Hann legði herfyri frá sær sum nevndarformaður eftir 16 ára trúgva tænastu í felagnum. Sosialurin hevur tosað við fyrrverandi nevndarformannin.
Eyðfinn Jacobsen, sum herfyri fór frá sum nevndarformaður í Atlantsflog, hevur verið við í arbeiðinum hjá føroyska flogfelagnum frá tí at landsstýrið heitti á hann um at fara undir tær fyrstu fyrireikingarnar til Atlantsflog, fyri góðum 15 árum síðani. Tað var í 1985, at landsstýrið heitti á Eyðfinn Jacobsen oo. um at fara undir fyrireikingar til at stovna eitt føroyskt flogfelag. Orsøkin til at heitt varð á eitt nú Eyðfinn Jacobsen til at taka sær av hesi stóru og krevjandi men eisini spennandi uppgávu var helst tann, at hann hevði eina fortíð í flogferðsluni. Tá hevði hann arbeitt innan flogtrygdartænastuna hjá Statens Luftfartsvæsen í Føroyum, Danmark og Grønlandi í 16 ár.
Tað var seinast í 60-unum, at felagið Flogsamband varð stovnað við tí endamáli at kunna standa fyri føroyskari flogtænastu. Stovnarar vóru landsstýrið og privatir. Tað eydnaðist tó ikki tí felagnum at fáa gongd á. Tí gjørdi m.a. táverandi landsstýrismaðurin Lasse Klein av at fáa gongd á málið. Løgfrøðiliga grundarlagið hjá einum føroyskum felag at fara undir flúgving og flúgva við síðuna av einum donskum felag var ikki í lagi fyrr enn í 1986.
Í tíðarskeiðnum frá vári 85 til heystið í 87 var stórt virksemi. Fundir vórðu við onnur flogfeløg m.a. tey, sum flugu uppá Føroyar tá, Mærsk Air og Danair umframt við donsku ferðslumyndugleikarnar. Mærsk Air var ein partur av Danair, sum var eitt slag av móðurfelag fyri flúgvingini innanríkis í Danmark. Eisini vóru fundir við onnur útlendsk feløg. Úrslitið gjørdist eitt samstarv við Cimber Air. Atlantsflog ella Atlantic Airways varð stovnað 10. november 1987.
Eyðfinn Jacobsen var við sum stovnari av felagnum saman við landsstýrinum og Cimber Air. Hann v ar formaður til á vári 1990. Tá var hann í starvi sum samskiftisstjóri í Tinganesi, so hann var ikki nevndarlimur frá 90 til 92. Tá kom hann innaftur sum nevndarlimur. Tað var um tað mundið, at felagið varð endurstovnað. Partapeningurin uppá 12
mill. kr. var mistur, og landsstýrið mátti skjóta inn 75 mill. kr, sum longu vórðu latnar sum veðhald. Henda upphædd var konverterað til partapening.
Eyðfinn Jacobsen tók við aftur sum nevndarformaður í 94 og hevur verið formaður síðani, til hann fór frá nú á seinasta aðalfundinum fyrr í ár.
Nú hann lítur aftur til byrjanina vísir hann á ta sannroynd, at tá felagið varð stovnað seinast í 80-unum, byrjaði kreppan í Føroyum. Og tað gekk sama veg hjá Atlantic sum hjá øllum øðrum fyritøkum. Men í 1994 byrjaði so at ganga spakuliga hinvegin aftur, soleiðis at felagið fekk sítt fyrsta avlop í 95 uppá eina hálva mill. kr. Síðani hevur verið avlop á hvørjum ári og soleiðis hevur man kunnað bygt eginpeningin uppaftur, soleiðis at hann endaði á 87 mill. kr. í ár ella 12 mill. kr. omanfyri skrásetta partapeningin. Tað merkir, at landið hevur fingið alt tað aftur, sum tað misti.
-Tað er hetta eg fegnist um, nú tá eg legði frá mær: at tað, sum var mist í krepputíðini, er komið innaftur. Tað er so eisini hent nógv hesi 15 árini Eyðfinn hevur verið við í arbeiðinum hjá føroyskari flogvinnu, bæði gott og minni gott. Fyri Eyðfinn hevur tað altíð havt stóran týdning at vera opin.
-Hetta er tjóðarfelag føroyinga, og tí hava føroyingar altíð fylgt væl við. Tað havi eg altíð verið bevístur um, og tí havi eg eisini altíð roynt at vera opin yvirfyri almenninginum. Vit hava alla tíðina roynt at kunna almenningin og her ikki minst eigaran, landsstýrið.
