Hergeir Nielsen
Í oktober mánaði í fjør skutu vit upp at javnseta flutningskostnaðin um firðir og sund við kostnaðin gjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Ein samanbering vísti, at ferjuflutningurin var upp í fimmogtjúgu ferðir so dýrur, sum samsvarandi flutningur gjøgnum undirsjóartunlarnar var.
Um ársskiftið royndu vit yvir fíggjarlógina at avtaka og í øðrum lagi at lækka henda kostnað munandi, men tað var sum at vísa hundi brand.
Vit hildu ójavnan upp í fimm og tjúgu ferðir vera órímiligan og oyðileggjandi fyri kappingarføri úti um landið, meðan landsstýrismaðurin helt væl til standa.
Vit royndu í sjálvstøðugum uppskotum, og vit royndu yvir fíggjarlógina, men alt varð kveistrað til viks sum grenj og møsn.
Meðan landsstýrismaðurin onga roynd gjørdi og einki stig tók til at lækka kostnaðin, so eyðnaðist kortini at fáa meiriluta á tingi fyri hesum átaki.
Hetta var um ársskiftið 2006/2007.
Nú vit fara um longsta dag í 2007 sigur landsstýrismaðurin við útvarpið, at hann fær einki gjørt við tær 5 mió.kr., sum løgtingið bar honum upp í hendurnar um ársskiftið, og at hann framvegis bíðar eftir politiskum signalum.
Landsstýrismaðurin er komin eftir, at um hann lækkar prísirnar í ár, noyðist hann at hækka teir aftur, tá fíggjarárið rennur út. (Útvarpið 8. juni 2007)
Atgerðaloysi kostar her og har, og skilligt er, at landsstýrismaðurin er gyrdur í brókum, nú hann sær seg noyddan at hækka flutningsgjøldini aftur 14 dagar undan vali.
Ongantíð kom hann sjálvur við nøkrum uppskoti um økt túratal, og heldur ikki kom hann við nøkrum uppskoti um lægri flutningskostnað.
Sami maður, sum lá í signalloysi, tá hann lækkaði tunnilsgjøldini við 25%, og hækkaði koyggjugjøldini við 300%, sigur seg nú bíða eftir signalum frá einum løgtingi, sum er farið í summarfrí.
Skil tað, hvør ið kann.
Ferðamannalandið Føroyar 2007, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, hevur fyri rúmari tíð síðan skipað seg í føstum sambandi og í lýstum ætlanum um firðir og sund.
Suðuroyggin er kortini ikki við í hesi ætlan.
Vit fingu ein stásiligan Smyril fyri 1½ ári síðan við veldugum møguleikum, men framvegis sakna vit tann rætta politiska viljan og tað rætta handalagið, so at nakað skilagott fæst burturúr íløguni.
Ferðaætlanin, sum skuldi koma árið fyri, nærkast nú árinum eftir, og játtanin til lægri prísir er blivin so heit, at hon framvegis liggur óbrúkt.
Og tað er ikki bara á hesum øki, at atgerðaloysið rópar til himmals.
Hóast greiðar - og enntá skrivligar avtalur millum landsstýrismannin og allar kommunurnar í Suðuroynni - hevur sami landsstýrismaður kveistrað hesar somu avtalur til síðis og hevur lagt sjálva vakstraravtaluna fyri Suðuroynna á ís.
Sami landsstýrismaður, sum í meira enn ett ár hevur sagt seg hava loyst øll mál á útlendingaøkinum “um ein mánað,” heldur framvegis fast um henda eina mánaðin sum freist, meðan loysnirnar nærkast árum. (Útvarpið 1. juni 2007)
Í Hvalba situr ein fremmand einsamøll mamma við barni sínum á áttanda ári og bíðar eftir eini loysn, og Gud hjálpi tú okkum, sigur landsstýrismaðurin nú, at spurningurin um hesi neyðars fremmandu menniskju, sum í áravís hava fingið lyfti um at fáa svar “um ein mánað,” nú aftur skulu brúkast í valstríðnum komandi.
Øll minnast vit valstríðið farna hjá hesum somu monnum:
"Vit fara ikki at blaka Føroyar víðopnar fyri øllum tí drasli, sum rekist runt.” -
"Fólkaflokkurin fer at stríðast alt tað, vit orka, fyri at halda slíkar hordir av fólki úti." (Í andgletti 12. januar 2004.)
Yuppie - facisman hevði ikki farran av gestablíðni í sær, men hon bergtók Javnaðarflokkin so mikið, at hann treytaleyst gav Fólkaflokkinum útlendingamálini - at liggja omaná.
Tjóðveldisflokkurin er sjálvandi gingin ímóti hesum rákinum hjá samgonguni, og sjávandi hava vit víst á skilagóðar loysnir.
Ferð eftir ferð hava vit roynt eftir undirtøku fyri at taka málsøkið undir føroyska umsiting, so at vit fáa virðiligar og skilagóðar loysnir, men eisini her møta vit mótstøðu frá heimastýrisflokkunum.
Tað er bara heilt ótrúligt, at teir sum umsita málsøkið nú á áttanda ári, rópa út í almenningin, at tað er...” væl hugsandi, at viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum verða ein partur í valstríðnum til næsta løgtingsval.”(Útvarpið 8. juni 2007.)
Hví ikki loysa trupulleikarnar, meðan valdið og amboðini eru í hondunum?
Ferðaætlanin, kostnaðarlegan, kappingarførið, vakstraravtalan, lívfrøðiliga margfeldi, Kyotosáttmálin og útlendingamálini, eru bara fá av mongum málum, sum liggja í atgerðaloysi á hægstu summartíð - tíverri.