Koyrir ung trygt í og úr dansi

Í ein mánað hevur havnamaðurin Eyðbjartur Danielsen fyri egna rokning átikið sær at koyra ungfólk av bygd til Havnar í dans ? og heimaftur

 




Náttarkoyring




Hvørja ferð ung doyggja ella koma til skaða orsakað av vandamiklari náttarkoyring verður tosað um, hvussu vit koma hesi koyringini til lívs. Hetta er eitt álvarsmál, sum tykist torført at gera nakað við. Men ein møgulig loysn er at bjóða teimum ungu at verða koyrd í dans og heimaftur. Og hetta er júst tað, sum Eyðbjartur Danielsen nú fýra vikuskifti á rað hevur boðið teimum ungu. Fríggja- og leygarkvøld koyrir hann ungfólk úr Eysturoynni og Norðstreymi til Havnar og heimaftur á morgni.


?Junior Busskoyring?, sum Eyðbjartur rekur, hevur fingið loyvi frá landsstýrinum til náttarkoyring í tvey ár, tvs. tá Bygdaleiðir ikki koyra. Hann fær ongan almennan stuðul ella hjálp. Tað er alt uppá egið initiativ og rokning. Sjálvandi vónar hann, at koyringin kann bera seg, men higartil hevur tað so bara verið út av lummanum. ?Tað er greitt, at skal tú byggja nakað nýtt upp frá botni av, so mást tú eisini seta nakað til, og tað eri eg fúsur til. Eg síggi soleiðis uppá tað, at onkur má gera okkurt ítøkiligt fyri at koma tí óhugnaligu náttarkoyringini til lívs.


Eyðbjartur vísir í hesum sambandi á, at tað er ikki óvanligt, at privatbilar við blaðungum bilførarum koyra í dans og heimaftur við upp til 10 ungdómum í bilinum. Tað sigur seg sjálvt, at hetta kann fáa og hevur longu fingið katastrofalar fylgjur. Eyðbjartur dylur ikki yvir, at sum støðan er í løtuni, so ber koyringin seg ikki. Hann skal helst hava eini 20 fólk hvønn túrin skal tað ikki geva undirskot, men tað er so langt ífrá. Tí umhugsar hann at gevast fríggjakvøld og heldur leggja orkuna í leygarkvøldskoyringina.


Eyðbjartur er ikki tann, sum bara rópar upp eftir almennum stuðuli, men hann heldur, at koyringin átti at havt áhuga í teimum bygdum, haðani tey ungu koma og fara til Havnar í dans. Tað eru jú teirra børn hetta snýr seg um ? tey, ið vilja til høvuðsstaðin í vikuskiftinum fyri einhvønn prís.


Bussurin hjá Eyðbjarti fer av Eiði (við Kirkjuna) fríggja- og leygarkvøld kl. 22.45 og av Oyrabakka um 23-tíðina. Hann steðgar í Ljósáum, Svínáum og á Norðskála og á ferðini víðari til Havnar í Streymnesi, Hvalvík, Hósvík og Kollafirði. Í Havn er endaplássið í Steinatúni, á miðnátt. Klokkan 5 á morgni verður so farið úr Vágsbotni aftur til Eiðis. Ferðaseðilin kostar 50 kr. hvønn vegin, sami kostnaður sum Bygdaleiðir. Eyðbjartur hevur sett sær fyri at royna í tríggjar mánaðir, áðrenn hann ger av, um hetta tiltakið ber til. Spurningurin er so eisini, hvat stovnar, kommunur ella tað almenna vilja lata í stuðuli fyri, at ein koyring sum henda skal halda fram.