uttanríkismálum. So fáa vit í hvussu so er frið á tí økinum, tykist hugsanin vera. Vit skilja væl álvarsomu atfinningarnar, men undrast so eisini yvir, at farið var undir enn eitt skeið undir einum so ótíðarhóskandi [...] ABC I var so lítið at sær komið, at Løgtingið ikki so mikið sum fekk eitt einasta uttanríkispolitiskt orðaskiftið øll tey fýra árini, meðan hetta málsøkið lá undir hesum løgmanni. Sum skilst, so skulu vit [...] skeiðið, so sæst einki til nakað skjótt úrslit, og enn minni til nakað úrslit yvirhøvur. Samgongumenn eru ístaðin so ósamdir sínámillum um, hvagar leiðin gongur, at ein teirra heldur, at best er bara at gera
Børn, sum eru so nógv innløgd skulu hava onkrar góðar upplivingar, so alt ikki bara verður sjúkrahús, sjúka og einsemi. Pengarnir, sum koma inn í sambandi við súkklutúrin til París, fara fyri ein part til [...] sindur á beinunum, so vit fóru nakrar ferðir til lækna við henni. Eftir eina tíð bleiv hon koyrd í skannaran á Landssjúkrahúsinum, sum vísti, at hon hevði ein svull á heilanum. Og so bleiv alt fyri eitt [...] boðini um, at dóttir tín er sjúk, og at tað er nakað so álvarsamt sum krabbamein í heilanum, tað er eitt totalt sjokk. Tú roynir bara at fylgja við í tí, sum fer fram, og áðrenn tú veitst av, stendur tú á
sjúk av passivari royking& Tá ein veit hetta, kann ein so longur bara síggja royking sum eina persónliga sak, sum eingin eigur at blanda seg uppí? Til samanlíkningar doyggja bara umleið 400 til 500 fólk í [...] sjóneykuna á slík evni er so lítil, gerst tilvitanin um samanhangin millum tað persónliga og samfelagslívið sum heild eisini avmarkað. Ein privat sak? Tak nú bara eitt evni sum royking. Føroyingar roykja [...] við at siga: Jamen, eg kenni ein, sum livdi til hann var 97, og hann roykti sum ein trolari alt sítt lív! , tí sjálvandi finnast undantøk, men hvør sigur, at júst tú verður so heppin? Hagtølini lúgva ikki
verða verri fyri bæði so og so. Tey óttast strongd og fleiri sjúkradagar, og tað fer so aftur at ganga út yvir búfólkini, tí við slíkum ógvusligum sparingum, sum fráboðaðar eru, kann ikki væntast, at nakar [...] heilsumálum. Mary í Garði, stjóri fyri heimarøkt og serforsorg, sigur, at talan kann bert vera um lokalar sparingar, sum komnar eru av, at ellisheimið í Vágum hevur fingið boð um at rætta upp aftur gamalt [...] broytast. Tað fer so at gera, at tey í eitt nú sjey tímar skulu klára tað sama, sum fleiri fólk skuldu gera í átta tímar. ?Tað sigur seg sjálvt, at her fer tænastan at versna. Ikki bara tí, at vit hava minni
myrkur og rúsdrekka – sum gera, at hann kann óttast eina vanlukku. - Tað ger tað sjálvandi eyka trupult, um nakað er áfatt, meðan myrkt er. Tá er nógv verri at leita, og tí kann vera truplari at fyribyrgja [...] hetta er nakað, sum tey ikki eru heilt álvulig við á politistøðini. - Eg má siga, sum er, at eg krympið tærnar viðhvørt. Serliga er tað, tá fólk kenna seg trýst til at gera tað. Og so er spurningurin eisini [...] seg eftir hesum sum serstakt fyribrygdi. Men vit vita sjálvandi, at hetta er nakað, sum rørir seg, og vit eru eisini til reiðar at seta inn, um tað gerst neyðugt. Hetta er tó nakað, sum hendir um alt landið
