Fiskiskapur
? Nú mugu russararnir, sum fiska Svartkjaft undir Føroyum steðgast. Teir gera so illa ónáðir, at verður ikki okkurt gjørt heilt skjótt, endar tað heilt galið hjá teimum føroysku øllum lemmatrolarunum .
Hvalbingurin, Bjarki Berg, skipari á Bresti, er í døpurhuga um gongdina hjá teimum føroysku lemmatrolarunum, ella djúpvatnstrolarunum, sum teir eisini verða nevndir.
Hann sigur, at tað er serliga framferðin hjá russisku svartkjaftatrolarunum, sum elvir teimum til trupulleikar og sum fær hann at gera vart við seg.
Hann sigur, at hann er ikki einsamallur skipari á djúpvatnstrolara, sum er rættiliga argur inn á teir russisku svartkjaftatrolararnar, sum fiska undir Føroyum.
? Framferðin hjá russarunum hevur verið samtaluevni hjá føroysku djúpvatnstrolarunum í nógv ár. Líka síðani miðskeiðis í áttatiárunum, tvs í eini 15 ár, hava vit gjørt myndugleikarnir varugar við, at framferðin hjá russarunum kann ikki góðtakast.
?Men tað rigasta av øllum er, at hetta hevur verið sum at sláa í eina dýnu, tí myndugleikarnir lata ikki við seg koma.
Avleiðingin av tí er, at russarnir framvegis sleppa at tíggja sær sum teir vilja, uttan at føroyingar tala at.
? Og nú hava teir gjørt umstøðurnar hjá føroysku lemmatrolarunum so ótolandi, at tað verður skjótt, at tað yvirhøvur ikki loysir seg hjá okkum at loysa frá kei.
Noyðast at flýggja
Bjarki Berg sigur, at tað er óteljandi dømi um, hvussu russiskir svartkjaftatrolarar gera teimum føroysku djúpvatnstrolarunum fortreð.
Sjálvur hevur hann drúgvar royndir við djúpvatnstrolara. Hann var fyrst við Niels Paula eitt skifti í 1984 stýrimaður við Niels Paula. Síðani 1987 hevur hann verið undir Føroyum burturav, fyrst var hann avloysari sum skipari og stýrimaður við Steintór. Frá 1989 til 1995 førdi hann Fønix og síðani 1995 hevur hann verið skipari á Bresti.
? Í fyrstuni, djúpvatnsflotin fiskaði undir Føroyum, høvdu vit t.d. eina leið av Munkagrunninum, heilt norður á Fugloyarbanka, har vit kundu liggja í dagavís við góðum fiskiskapi.
? Men so komu nakrir russiskir svartkjaftatrolarar við flótitrolum. Tá ið teir høvdu verið tvær ferðir ígjøgnum økið, bleiv tað so køla svart til fisk, at vit kundu fyri tað bara ligð við kei.
? Sama dømi gjørdi seg galdandi fyri nøkrum árum síðani. Tá høvdu djúpvatnstrolararnir heilt góðan fiskiskap eftir kongafiski vestur av Føroya Banka, vestur á Ytra Banka.
?Nú er púra oyði har fyri kongafisk. Einasta orsøk til tað, eru trolararnir, sum hava fiskað har á leiðini við flótitroli.
Bjarki Berg sigur, at tá ið hann var við Niels Paula sá hann ferð eftir ferð russiskar svartkjaftatrolarar liggja á Fugloyarbankanum.
? Tá ið trolið kom upp, var posin fullur av kongafiski.
Hann sigur, at longu tá gjørdu teir myndugleikarnar varugar við støðuna. Men onki hendi og málið varð bara tagt burtur aftur.
? Nú er sama støða við at taka seg upp vestanfyri Mykines, tí nú eru russarnir eisini komnir hagar at fiska svartkjaft.
Hann sigur, at teir lógu har við Bresti í november og desember og høvdu góðan fiskiskap.
? Men vit noyddust at flýggja undan teimum russisku trolarunum, tí teir eru so nógvir.
Bjarki berg sigur, at har er tóg, sum bara kunnu togast ein veg, tí tað skal snarast fyri heyggjum og fjøllum.
? Tað kom so mangan fyri, at russarar lógu fyri, tá ið vit togaðu og skuldi snara, so at vit noyddust bara at at hála, hóast tógið ikki var komið í meiri enn í helvt.
Trokaðir burtur
Bjarki Berg sigur, at sostatt eru lemmatrolararnir trokaðir burtur av øllum fiskileiðum hesi seinastu árini
? Tað livur ikki kongafiskur longur í økinum av Munkagrunninum og Norður á Fugloyarbankan. Hann hvrv, tá ið russararnir høvdu verið har.
? Nú hava djúpvatnstrolararnir bara eina leið eftir undir øllum Føroyum at fiska kongafisk á, og tað er á Mykinesgrunninum.
? Men nú eru russaranir eisini lagstir á tað økið. Í løtuni eru teir longur suðuri, men svartkjafturin ferðast norðureftir og í heyst verða teir uttan iva aftur vestur úr Mykinesi.
? Har lógu russisku svartkjaftatrolararnir hvønn einasta dag í alt samalt seinasta heyst. Teir vóru millum átta og 11 í tali. Og tað eru ikki hissini trolarar, teir eru sum Norrøna og størri.
