Frá umhvørvisstevnu í Vestmanna til ruskposalitir hjá IRF

Vegna IRF Ingvard Fjallstein

23-05-01

 



Í døgunum frá 14. til 17. mai varð skipað fyri umhvørvisviku í Vestmanna. Tað var viðalundanevndin í Vestmanna sum stóð fyri tiltakinum. Skráin var fjølbroytt og viðgjørdi áhugaverd viðurskifti bæði á sjógvi og landi. Tíverri vórðu onkrar misskiljingar og óhepnir pástandir settir frá í sambandi við stevnuna.

Hetta er eitt gott tiltak, sum bæði tekur umhvørvið á staðnum og í størri høpi í til viðgerðar. Líknandi stevnur áttu at verið hildnar aðrarstaðir í landinum eisini, um ikki hvørt ár so av og á. Bert spell, at so fá fólk møta á tílíkum tiltøkum. Kanska er árstíðin ikki tann rætta til innanduratiltøk av hesum slag.

Burðardyggir firðir

Mánakvøldið var evnið »Hvussu kunnu firðirnir haldast reinir fyri burðardyggari vinnu?«. Hetta er ein sera áhugaverdur spurningur fyri alivinnuna. Kundi tíverri ikki vera á fundinum hetta kvøldið, men fekk ein samandrátt á fundinum mikukvøldið. Hugskotið er at sópa undan alibrúkunum við eini »Lift up«-skipan. Skipanin fær lortin upp til vatnskorpuna. Síðani skal ein skiljiskipan fáa hann úr sjónum upp á land.

Hetta er eitt stórt og trupult tiltak. Umleið 70.000 tons av turrfóðri verða brúkt í ár. Nøgdin av fiskalorti, sum kemur burtur úr, er umleið líka stór sum nøgdin av fóðri. Harafturat er ilt at sleppa undan, at nakað av fóðri fer til spillis. Fyri at samanbera nøgdirnar av lorti og fóðurspilli við nakað, vit kenna betri, so tilsvara nøgdirnar av turrum lívrunnum tilfari, sum kann takast upp, til turra tilfarið í eini 60.000 tonsum av toski.

IRF hevur eina tíð arbeitt við eini ætlan um turking og hitasóttreinsing av ávísum lívrunnum burturkasti við tí fyri eyga, at brúka turkaða tilfarið til tøð. Men heilsufrøðiliga avtalan við ES sær út til at fora fyri hesum. Treytirnar eru helst tær somu fyri tilfarið, sum verður sópað undan alibrúkunum.

Alivinnan hevur ment seg munandi seinastu árini. Flestu alibrúkini liggja á væl valdum støðum við góðum botnstreymi. Av tí av fiskalortur hevur umleið somu vekt sum sjógvur, verður hann spjæddur yvir eitt vítt økið. Hetta ger í mongum førum, at botndjór og smáverður klára at halda botnin reinan. Verður harafturat ein skipan við skiftisøkjum nýtt, kemur vistskipanin á botni aftur í rættlag eftir stuttari tíð.

Skuldi nakað av fiskalorti og fóðurleivdum verið tikið upp á land, so skuldi tað verið gjørt, tá fiskurin fær medisinfóður, tí medisinleivdir í umhvørvinum kunnu fáa sera óhepnar fylgjur fyri alivinnuna. Hetta lívrunnað tilfarið kann ikki brúkast, men skal fyribeinast ? brennast við høgum hita.

Nú vit eru við skarn og leivdir frá húsdjórum og nýtslu av hesum, átti eisini at verði umrøtt, hvussu seyðatøð best verða gagnnýtt. Hetta eru tøð, sum nátúrliga kunnu at vera løgd út á landi, men sum ofta enda í bingjunum hjá IRF í stórum nøgdum. Um tøðini ikki vera løgd út á bø, í veltir ella aðrar staðir, kundu tey kanska heldur verið koyrd á moldplássið í kommununi og blandaði upp í moldina saman við gomlum hoyggi, enn at verið koyrd á brennistøðina í Leirvík.


Náttúra og umhvørvi í undirvísing

»Kunnu vit fáa undirvísingartilfar um náttúru og umhvørvið inn í skúlarnar« var evnið mikukvøldið. Fleiri áhugaverd mál vóru viðgjørd og er ætlanin at venda aftur til okkurt av tí til eitt annað høvið.

Møguleikar eru at troyta fakini »Heimstaðarlæra« í yngru flokkunum og »Náttúra og tøkni« í eldru flokkunum í barnaskúlanum. Her finst nakað av tilfarið um lívfrøði, landafrøði og alis- og evnafrøði. Møguleiki er eisini at arbeiða við úrvaldum evnum eina tíð.

