er gjørd við SEV um at leggja vatnleiðing niðan í Ryskivatn, so at vatn kann fáast haðani frá í brunnin í Vági, tá ið trot er. Jógvan Krosslá sigur, at ætlanin er at fara undir tað arbeiðið í ár, so at tað [...] reinsiverkið í Vági eisini eitt dømi um tað fjølbroytni, sum hóast alt er í føroyskum vinnulívi nú á døgum. Alt verkið sum tað er, er nevniliga gjørt í Føroyum, av føroyskum virkjum. Martin Dalá í Vági, gjørdi [...] stráliskipanina. Gudmund Larsen í Vági, hevur gjørt elarbeiðið, Talvuvirkið í Gøtu hevur gjørt automatikktalvurnar, Jóannes Thomsen í Fuglafirði hevur gjørt UV-talvuna. El-teknikk í Leirvík hevur eisini gjørt
fiskasløgum, eitt nú av kongafiski. Í 1998 góvu teir upp, at teir høvdu fiskað 162 tons upp og í 1999, góvu teir 66 tons upp. Í hesum uppgerðunum er kongafiskur taldur upp Men í fjør hava teir givið upp, at teir [...] hjá russarunum hevur verið samtaluevni hjá føroysku djúpvatnstrolarunum í nógv ár. Líka síðani miðskeiðis í áttatiárunum, tvs í eini 15 ár, hava vit gjørt myndugleikarnir varugar við, at framferðin hjá [...] var komið í meiri enn í helvt. Trokaðir burtur Bjarki Berg sigur, at sostatt eru lemmatrolararnir trokaðir burtur av øllum fiskileiðum hesi seinastu árini ? Tað livur ikki kongafiskur longur í økinum av
vágamonnum, sum í sín lut fingu fyrstu stigini um vikuskiftið. Lítið er at ivast í, at hetta verður ein av lykladystunum, sum í seinasta enda verða avgerandi fyri, hvat lið noyðist niður í aðru deild at [...] heimadystin í landskappingini í ár. Sum nevnt undan dystinum, so var tað tó ein stór uppgáva, sum nýggju menninir fingu. B36 er av mongum skýrt at vera FM-favorittur, meðan EB/Streymur er spátt at vera í hinum [...] Róligt í seinna Seinna umfarið gjørdist, um ikki ein oyðimarkargongd, so í øllum førum nakað róligari enn hitt fyrra. Gestirnir høvdu nú tamarhald á støðuni, og heldur enn at leggja nógv fyri í royndunum
vera fótbóltshugaður tvørámaður í hesum døgum. Flaggskipið hjá TB, sum einaferð taldist millum bestu liðini í landinum, tykist fullkomuliga at hava mist flotið, og stríðið í ár tykist so avgjørt ikki at snúgva [...] snúgva seg um at sleppa upp aftur í bestu mansdeildina. B36 komu til Tvøroyri við sterkari manning leygardagin. Fleiri leikarar úr fyrsta liðs hópinum sluppu at royna seg, men kortini byrjaðu gestirnir [...] sjálvir dúvaðu upp á mótálop, og hetta gav eisini úrstlit, tá Tórálvur Poulsen kundi leggja B36 framum. Í seinna hálvleiki var virðingin fyri vertunum ikki tann sama, og nú setti B36 seg veruliga á dystin.