dag. Heðin Mortensen, sum tekur við sum borgarstjóri á nýggjárinum sigur, at hann fær einki gjørt við málið, men at hann ikki heldur hetta vera rætta staðið til skoytubreytina, sum í øllum førum ikki verður [...] skuldi leggjast á Nólsoyar Pálstorgið varð almannakunngjørd. Men trupulleikin er bara tann, at skoytubreytin ikki bara skal liggja á troginum, men eisini á vegnum millum Tórsgøtu/Mylnugøtu og Skálatrøð [...] óttast kaos. Ætlanin merkir, at eingin bilferðsla kann koyra millum Vaglið og Skálatrøð. Sera nógvir bilar koyra allan dagin aftur fram á hesum vegastrekki, sum er høvuðsferðsluleiðin til stóra parkeringsøkið
samgongan avgjørt at strika prístalsviðgerðina, so at ríkisveitingin skal vera eitt fast krónutal um árið. Tað fer at gera hana minni og minni verda, so hvørt sum prísirnir hækka. Men samgongan ætla at gera [...] um at ríkisveitingin skuldi prístalsviðgerast, so at hon fylgir prísgongdini. Men tað varð gjørt við einum uppskoti, sum varð lagt fyri Løgtingið, og sum Løgtingið, og danska Fólkatingið, samtykti. Men [...] um donsku ríkisveitingina er so prinsipielt, at Løgtingið eigur at sleppa at viðgera allar broytingar, sum verða gjørdar. - Tað er løgið, at samgongan av sínum eintingum kann strika ásetingarnar í eini lóg
andar inn frá sigarettini. Fyrrverandi hermaðurin, sum bardist andlit til andlits móti Hizbollah-militsum í ein mánað í Suðurlibanon á sumri í 2006, og sum hetta fríggjakvøldið í Tel Aviv slappar av saman [...] jørðina í einum inferno av støvi, gróti, jørð og larmi. At vita, at tað heila kann vera liðugt hvørja løtu. Amoz og hansara vinfólk, sum øll hava verið ella eru í ísraelska herinum í tvey ella trý ár – kvinnurnar [...] sølt sár í sálini. Demonar, sum ikki doyggja. Tak t.d. Jonathan, sum stríddist á Vestara Áarbakka ímóti ymsum fraktiónum í PLO (Palestinian Liberation Organization), og sum líka síðani hevur verið í viðgerð
golfbreyt. Spurningurin er so, hvussu ein kann fíggja eina slíka golfbreyt. Tað skal ein so eisini kanna í næstum. Jákup Suni Lauritsen sigur, at kemur ein slík golfbreyt til Sørvágs, so fer hon at hava stóran [...] kunnu eisini varðar og føroysk gróthús verða nýtt sum forðingar, samstundis sum ein gevur breytini ein meiri serføroyskan dám. Týdningur fyri økið Ein stórur spurningur í hesum máli er sjálvandi kostnaðurin [...] havt samband við ein íslendskan arkitekt, sum hevur slíkar golfbreytir sum sítt serøki. Hesin vísti á, at lendið er sera gott. Har er góð valling og hóskandi við fleiri heyggjum í økinum, sum fara at geva
firðir og sund við kostnaðin gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Ein samanbering vísti, at ferjuflutningurin var upp í fimmogtjúgu ferðir so dýrur, sum samsvarandi flutningur gjøgnum undirsjóartunlarnar var. Um [...] burturúr íløguni. Ferðaætlanin, sum skuldi koma árið fyri, nærkast nú árinum eftir, og játtanin til lægri prísir er blivin so heit, at hon framvegis liggur óbrúkt. Og tað er ikki bara á hesum øki, at atgerðaloysið [...] á ís. Sami landsstýrismaður, sum í meira enn ett ár hevur sagt seg hava loyst øll mál á útlendingaøkinum “um ein mánað,” heldur framvegis fast um henda eina mánaðin sum freist, meðan loysnirnar nærkast