Nú IRF er farið undir økta skiljing av ruski ella »Nú heitt verður á fólk um ikki at blanda ruskið saman«, sum Bjørn Jacobsen frá Miljøheimevernet í Møre og Romsdal tók til, hevði tað verið gott um skúlarnir hjálptu til, t.d. við at havt tvær ruskspannir í hvørjari skúlastovu; eina spann til pappír og eina til tað, sum skal brennast. Onkur hevur kanska hug at fara longur og hava eina størri skipan á skúlanum, soleiðis at til ber at skilja í lívrunni, pappír, serliga dálkandi og vandamikið, og tað sum skal brennast. Tá ber t.d. eisini til at læra børnini um kompost.


Jólatrø úr Vágum

Hóskvøldið var evnið »Hvussu kunnu vit gagnnýta alt lívrunnið tilfar?«. Tosað varð um at mala trø og greinar og síðani leggja tilfarið um trø og runnar í urtagørðum og viðarlundum. Harafturat varð tosað um at gera kompost. Hetta er umhvørvisvinarlig hugsan, sum eigur at vera ment.

Tíverri varð ein rættuliga yvirdrivin kostnaðarmeting um flutning av jólatrøum løgd fram á fundinum og borin fram í útvarpi. Sagt varð, at tað kostar kommununum í Vágum umleið 130.000 kr at fáa flutt 800 jólatrø úr Vágum til Leirvíkar at brenna. Hetta roknistykkið skal tíverri eisini brúkast sum grundarlag fyri, at kommunur ætla at keypa kvarnir til greinar, jólatrø og tílíkt.

Skipanin millum IRF og kommunurnar er soleiðis, at ein ávís nøgd av burturkasti av bingjuplássunum er roknað upp í fasta gjaldið frá kommununum til IRF. Flutningurin av burturkastinum frá kommununi til Leirvíkar er uppi í prísinum. Fer nøgdin upp um hesa kvotuna, má kommunan gjalda eitt ískoytisgjald í mun til meirburturkastið. Um tað er rætt, sum ført varð fram á stevnuni, er einki annað burturkast komið av bingjuplássunum úr Vágum í fyrsta ársfjórðingi enn jólatrø. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Jólatrø eru bert ein lítil partur av burturkastinum úr Vágum.

IRF hevur heitt á kommunurnar um at skipa bingjuplássini betri, millum annað við at hava fólk á plássunum, tá tey eru opin. Tær kommunur, sum hava roynt hetta, hava skjótt funnið út av, at eykagjaldið fyri burturkast av bingjuplássunum hvørvur. Samstundis mennir hetta tilvitskuna um burturkast hjá fólki á staðnum.


Ruskposalitir hjá IRF

Uttanfyri dagsskrá var á fundunum, í bløðum og útvarpi ført fram, at IRF og KB brúka skeivar litir til ymisku bólkarnar av burturkasti.

IRF umrøddi litval í sambandi við, at ein nýggjur posi er tikin í nýtslu til pappír. Væl vitandi, at grøni liturin ikki er tann best hóskandi til serliga dálkandi burturkast, varð valt at halda fast um hann. Flestu vita, hvat Grønur posi frá IRF er ætlaður til.

Hóast IRF veit, at marglitta skipanin, sum varð førd fram á fundunum og í fjølmiðlunum, ikki verður brúkt í Danmark, hevur IRF kannað pástandin um nýtslu av nevndu litskipan. Vit hava spurt hjá okkara egnu mynduleikum, donskum mynduleikum, norskum mynduleikum og størsta renovatiónsfelagsskapi í Danmark. Eingin av hesum stovnum og felgasskapum kennir til nakra millumtjóða samtykt um at nýta ávísa litskipan til ymsu bólkarnar av burturkasti frá húsarhaldum. Sjálvt ikki katalogútgevarin, sum víst varð til, veit, hvar lituppskotið er komið frá. Hvør renovatiónsfelagsskapur kann enn frítt velja tað litsamanseting, sum honum hóðar. Um tað er so heppið, er ein onnur søga.

IRF fer at brúka verandi litskipan enn eina tíð; nevniliga gráan posa til rusk, sum skal brennast, hvítan pappírsposa til reint og turt pappír og grønan posa til serliga dálkandi og vandamikið burturkast. Kemur ein fleirtjóða samtykt, um at brúka ávísa litskipan til rusk frá húsarhaldum, fer IRF sjálvandi at leggja seg eftir hesi skipan.

Tað harmar, at pástandir sum omanfyri nevndu verða førdir fram, tí teir skaða í grundini málið, arbeitt verður fyri, og kundu verið umgingnir, um tosa varð um viðurskiftini, áðrenn farið var í pressuna. Meira hóskandi hevði kanska verið at bjóða renovatiónsfelagsskapunum við til seinasta fundin á stevnuni og soleiðis fingið eina breiðari umrøðu av evninum.