Hergeir Nielsen
Við jøvnum millumbilum síggja vit Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmann, hartað landsstýrið fyri ikki at taka uttanríkispolitisku viðurskifti Føroya í nóg stórum álvara.
Hesum eru fólk flest samd við honum í.
Saman við Grønlandi liggja Føroyar sum einastu lond í vesturheiminum leysar av teimum stóru handisligu sambondunum, ES og EFTA, og hetta halda vit okkum hava ráð til.
Fyri at skulka okkum undan størri politiskum avgerðum hava vit verið ófør til at seta nevndir og framleiða álit.
Harafturat hava vit verið ófør til at seta kós misvísandi inn í eitt samgonguskjalið fyri og annað eftir.
Vit fingu eitt blátt álit um møguleikarnar fyri samvinnu við Evropeiska Samveldið í august 1995.
Vit fingu eitt reytt álit við frágreiðing um samráðingar við Europeiska Samveldið í juni 1998.
Vit fingu eina ABC I samgongu í januar 2004, sum boðaði frá, at arbeiðast skuldi fyri gagnligastu marknaðaratgongd við ES og onnur lond.
Vit fingu eina ABC II samgongu í septembur 2008, sum boðaði frá einum nýggjum Evropapolitikki.
Í hesum seinasta nosinum skuldu enntá tvey kanningar- og útgreiningararbeiði fáast frá hondini skjótast gjørligt:
a) møguleikan fyri EFTA-limaskapi,
b) treytir eru fyri at gerast partur av ES.
Hóast skjótt eitt ár er farið av hesum skeiðið, so sæst einki til nakað skjótt úrslit, og enn minni til nakað úrslit yvirhøvur.
Samgongumenn eru ístaðin so ósamdir sínámillum um, hvagar leiðin gongur, at ein teirra heldur, at best er bara at gera av við landsstýrismannin í uttanríkismálum.
So fáa vit í hvussu so er frið á tí økinum, tykist hugsanin vera.
Vit skilja væl álvarsomu atfinningarnar, men undrast so eisini yvir, at farið var undir enn eitt skeið undir einum so ótíðarhóskandi landsstýrið.
ABC I var so lítið at sær komið, at Løgtingið ikki so mikið sum fekk eitt einasta uttanríkispolitiskt orðaskiftið øll tey fýra árini, meðan hetta málsøkið lá undir hesum løgmanni.
Sum skilst, so skulu vit ikki væntað okkum stórvegis meira á hesum sinni.
Hava vit ráð til tað?
Vísandi til eldhugan at skriva álit eiga vit ikki at gloyma Visjón 2015, aðalskriftið um mál og vegir hjá hjá Edmundi Joensen og teimum.
Greiða niðurstøðan frá einum av strategibólkunum í hesum riti var, at formligu viðurskifti Føroya við danska ríkið vóru størsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kundu luttaka á jøvnum føti við onnur lond.
Sagt varð, at stjórnarættarliga støða Føroya var ein avmarking, eitt nú tá tað ráddi um føroyskan limaskap í ymiskum millumtjóða felagsskapum.
Hóast greiðu niðurstøðurnar í árligum ritum, álitum og ráðstevnum, so velja okkara skiftandi landsstýri at seta enn fleiri strategibólkar at siga tey somu tingini enn eina ferð.
Formaðurin í Færøudvalget boðar nú frá, at Ísland fer við ferð framvið okkum, og tað er ein skilagóð eygleiðing.
Í stjórnarrættarligu skipan støðu Íslands er jú eingin avmarking. Ísland kann jú saktans søkja sær limaskap í ymiskum millumtjóða felagsskapum eitt nú ES, vilja teir tað, so har ber til at seta ferð á.
Her hjá okkum er alt so fløkt, at her ber einki til.
Í Føroyum seta vit strategibólkar fjórða hvørt ár til at tryggja okkum, at einki hendir.










