Reint vatn
Øll hesi seinastu árini hevur Vágs Kommuna gjørt eitt stórt arbeiði fyri at útvega borgarunum og virkjunum í Vági reint vatn.
Seinasta átakið í hesum sambandi varð framt seinnapartin mikudagin.
Klokkan trý mikudagin varð nýggja reinsiverkið, sum er bygt við brunnin í Gjógvaár, sett til.
Sostatt hevur meginparturin av Vági nú fingið sóttreinsað vatn. Tað einasta, sum er eftir, er ein geiri mitt í bygdini, sum fær vatn úr einum brunni, sum privat vatnfeløg eiga.
Men Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at vatnrørini eru løgd soleiðis, at tað er klárt hjá teimum privatu vatnfeløgunum at binda í, hava tey áhuga fyri tí, so at øll bygdin fær reint vatn.
Samstundis eru nýggir vatnleiðingar lagdir til allan býin, uttan í einum strekki uppá nakrar fáar hundrað metrar, men tað verður eisini lagt av nýggjum í næstum.
Føroysk framleiðsla
Nýggja reinsiverkið klárar at reinsa 40 tons av vatni um tíman, ella gott tað, men tað er gjørt klárt til at ein tangi afturat kan setast upp, so at verkið klárar at reinsa 60 tons um tíman.
Vatnið, sum verður reinsað, verður fyrst sílað ígjøgum fínan sand, áðrenn tað verður UV geislað, so at tað er fullkomiliga reint.
Men tað er dýrt at sóttreinsað vatn: Bara hetta reinsiverkið kostar tvær milliónir, sum tað stendur.
Hini reinsiverkini í kommununi reinsað eini 70 tons av vatni um tíman, so í løtuni hava vágbingar 100-120 tons av sóttreinsaðum vatni til taks um tíman, so tað nøktar tørvin væl og virðiliga.
Umframt at tæna sínum endamáli, er nýggja reinsiverkið í Vági eisini eitt dømi um tað fjølbroytni, sum hóast alt er í føroyskum vinnulívi nú á døgum.
Alt verkið sum tað er, er nevniliga gjørt í Føroyum, av føroyskum virkjum.
Martin Dalá í Vági, gjørdi jørðarbeiðið, Jóanes við Ósagarð, í Vági, gjørdi betong og timburarbeiðið og Tangavirkið hjá Bent Mortensen í Vági, hevur gjørt tangarnar og alt rørarbeiðið. Undirleverandørur hjá honum hevur Nomatek í Havn verið. Nomatek hevur gjørt UV stráliskipanina. Gudmund Larsen í Vági, hevur gjørt elarbeiðið, Talvuvirkið í Gøtu hevur gjørt automatikktalvurnar, Jóannes Thomsen í Fuglafirði hevur gjørt UV-talvuna. El-teknikk í Leirvík hevur eisini gjørt ymsar stýringar og annan elútbúnað.
Projekterað verkið hevur Svenn Brimheim hjá verkfrøðingafelagnum hjá Martin E. Leo í Havn.
Hann sigur, at vatnverkið passar seg sjálvt. Tað er gjørt soleiðis, at vatnstøðan og aðrir upplýsingar altíð kunnu síggjast á einum telduskíggja niðri á Kommunuskrivstovuni.
Ongantíð aftur vatntrot
Hóast Vágbingar nú eru væl fyri til reint vatn, er tað onkuntíð komið fyri, at tað hevur verið vatntrot í Vági, tá ið turkur hevur verið.
Eitt nú høvdu vágbingar onki vatn nakrar dagar seinasta summar.
Men næsta stigið hjá Vágs Kommunu verður nú at útvega meiri vatn so at vágbingum altíð er tryggjað nóg mikið av reinum vatni.
Avtalað er gjørd við SEV um at leggja vatnleiðing niðan í Ryskivatn, so at vatn kann fáast haðani frá í brunnin í Vági, tá ið trot er.
Jógvan Krosslá sigur, at ætlanin er at fara undir tað arbeiðið í ár, so at tað verður liðugt til næsta summar.
? Tá ið tað arbeiðið er liðugt, hava vit vissu fyri, at vit ongantíð aftur fara at mangla vatn- uttan so at Ryskivant eisini tømist og tað støðuna dugi eg ikki at hugsa mær, sigur Jógvan Krosslá.