Meðan øldin gleppur okkum av hondum

Í skrivandi løtu eru bara tveir dagar eftir til ártúsund-skiftið. Uttanfyri hoyrist okkurt knallið frá kinesa-rum og øðrum sum skítur. Hásar rakettir toga seg upp í tokuna. Her er Nacht und Nebel. Nátt og mjørki.

Sosialurin, Hamborg: Í skrivandi løtu eru bara tveir dagar eftir til ártúsund-skiftið. Uttanfyri hoyrist okkurt knallið frá kinesa-rum og øðrum sum skítur. Hásar rakettir toga seg upp í tokuna. Her er Nacht und Nebel. Nátt og mjørki. Og hví seti eg meg so at skriva hesa allarseinastu greinina hesumegin ár 2000. Eg veit ikki sjálvur, havi hugin, men dugi ikki rættuliga at síggja gøtuna fram til seinasta punktum. Tank-arnir eru so fløktir av at siga farvæl til gomlu og góðan dag til nýggju øldina. Havi hugsað nógv um orðið nítjanhundrað seinastu dag-arnar og kenni eitt sindur av sorgblídni at siga hesum viðkomandi tali farvæl. Sjálvur eri eg føddur í 1957 og hvørt einasta ár sum eg higartil havi livað hevur okkurt við 19 at gera. Men í ovurmorgin, so er hetta liðugt. Og ferdugt við tí. Næstu ferð eg hitti talið nítjan í einum árstali er um nítjan ár, tá skriva vit 2019 og tá stundi eg til tey trýss, verður lív og heilsa.

Vit siga tí best doku-menteraðu øldini nakrantíð farvæl og vit eru helst teir fyrstu føroyingarnir, sum nakrantí hava trinið inn í eitt nýtt ártúsund og hava vitað um tað. Eg haldi so má vera. Prestar og søgumenn heima eru ikki heilt samdir, men Føroyar eru kristnaðar um hetta mundi fyri 1000 árum síðan. Ár 2000 er bara túsundaldarskiftið fyri tey sum ganga eftir okkara rómverska kalendara, ella eftir tí gregorianska kalend-aranum. Neyvan hava heidnu føroyingarnir sein-asta túsundaldarskiftið, sum við makt og snildni vóru tvingaðir at avnokta teir norrønu gudarnar og at trúgva á Hvíta Krist, tving-aðir av undirbrotligum sambandssinnaðum skúv-ingum, norskum lakajum, verið greiðir yvir at sam-stundis, so hátíðar-hildu fólk niðri í Europa, at nú vóru 1000 ár liðin síðan Frelsarin varð føddur. Vit siga tí best dokumenteraðu øldini nakrantíð farvæl. Mitt í seinastu øld kom myndatólið fram, og so at siga hvør einasta hending av týdningi hesa øldina er fast løst á myndum til eftirt-íðina. Ein stórur partur av kendum persónum finnast eisini á ljóðbandi og á filmi ella sjónbandi. Tað verður ikki so torført hjá siðsøgu-rithøvundum í Føroyum í komandi øld at finna myndatilfar og at endurgeva rætt eftir bondum.

Nú knallaði aftur ein kinesari uttanfyri. Stuttligt við týskarum. Lógin sigur, at onki fýrverkarí má verða selt fytt enn tann 29. des-ember og so verður heldur einki selt fyrr enn ásetta dagin. Ikki sum í Føroyum, har sama áseting er gald-andi. Har hoyrir tú um teir fyrstu skaðarnar av fýr-verkarí langt fyri jól. Tað tykist einki mark vera fyri, at føroyskir handilsmenn bróta lógina, tá teir tevja vinning fyri framman. Týskarar halda seg til lógina og sjálvur havi eg aftur hildið á einum kinesara í dag, einum rættuligum kinesara, við fjúsi og tí heila. Hetta havi eg ikki gjørt síðan eg var hálv-vaksin í Oyndarfirði. Og tað var ein deilig kensla. At seta eld í eina bumbu, bíða spentur eftir brestinum og síðan kenna angandi roykin av krúti.

