- Hetta er eitt sindur undarligt!
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, er ørkymlaður av avgerðini hjá samgonguni at frysta donsku ríkisveitingina til Føroya fasta.
Undanfarna samgonga fekk avtalu í lag við donsku stjórnina um at ríkisveitingin skuldi prístalsviðgerast, so at hon fylgir prísgongdini. Men tað varð gjørt við einum uppskoti, sum varð lagt fyri Løgtingið, og sum Løgtingið, og danska Fólkatingið, samtykti.
Men nú hevur hendan samgongan avgjørt at strika prístalsviðgerðina, so at ríkisveitingin skal vera eitt fast krónutal um árið. Tað fer at gera hana minni og minni verda, so hvørt sum prísirnir hækka.
Men samgongan ætla at gera hetta í eini avtalu við donsku stjórnina, UTTAN at leggja málið fyri Løgtingið.
Og tað ørkymlar Bárð á Steig Nielsen, tí hann sigur, at málið um donsku ríkisveitingina er so prinsipielt, at Løgtingið eigur at sleppa at viðgera allar broytingar, sum verða gjørdar.
- Tað er løgið, at samgongan av sínum eintingum kann strika ásetingarnar í eini lóg, Løgtingið hevur samtykt.
Hann sigur, at í Tjóðveldi, sum umsitur fíggjarmál, munnu tey eisini halda, at ríkisveitingin er prinsipiell, tí í 2012 kærdi Høgni Hoydal, undanfarnu samgongu fyri Landsstýrismálanevndini, tí hon hevði samráðst við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina, uttan so mikið sum at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina.
Landsstýrismálanevndin var samd í at tað var brot á stýrisskipanarlógina.
- Tí er tað løgið, at samgongan nú heldur, at hon kann broyta ríkisveitingina, púrasta uttan um bæði Løgting og uttanlandsnevnd.
- Lata vit hetta ganga, kunnu vit óttast fyri, at samgongan fer at minka ríkisveitingina, uttan at Løgtingið so mikið sleppur at siga sína hugsan.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at Sambandsflokkurin fer at krevja, at Løgtingið sleppur at viðgera spurningin.
- Vil samgongan ikki tað, er tað ein nýggj støða, og so mugu vit taka støðu til, hvat vit so skulu gera, sigur hann.
Hann vil ikki svara, um hann fer at kæra samgonguna fyri Landsstýrismálanevndini, tí hann vil ikki brúka hana at hótta við. Hann heldur ikki, at Landsstýrismálanevndin skal ikki vera fótatraðk og verða brúkt at hótta við, tí hon skal bara brúkast til at taka støðu til prinsipiellar spurningar.
Hann men hann ásannar samstundis, at nettupp ríkisveitingin er ein rættiliga prinsipiellur og álvarsligur spurningur, tí tað, samgongan ger, er brot á vanliga mannagongd.
- Lógarmál skulu viðgerast í Løgtinginum, staðfestir hann.
Kristina Háfoss hevur sagt í Løgtinginum, at tað er løgfrøðiliga ráðgevingin hjá landsstýrinum, sum sigur, at tað er óneyðugt at leggja tað fyri Løgtingið.