áðrenn teir aftur sleppa at royna seg. Sterkt B36-lið Er hýrurin í HB í botni í hesum døgum, man hann hinvegin vera heilt í toppi í B36. Leitast skal langt aftur, fyri at finna ein sigur hjá B36 móti HB, [...] at árið í ár er teirra, eins og báðir partar eru greiðir um, at júst grannarnir verða millum harðastu kappingarneytirnir hetta kappingarárið. Gaman í høvdu liðni eisini hitst í bólkaspælinum í steypakappingini [...] fyrru hálvfinalurna í kappingini um Løgmanssteypið. Grannauppgerð var í høvuðsstaðnum, og umframt tann spenning, sum hetta altíð inniber, so var spenningurin kanska eyka stórur hesaferð. Í báðum feløgunum
SEV fekk mánamorgunin ein nýggjan motor og ein nýggjan generator, sum stórur tørvur er á, nú orkunýtslan í Føroyum er í vøkstri. Eitt farmaskip legði at í havnini á Sundi, har motorurin varð settur á land [...] tons. Jákup Sørensen er 1. meistari á verkinum inni á Sundi, og hann heldur, at nýggi motorurin kom í tøkum tíma, og útskiftingin var tiltrongd.
sum ofta enda í bingjunum hjá IRF í stórum nøgdum. Um tøðini ikki vera løgd út á bø, í veltir ella aðrar staðir, kundu tey kanska heldur verið koyrd á moldplássið í kommununi og blandaði upp í moldina saman [...] pástandir settir frá í sambandi við stevnuna. Hetta er eitt gott tiltak, sum bæði tekur umhvørvið á staðnum og í størri høpi í til viðgerðar. Líknandi stevnur áttu at verið hildnar aðrarstaðir í landinum eisini [...] Í døgunum frá 14. til 17. mai varð skipað fyri umhvørvisviku í Vestmanna. Tað var viðalundanevndin í Vestmanna sum stóð fyri tiltakinum. Skráin var fjølbroytt og viðgjørdi áhugaverd viðurskifti bæði á
langur og er sostatt longsti undirsjóvartunnil til bilaferðslu í Europa. Konsert í tunnlinum 29. november í fjør, vóru fleiri hundrað fólk savnaði í tunnlinum, niðri á 260 metrum, har ymisk kór frá Bømlo, Stord [...] bandet", sum er størta norska verkætlan aftaná Gardermoen lufthavnina. 29. november í fjør, var ein konsert hildin í undirsjóvartunnilinum niðri á 260 metrum Ætlanin um at binda oyggjarnar Stord, Føyno [...] einum undirsjóvartunnli inn á fastlandið, nakað norðanfyri Haugesund, varð samtykt av stórtinginum í 1996. Byrjað varð á várið 1997. Byggitíðin varð mett til fýra ár, og prísurin mettur til umleið 1.8
Oyrabakka um 23-tíðina. Hann steðgar í Ljósáum, Svínáum og á Norðskála og á ferðini víðari til Havnar í Streymnesi, Hvalvík, Hósvík og Kollafirði. Í Havn er endaplássið í Steinatúni, á miðnátt. Klokkan 5 á [...] gini til lívs. Eyðbjartur vísir í hesum sambandi á, at tað er ikki óvanligt, at privatbilar við blaðungum bilførarum koyra í dans og heimaftur við upp til 10 ungdómum í bilinum. Tað sigur seg sjálvt, at [...] fríggjakvøld og heldur leggja orkuna í leygarkvøldskoyringina. Eyðbjartur er ikki tann, sum bara rópar upp eftir almennum stuðuli, men hann heldur, at koyringin átti at havt áhuga í teimum bygdum, haðani tey ungu
seg og fylgja væl við í tí, sum hendir og royna at standa seg í tí kapping, sum er á økinum. -Men er nóg stór framtíð í einum føroyskum flogfelag, tá man ikki er í EU og harvið í tí kapping, sum har er [...] at hann hevði eina fortíð í flogferðsluni. Tá hevði hann arbeitt innan flogtrygdartænastuna hjá Statens Luftfartsvæsen í Føroyum, Danmark og Grønlandi í 16 ár. Tað var seinast í 60-unum, at felagið Flogsamband [...] undir flúgving og flúgva við síðuna av einum donskum felag var ikki í lagi fyrr enn í 1986. Í tíðarskeiðnum frá vári 85 til heystið í 87 var stórt virksemi. Fundir vórðu við onnur flogfeløg m.a. tey, sum