Óttast vanlukku

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tey tíbetur ikki hava merkt nakað til hoppi-bylgjuna, men hann viðgongur, at tey viðhvørt krympa tær á politistøðini

Um vikuskiftið sóust onkra staðni bíðirøðir uttan fyri vertshús. Og bíðirøðirnar vóru altso ikki fyri at sleppa inn á vertshúsið, men fyri at sleppa at leypa á blámann. Og hetta er nakað, sum tey ikki eru heilt álvulig við á politistøðini.
- Eg má siga, sum er, at eg krympið tærnar viðhvørt. Serliga er tað, tá fólk kenna seg trýst til at gera tað. Og so er spurningurin eisini, hvussu eitt nei verður virt hjá teimum, sum eggja til at leypa, sigur Halgrím Hansen, vaktleiðari á politi­støðini í Havn.
Spurdur, um íkomna hoppi­dillan gevur løgreglu­ni eyka arbeiði við at hal­da eyga við fólki, sigur Hall­grím, at tað ger hon ikki.
- Vit Hava ikki lagt seg eftir hesum sum serstakt fyribrygdi. Men vit vita sjálvandi, at hetta er nakað, sum rørir seg, og vit eru eisini til reiðar at seta inn, um tað gerst neyðugt. Hetta er tó nakað, sum hendir um alt landið, og tí er vónleyst hjá okkum at halda eyga við øllum, sigur Hallgrím Hansen.
Hann leggur tó dent á, at tað serliga eru tvey viður­skifti – myrkur og rús­drekka – sum gera, at hann kann óttast eina vanlukku.
- Tað ger tað sjálvandi eyka trupult, um nakað er áfatt, meðan myrkt er. Tá er nógv verri at leita, og tí kann vera truplari at fyri­byrgja eini vanlukku.Og sjálv­andi er tað ikki nakað gott hugskot, um fólk eru rúsað, tá tey ætla sær at leypa, sigur vaktleiðarin.
Hann vil tó á ongan hátt frá­mæla fólki at loypa á blá­mann.
- Eg haldi bara, at fólk skulu hugsa seg væl um. Undir skipaðum viður­skift­­um, so er hetta eingin trupul­­leiki, og ikki minst er týdningarmikið, at tú ikki ert einsamøll ella –mall­ur. Tá ein skal filma, so eru sjálvandi minst tvey til staðar, men tú kanst eisini yvirmeta, hvat ein einsa­mallur persónur kann gera, um illa ber til, sigur Hall­grím Hansen.