Eyðfinn Jacobsen dylur ikki fyri, at tað var ein torfør uppgáva at fara undir at byggja upp eitt føroyskt flogfelag. -Tað var ikki so lætt at stovna eitt flogfelag tá, tí vit vóru jú á berum botni og høvdu ikki førleika til nakað sum helst. Høvdu at kalla ongar flogskiparar og mekaniknarar útbúnar og als ikki fólk á jørðini, so tað var eitt stórt tak. Tá høvdu vit og hava tað enn, ein rættiliga kapitalsterkan kappingarneyta, sum jú gjørdi alt tað hann kundi fyri at leggja fót fyri okkum, soleiðis at vit ikki kundu koma fyri okkum. Men har hevur Føroya fólk víst eina fantastiskan uppbakking, tí longu eftir eitt ár høvdu vit helvtina av marknaðinum millum Føroyar og Danmark.
Kom í tøkum tíma
Hví heldur fyrrverandi nevndarformaðurin, at tað gekst so væl í hond - var tað dugnaskapur ella var tað bara tjóðskaparkenslan, sum var orsøkin?
- Tað mundi vera ein blandingur. Men ikki minst tað at fólk vórðu ónøgd við ta tænastu, sum danska flogfelagið veitti føroyingum. Tað einasta, sum teir høvdu í huga var at optimera teirra vakstrarúrslit. Og tí bjóðaðu teir ikki fleiri stólar út enn hægst neyðugt. Støðan tá var, at tað var heilt trupult at sleppa avstað, tá man hevði tørv á tí. Tú kundi ikki sum í dag taka avgerð um at fara til Danmarkar í morgin og rokna við at fáa pláss. Tá skuldi tú oftani tryggja tær pláss fleiri vikur frammanundan.
Eyðfinn Jacobsen heldur tí, at Atlantic Airways kom í tøkum tíma og tryggjaði , at ferðafólkið fekk fleiri tilboð. ?Tað er gott at hava eina kapping, og tað haldi eg eisini tíði n hevur prógvað. Fyri tað fyrsta er fleksibiliteturin tvs. møguleikin fyri at fara av landinum og koma heimaftur munandi nógv betri enn hann var fyri 13 árum síðani. Og hvat prísinum viðvíkur, so má man siga, at tann vøksturin, sum hevði verið frammanundan, steðgaði jú á, tá kappingin byrjaði. Í dag hevur tú nógv fleiri bílig tilboð enn tá sigur Eyðfinn Jacobsen og vísir á, at tað sjálvandi er eitt úrslit av kappingini.
Umframt at kapping kom í og eitt nú útboðið av setrum gjørdist størri, so heldur fyrrv. nevndarformaðurin eisini, at tað eisini hevur havt týdning sum nakað nýtt at roynt varð at selja eina føroyska loysn m.a. við føroyskari manning og føroykum mati og við einum flogfari, sum er nógv betri egnað at flúgva uppá flogvøllin í Føroyum. Tað var henda kombinatiónin av størri útboði og einum føroyskum elementi, sum gjørdi, at undirtøkan fyri føroyska flogfarinum gjørdist so stór.
Men eru Føroyar nóg stórar til at hava sítt egna flogfelag? Til tað sigur Eyðfinn Jacobsen, at man hevur kanska kunnað yvast í tí frammanundan, men tíðin Atlantic Airways hevur verið til hevur so prógvað, at tað ber til. Men tað er ikki lætt.
Týdning at vera við
-Er tað skilagott, at almennu Føroyar hava sítt egna flogfelag?
-Avgjørt ja. Tað var ein av høvuðsgrundgevingunum, tá landsstýrið vildi hava broyting í eitt nú við egnum flogfelag ella at vera meira við. Tað var tí, at ferðslan millum Føroyar og umheimin varð mett sum eitt vitalt samfelagsøki. Tað er rættiliga avgerandi, at tað føroyska samfelagið hevur ávirkan á strukturin, tvs. at tú er við til at avgera, hvussu man sleppur til og úr Føroyum, og tað hevði man ikki rættiliga ávirkan á, tá danska flogfelagið var einsamalt á rutuni. Tað var tað felagið, sum fleyg, sum burturav avgjørdi tað. Og teir gjørdu sjálvandi tað, sum teir vunnu mest pengar uppá, og tað var ikki at bjóða fleiri setur út enn hægst neyðugt.
-Men hevði tað ikki verið lættari at latið nøkur stór útlendsk feløg kappast heldur og so fingu vit ta tænastu, sum var ynskilig?