? Vit stúra stórliga fyri, at aftur í heyst fara russisku svartkjaftatrolararnir at hertaka alla kongafiskaleiðina vestanfyri Mykines, so at vit heldur ikki í heyst fáa frið har. Hendir tað, fær tann stóri kongafiskurin vestanfyri somu lagnu sum kongafiskurin eystanfyri: Hann verður oyddur av russisku svartkjaftatrolarunum og tað verður til óbótaligan skaða fyri lemmatrolararnar.
Løgin fiskiskapur
Bjarki Berg sigur, at teir, sum eru við djúpvatnstrolarunum, skilja ikki rættiliga fiskiskapin hjá russisku svartkjaftaskipunum.
?Á 1997 hava teir givið upp, at teir hava fiskað 55 tons av øðrum fiskasløgum, eitt nú av kongafiski. Í 1998 góvu teir upp, at teir høvdu fiskað 162 tons upp og í 1999, góvu teir 66 tons upp. Í hesum uppgerðunum er kongafiskur taldur upp
Men í fjør hava teir givið upp, at teir hava fiskað 2.560,2 tons av kongafiski, umftramt 2.190,9 tons av øðrum fiskasløgum, ella tilsamans 4.751,1 tons av øðrum fiskasløgum.
Skiparin á Bresti sigur, at á einum fundi, sum umboð fyri djúpvatnstrolararnir høvdu við myndugleikarnar, upplýsti ein fiskifrøðingur, at russiskir svartkjaftatrolarar høvdu fiskað yvir 6.000 tons av kongafiski undir Føroyum.
Hetta heldur hann, er enn meiri ørkymlandi at fáa at vita, tí tað samsvarar ikki heilt við yvirlitið, sum hann hevur fingið, og sum vísir, at teir fiskaðu 2.560,2 tons av kongafiski.
? Hetta hava teir ikki loyvi til, tí í veiðiloyvinum hjá teimum stendur, at teir hava loyvi at hava eina hjáveiði upp á 3% av sild.
Bjarki berg skilir ikki, hví myndugleikarnir bara lata standa til, hóast teir ferð eftir ferð eru gjørdir varugir við støðuna.
Men hann sigur, at hjá djúpvatnstrolarunum eru tað nógvir, sum hava illgruna um, at orsøkin til at myndugleikarnir síggja millum fingrarnir við russarunum, er, at teir vilja ikki koma kvotunum hjá teimum stóru, føroysku frystitrolarunum í Barentshavinum í vanda.
? Men skal hetta verða prísurin fyri at varðveita kvotuna í Barentshavinum, er hon dýrt keypt, tí tað einasta, hon kastar av sær, er hýran til manningina. Men tað, sum føroyingar fiska undir Føroyum, eitt nú við lemmatrolarunum, kastar ómetaliga nógv arbeiði av sær, eisini á landi.
Bjarki Berg sigur, at hann skal heldur ikki leggja russarar undir at svika. Men tað eru nógvir á djúpvatnstrolarunum, sum ikki ivast í, at soleiðis, sum russarar bera seg at, fiska teir væl meiri kongafisk, enn teir geva upp
?Russarar hava útgerð sum tekur alt, sum fyri er. Kongafiskur er soleiðis háttaður, at um dagin liggur hann á botni, men um náttina, kemur hann upp í sjógvin.
? Á teimum leiðum, sum russarar nú fiska á, ber ikki til at fiska so reint, at einasta hjáveiðan skal vera 3% av sild.
? Tað passar ikki, tá ið sagt verður, at kongafiskur, toskur og annar fiskur ikki kemur í svartkjaftatrolini.
? Alt, sum er fyri, kemur í trolið. Og tí er tað eisini sjálvsagt, at russarnir fáa nógvan kongafisk, sigur Bjarki Berg.
? Tað gevur heldur ikki eina rættvísa mynd at kanna teir russisku trolararnar um dagin, tí tá kunnu teir fiska nógv reinar, enn teir gera um náttina. Tað rætta er at kanna teir um næturnar, ella at vera umborð í fleiri dagar ísenn.
Mugu fáa frið
Bjarki berg sigur, at hann vónar, at myndugleikarnir nú lata eygu og oyru upp og lurta eftir teimum, sum fiska.
Men skal djúpvatnstrolarunum verða lív lagað, verður tað heilt einfalt neyðugt at friða leiðina vestanfyri Mykines á grynri vatni enn 340 favnum fyri svartkjaftaskipunum.
?Sleppa vit ikki at varðveita tær leiðirnar í frið, verður tað skjótt, at lemmatrolarnir allir liggja, staðfestir skiparin á Bresti.
? Sum tíðin er liðin, eru vit trongdir burtur allastaðni, har vit áður hava roynt. Nú er leiðin vestanfyri Mykines einasta leið, vit hava aftur og har tað skulu so allir lemmatrolararnir liva av. Tí er tað avgerandi , at vit sleppa at hava hesa leiðina í frið, annars verður tað ikki leingi, áðrenn hesin fiskiskapurin steðgar.
Hann sigur, at lemmatrolarnir royna at fara aðrastaðni av og á, men tað er ongul í reyv hvørja ferð.