Mánadagin 30. apríl klipti norski kongurin, Harald V, snórin til "Trekantsambandet", sum er størta norska verkætlan aftaná Gardermoen lufthavnina. 29. november í fjør, var ein konsert hildin í undirsjóvartunnilinum niðri á 260 metrum
Ætlanin um at binda oyggjarnar Stord, Føyno, Nautøy, Spissøy og Bømlo saman við tveimum stórum heingibrúgvum, einari vanligari stoyptari brúgv, og einum undirsjóvartunnli inn á fastlandið, nakað norðanfyri Haugesund, varð samtykt av stórtinginum í 1996. Byrjað varð á várið 1997. Byggitíðin varð mett til fýra ár, og prísurin mettur til umleið 1.8 milliardir norskar krónur
.
1.85 milliardir
Bæði tíðarætlanin og fíggjarætlanin hava hildið. Nú hava hesar oyggjarnar við sínum 30.000 íbúgvum, sum hava verið størsta oyggjasamfelag í Norra, ið ikki hava havt vegasamband til fastlandið, fingið brúgvar og tunnlar fyri 1,85 milliardir krónur. Hetta hevur havt við sær at fýra ferjusambond verða niðurløgd. Tunnilin er 7.860 metrar langur og er sostatt longsti undirsjóvartunnil til bilaferðslu í Europa.
Konsert í tunnlinum
29. november í fjør, vóru fleiri hundrað fólk savnaði í tunnlinum, niðri á 260 metrum, har ymisk kór frá Bømlo, Stord, Sveio og Haugesund høvdu eina óvanliga konsert, áðrenn tunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu. Møguliga verður okkurt áhugavert tiltak undir Vestmannasundi, áðrenn Vágatunnilin verður latin upp.
Kelda: Bømlo Nytt