dystirnar móti Mjølni, umframt onkran annan dyst við, og tað eru ikki sannlíkindi til, tá hugsað verður um hvussu havnarmenninir hava spælt higartil í ár. Borko og Jóannes Tó skal tað sigast at Mjølnir hevur [...] ár. Orsøkin til hetta er sjálvsagt at jugoslaviski venjarin er komin til býin, men tað er ikki øll søgan. Hin parturin av søguni er, at Jóannes Poulsen aftur er komin á liðið, og tað hevur givið eina betri [...] tað neyðugu tyngdina til at vinna á teimum sterku liðunum. Tað var eisini endin av dystinum móti Fram um vikuskiftið. Í dystinum teirra millum í Havn vunnu havnarmenninir ein lutfalsliga lættan sigur, men
Bakkanum, seinnapartin fyrstadag í nýggja árinum, komi eg at hugsa um tey menniskju, eg eri komin í samband við hesa løtu. Eg eri fegin um hesa løtuna, ið kanska var nakað stutt. Men í huga mínum og minni [...] og Hulduríman hevur altíð verið kvøðin, tá menn hava blakað kyndlarnar á bálið. Skemtiligari er søgan frá seinast í 40 árunum, tá eldur varð setur á bát. Hann, ið skuldi sløkkja, skilti ikki, at eldurin [...] bygd, men tað verður so eina aðru ferð. Magnus Dam Jacobsen. Framsýningin hýsir eisini blaðgreinum um nýggjárshaldið í Vági og nakrir av tættunum hjá NePtuN eru eisini at síggja.
uppá stutt sikt ? hetta eru sakkunleikin og eisini Hvítabók á einum máli um. Tað er alla æru vert, um fólk vilja hetta vitandi um, at tað kostar vælferð. Tað er ikki reiðiligt at billa fólki inn, at hetta [...] ein kreppa ikki tað sama sum kreppur aðrastaðni í heiminum. Hjá okkum snýr tað seg um bilur nummar 2 skal seljast, um húsini til 1 millión kunnu forrentast, at hava ráð til nýggj klæðir o.s.fr. Hóast hesi [...] Vónandi kemur søgurættan ongantíð uppá tal í Føroyum, men tá ið ein hoyrir menn tosa um landasvik, so koma minni um 50 árini fram aftur, har ókvæmisorð vóru dagligur kostur, og okkurt bendir á, at hetta
orðaskiftið um framtíðarstøðu Føroya. Hetta birtir upp undir sundurlyndi og elvir eisini til, at vit í Føroyum duga verri at semjast um, hvussu vit vilja hava okkara samfelag at virka. Tað harmist eg um. Mítt [...] hugleitt um tað, sum farið er og um tað, sum koma skal. Løgmaður, drotningin, ríkis- og stjórnarleiðarar og sjálvur pávin í Rom lesa fram nýggjársrøður. Allar røður, sum eftirmeta farna árið og meta um, hvat [...] óvissa er um neyva árstalið fyri føðing Krists, og at tað kann metast at vera søgunnar tilvild, at vit nýta 10-tals skipanina umframt, at aldarskiftið ikki er fyrr enn um eitt ár, so eru vit øll samd um, at
Gott kvøld góðu landsmenn Nýggjársaftan er fram um onnur kvøld kvøldið, tá høvi er hjá tí einstaka at líta aftur um bak og minnast árið, ið fór. Hetta kvøldið er eisini eitt gott høvi hjá okkum sum tjóð [...] sum kravdist av teimum, var tørvur á nøkrum, sum rakk upp um gerandisdagin. Tá sjúkur og vanlukkur raktu, var tørvur á eini vón, sum rakk út um deyðan. Hetta funnu okkara forfedrar í gudstrúnni. Hon gav [...] Ivi og ósemja var um, hvørja leið tjóðin skuldi halda, og mong kendu á sær, at tann serføroyski felagsskapurin var hóttur. Spurningurin var tá, sum hann so mangan hevur verið síðani, um fólk skuldu laga
