til eitt trygt hyggihol. Hann verður raktur í hondina og kjálkan, og yvirlivir bert tí hann hevur marginalarnar á sínari síðu.

Eftir hetta sprænir løgreglan inn gass. Teir hava fingið abolitión frá stjørnini. Tað merkir, at teir, um teir meta tað neyðugt, kunnu skjóta og drepa Janne Olsson og Clark Olofsson, uttan aftaná at skula forklára seg ella risikera rættarligt eftirspæl.

Eitt róp hoyrist inni í hválvinum.

- Vit yvirgeva okkum. Tramin í hatta gassið.

Løgreglumenninir Håkan Larsson og Johnny Johnsson eru servandir til uppgávuna. Báðir eru til reiðar at storma inn í hválvið og skjóta frá hond við teimum til endamálið avsagaðu høglbyrsunum. Men teir eru róligir. Teir krevja, at gíslarnir koma út fyrst.

Kristin Enmark vil ikki koma út at byrja við, hon er rædd fyri, at løgreglan skal fara illa við Clark Olofsson. At enda koma gíslarnir tó út.

Teir báðir løgreglumenninir fara síðani inn í hválvið, binda Janne Olsson fastan millum sín við handjørnum og renna út við honum. Seinni siga teir, at hetta varð gjørt fyri at bjarga lívinum hjá Janne Olsson, tí tað vóru fleiri løgreglumenn, sum fegnir høvdu dripið hann.

Úti á Norrmalmstorginum snara teir runt sum eitt slag av uppvísningi fyri miðlunum.

Sagt verður, at Kristin Enmark fleiri ferðir seinni skal hava hitt Clark Olofsson.

- Vit hava hitst av og á. Eg kenni hansara familju og hann mína, hevur hon greitt frá í einari samrøðu.

Rætturin dømdi Clark Olofsson seks og eitt hálvt ára fongsul fyri meðvirkan tá mett var, at hann inni í hválvinum fór í part við Janne Olsson. Men málið var torskilt. Hann varð jú førdur til bankan í hondjørnum av løgregluni eftir boðum frá stjórnini.

Blaðmaðurin, Roland Aldeheim, gjørdi 20. mars 1974 viðmerkingar til dómin í Expressen undir yvirskriftini »Clark burdi longu verið frælsur maður«:

»Við hastiligu og oyðandi avgerðini hjá stjórnini hevur Clark Olofsson gjøgnum bankadramaið og eftirfylgjandi dóminum heilt óneyðugt mist enn eitt ár av sínum dýrabæra lívi«.

Svea høvuðsrættur fríkendi seinni Clark Olofsson heilt.