-Um man var vísur í, at tað vórðu fleiri útlendsk feløg, sum kappaðust, so kann man siga, at tað var næstan líka so gott, at tað var eitt føroyskt og útlendsk feløg sum kappaðust, men tú fær væl ongantíð útlendingar at tæna føroyskum áhugamálum líka so væl sum tú fær eitt føroyskt felag at gera tað. Og í og við at tað almenna Føroyar entá eigur felagið og altíð kemur at hava eina ávís a ávirkan á tað eisini framyvir, so hevur man harvið tryggjað tí føroyska samfelagnum ta ávirkan, at man er við til at tryggja samferðsluna til og frá Føroyum sum eitt vitalt samferðsluøki.
Felagið hevur jú lært av teimum royndum, sum man ger. Tað at kappast á einum altjóða marknaði er nakað, sum er truplari enn at liva í eini meira vardari verð, sum vit formliga enn gera. Prísstruktururin millum Føroyar og umheimin skal góðkennast av myndugleikunum framvegis mótvegis USA og EU, har tað er fullkomiliga frí prískapping. Hinvegin hav a vit ikki atgongd til europeiska marknaðin, tí vit ikki eru við í EU. Har hevur so kappingarneytin fría atgongd til EU samstundis sum hann eisini hevur føroyska marknaðin.
Eyðfinn Jacobsen sigur, at tað vit hava víst á er, at vil man hava fría prískapping í Føroyum, so má man geva okkum somu treytir úti í heimi. Og tað hava vit ikki í dag.
-Hetta er so eitt politiskt val. Tað kunnu vit ikki gera nakað við. Vit vilja bert vísa á, at grundarlagið fyri kappingini má vera eins, tí annars verður tað ein ójøvn kapping.
-Fer Atlantsflog niður við nakkanum, kann Mærsk so ikki tryggja rutuna nóg væl?
Niðurstøðan hjá fyrrverandi nevndarformanninum er tí, at var Atlantsflog ikki komið í verðina, og danska flogfelagið framhaldandi einsamalt hevði røkt rutuna, tá høvdu vit heldur ikki havt ta tænastu, sum vit hava í dag, og vit høvdu havt eina príslegu, sum var nógv hægri.
Altjóða kapping
-Hvat heldur tú so er týdningarmest fyri felagið komandi árini?
-Tað er at brynja seg til meira altjóða kenda kapping. Tað er eingin ivi um, at hóast vit ikki eru í EU og ikki hava atgongd til EU marknaðin, so er EU so stórt, at tað, sum hendir har, kemur altíð at ávirka umverðina og harvið eisini føroyska marknaðin. Og tí er umráðandi at fyrireika seg og fylgja væl við í tí, sum hendir og royna at standa seg í tí kapping, sum er á økinum.
-Men er nóg stór framtíð í einum føroyskum flogfelag, tá man ikki er í EU og harvið í tí kapping, sum har er?
-Føroyingar nýtast ikki at fara við í EU fult og heilt fyri at vera við á tí marknaðinum á flogferðsluøkinum. Man kann gott blíva ein partur bara av flogferðslumarknaðinum. Tað eru Ísland og Noreg, hóast tey ikki eru limir í EU. Tey eru partur í frælsu flogvinnuni í EU. Og tað er so ein møguleiki, sum føroyingar hava, um tað er eitt ynski frá politiskari síðu. Men er tað ynskiligt og verður tað avgjørt frá politiskari síðu at gera tað, so mugu vit eisini samtíðis síggja í eyguni, at tað krevst ein tillagingartíð. Tað er ikki nakað, sum man klárar frá einum degi til annan.
Oljuvinna
-Hvat heldur tú er mest umráðandi fyri felagið í framtíðini?
-Tað er framhaldandi at veita føroyingum eina góða tænastu og so bíliga sum tilber og haraftat at útbyggja virksemi so við og við og innsíggja, at vit eru ein partur av einum altjóða samfelag og tillaga virksemið hjá felagnum hareftir.
Vit hava tikið kappingina upp so hvørt hon er komin og hava staðið okkum higartil. Tað vænti eg eisini vit megna framyvir. Ein má royna at finna nýggjar virkismøguleikar alla tíðina, og tað er so tað, sum er hent, sigur Eyðfinn Jacobsen, sum vísir á, at sum ein nýggj avbjóðing er felagið farið virkið upp í oljuvinnuna at veita tænastur í samstarvi við onnur feløg. Og tað at samstarva á altjóða vølli er nakað, sum man lærir nógv av.
-Hetta hevur verið eitt sera spennandi arbeiði men tað hevur eisini verið strævið. Og øll verða troytt einaferð. Eg havi havt ynski um at hildið uppat í eina tíð og nú gevist eg so. Eyðfinn Jacobsen vil við hesum orðum bera alt gott til nýggju nevndina , leiðsluna og øll starvsfólk hjá felagnum.