trinið inn í eitt nýtt ártúsund og hava vitað um tað. Eg haldi so má vera. Prestar og søgumenn heima eru ikki heilt samdir, men Føroyar eru kristnaðar um hetta mundi fyri 1000 árum síðan. Ár 2000 er bara [...] avrikaði hon og seint verður hon gloymd. Mjúk eru minnini, sveipt um tey beisku. Og framtíðin, hon er ikki hvat hon hevur verið Kanska um hundrað ár fellir ein ungmoy tár yvir teir frægu, ið fullu í randargný [...] Tank-arnir eru so fløktir av at siga farvæl til gomlu og góðan dag til nýggju øldina. Havi hugsað nógv um orðið nítjanhundrað seinastu dag-arnar og kenni eitt sindur av sorgblídni at siga hesum viðkomandi
felagið hesaferð ætlar sær at fáa endaligt úrslit. Um hetta so eisini merkir, at, at verkfallsrætturin verður nýttur, um semja ikki fæst, sigur søgan einki um. Tá samráðingar seinast vóru, hótti Lærarafelagið [...] tað ikki sæst á fíggjarlógini fyri ár 2000, so hevur forkvinnan í Føroya Lærarafelag ikki mist vónina um lønarhækking og at fáa okkurt fyri eykaarbeiðið, sum nýggja fólkaskúlalógin hevur við sær. Elsa Birgitta [...] uppfyri lønarhækkingum og slíkum á fíggjarlógini, tí hetta má metast, sum ein innbjóðing til feløg um at krevja meira. Tískil hevur hon góðar vónir. Hon sigur, at nú verður hildið fram, har tey sleptu
pressan man einki hava hoyrt um hetta, tí teir tykjast hava stóran áhuga fyri keyp og sølu, eisini tá talan er um aðrar spælarar enn teir, sum hoyra til á landsliðnum. Um ársskiftið hava teir verið skjótir [...] partarnir høvdu gjørt av at skiljast, tí teir vóru ikki samdir um framtíðar politikkin hjá Herfølge, men sambært donsku fjølmiðlunum er søgan tann, at stjórin hevur fingið sekkin. Í gjár var ikki greitt [...] Lykke er 29 ára gamal. Hann sær høvið sum tað síðsta at koma út um eingjagarðarnar at spæla fótbólt, men hann hevur ikki mist fótafestið: ? Um eingin sáttmáli er skrivaður, tá januar mánaði er liðugur, so
hesa skaldsøgu. Álvaratos so trúði eg, at tað snúði seg um meir og minni leysar ætlanir, sum tú møguliga einaferð, tá ið høvi beyðst fórt at hugsa um at seta í verk«. Hann leggur tó aftrat, at hann veit, [...] fleiri ferðir sagt frá, at arbeiðslagið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen kravdi føðslu úr veruleikanum, og um persónarnar í »Barbaru« sigur hann, at teir eru allir teknaðir eftir livandi fyrimynd, ?og Barbara [...] savnar bæði pínu og royndir í eina søgugongd: »Og tað, skilji eg altso nú, evnið er hesa ferð skaldsøgan um Beintu. Lagnan hevur latið tær tilfarið, latið tær psykologiina hjá høvðuspersónunum«. Í brævi frá
hesa skaldsøgu. Álvaratos so trúði eg, at tað snúði seg um meir og minni leysar ætlanir, sum tú møguliga einaferð, tá ið høvi beyðst fórt at hugsa um at seta í verk«. Hann leggur tó aftrat, at hann veit, [...] fleiri ferðir sagt frá, at arbeiðslagið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen kravdi føðslu úr veruleikanum, og um persónarnar í »Barbaru« sigur hann, at teir eru allir teknaðir eftir livandi fyrimynd, ?og Barbara [...] savnar bæði pínu og royndir í eina søgugongd: »Og tað, skilji eg altso nú, evnið er hesa ferð skaldsøgan um Beintu. Lagnan hevur latið tær tilfarið, latið tær psykologiina hjá høvðuspersónunum«. Í brævi frá