Tað gjørdist greitt, nú ætlanin um at flyta standmyndina av Nólsoyar Pálli úr Vágsbotni, og at skoytubreytin skuldi leggjast á Nólsoyar Pálstorgið varð almannakunngjørd.
Men trupulleikin er bara tann, at skoytubreytin ikki bara skal liggja á troginum, men eisini á vegnum millum Tórsgøtu/Mylnugøtu og Skálatrøð. Tað merkir, at eingir bilar kunnu koyra millum Skálatrøð og Vágsbotn næstu 2-3 mánaðirnar.
Hetta fær fólk í miðbýnum at óttast kaos.
Ætlanin merkir, at eingin bilferðsla kann koyra millum Vaglið og Skálatrøð. Sera nógvir bilar koyra allan dagin aftur fram á hesum vegastrekki, sum er høvuðsferðsluleiðin til stóra parkeringsøkið á Skálatrøð.
Um bilar nú skulu eystanífra, eitt nú av Áarvegnum og út á Skálatrøð, skulu allir koyra niðan gjøgnum gongugøtuna, eftir Sverrisgøtu og Dr. Jakobsengøtu og so snara 180 stig við gamla kirkjugarð oman í Conradsbrekku, sum næstu mánaðirnar er einasta farleið til parkeringsøkið á Skálatrøð.
Einasti vegur av parkeringsøkinum er niðan gjøgnum trongu Sigmundargøtu og Bøgøtu niðan í trongu Dr. Jakobsensgøtu.
Fólk óttast eisini ferðsluna, sum sjálv skoytibreytin fer at hava við sær.
Alt í alt vænta fólk tað reina kaos í miðbýnum, nú jólini nærkast, dagarnir styttast og ferðslan økist.
Ein teirra, ið finst harðliga at hesum er Høgni Lützen, stjóri hjá P/F Valdemar Lützen á Skálatrøð, sum hevur sent kommunustjóranum í Havn eina kæru um málið.
Hann vísir á, at tað nú rættiliga fer at sansa at við ferðsluviðurskiftunum í Vágsbotni.
– Hetta fer at merkja stóran part av parkeringsplássunum á Skálatrøð sera negativt, ið so aftur eru kundar hjá vinnulívinum í miðbýnum og øðrum almennum veitarum í økinum.
Hann vil tí hava at vita, hvussu ferðsluviðurskifitni fara at vera í Vágsbotni frameftir og vísir á, at hann ikki eru hoyrdur vegna P/F Valdemar Lützen á Skálatrøð 14.
– Hví er tað so, spyr hann millum annað og leggur afturat, at famlja hansara, ið eigur ognina Bryggjubakka 2, ið er nærmast skoytubreytini, heldur ikki eru hoyrd í málinum og spyr, um tað er rætt farið fram.
Høgni Lützen spyr tí, um býráðið kann steðga hesi ætlanini við skoytubreytini, tá kommunan ikki hevur fylgt øllum mannagongdum.
– Tí vit ynskja at steðga hesi ørskaps-ætlan umgangandi, sigur hann í skrivinum til kommunustjóran, sum hann fegin vil hava svar upp á í kvøld.
– Tí annars ætlar hann sær alt fyri eitt at savna undirskriftir ímóti hesi ætlanini.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Anniku Olsen um hesa ætlan í dag.
Heðin Mortensen, sum tekur við sum borgarstjóri á nýggjárinum sigur, at hann fær einki gjørt við málið, men at hann ikki heldur hetta vera rætta staðið til skoytubreytina, sum í øllum førum ikki verður løgd har næsta vetur.
Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í teknisku nevnd sigur, at hann ikki var fyri hesi ætlan, tá hon var fyri í nevndini.
– Eg atkvøddi blankt, tí eg helt ikki, at málið var nóg væl upplýst. Eitt nú varð ikki upplýst, at at bilferðslan ikki kundi koyra millum Vágsbotn og Skálatrøð.
– Eg veit ikki, hvat vit kunnu gera, men eg kann í øllum førum vissa um, at soleiðis fara vit ikki at gera næsta vetur, sigur hann.