Barnið vaknaði í mær aftur. Eg var garvillur við fýrverkarí, tá ið eg var smá-drongur. Vit skutu og skutu og skutu. Tað var ikki eitt lyklarhol í úthurðunum í Oyndarfirði, sum ikki var meir ella minnið meislað av kinesarum. Vit sleptu kines-arum niður í rør,vit grovu teir niður og vit royndu okkum í vatni. Einaferð var eg so óheppin, at ein kine-sari gekk av innundir hurðina í einum kjallara Í Oyndarfirði. Innanfyri stóð ein kviðin kúgv. Kinesarin brast og kúgvin gjørdist so kløkk, at neyðugt var at loysa hana og sleppa henni út eina løtu í kavan og frostið, til friður aftur kom yvir hana. Annars hevði hon hongt seg í ketuni. Sjálvur var eg keddur av hesi hending, ikki ætlaði eg, at leikur skuldi enda soleiðis. Eina aðruferð gekk ein rakett av inni í Víkum. Tí hugnaliga handlinum, sum tíverri brendi í grund fyrst í sjeytiárunum. Rakettin drønaði rund millum stúttur, liting, innpakningspappír, hárnet, vaniljusukur, petro-leumspumpu, fýrverkarí-goymslu, hattin á fitta handils-mannininum Petur Klein og gav upp anda undir trappuni niðan á mjøl-stov-una og uttan at seta eld á nakað sum helst av øllum tí eldfima, sum kannst inni i hesum deiliga handli. Vit smádrongir stóðu sum Kánus uttanfyri skivuna. Ongin visti rættuliga hvussu alt var byrjað. Í úthurðini í Vikahandlinum var ein hol, og í hesum holi var loyvt at bresta kinesarar. Holið víðkaðist eitt sindur hvørt árið, men gott tilfar var í Víkahandlinum. Tað vóru ikki kinesarar, sum beindu fyri handlunum, men rættu-ligi eldurin seinni. Í dansi-stovuni, sum ikki stendur uppi longur, var mangan gangur á nýggjárinum. Dansistovan var ómálað, innan hon var klødd við ógvuliga kvistutum viði. Fleiri staðir vóru kvistarnir dottnir úr og í holunum, sum eftir stóðu, brestu vit kine-sarar. Eitt av hesum var serliga populert. Her hevði onkur jassur telgt formarnar av eini naknari blómandi kvinnu rundanum holið og so meislaðu vit hesa neyð-ars Madonnu á hvørjum ári við dukku-fretum og sterk-ari kinesa-rum, tó ongantíð bumbum. Gentlemenn vóru vit hóast alt.

Og kanska eru kinesarar-nir eitt úrslit av tíðini, hóast teir nú hava verið bannaði í Føroyum í mong ár. Vit siga eini øld farvæl, eini øld, sum hvat harðskapi við-víkur hevur verið tann rá-asta í mannasøguni. Mynd-in sýnir tveir menn tveita bumbur eftir russis-kum tanksum í Berlin í 1953. Eitt verkfall elvdi til rættuligan harðskap og Reyði Herurin bardi tað niður. Verk-falls-menninir vildu hava betri kor og síð-an vildu teir av við her-set-ingarvaldið.

Lærdu vit einki av sein-astu øld? Søgan endur-tekur seg. Bumburnar regna í Grozsny, russisk tanks eru aftur at síggja og fyrr í ár garteraðu teir sameindu niðri á Balkan.

Týskarar óttast fram-tíð-ina. Teir vórðu sjálvir at-voldin til tvey heimskríggj í farnu øld og nú bera teir ótta fyri russum fyri eystan. Teir vita, at ein svong stór-magt er størsta hóttan fyri friði í heiminum. Í løtuni svølta russar, teir eru fyrst og fremst eyðmýuktir av at teirra samfelagsskipan, kommunisman fór á húsa-gang, síðan hevur vestur-heimurin spælt hástórur, nú russar fíggjarliga liggja á knøunum. Tyskarar er tað fólkið í heiminum, sum ger størstu íløgurnar í Russ-landi. Teir vita av egnum royndum, hvat ein fátækur russi hevur at siga.

Øldin stóra, tann tjúgunda hveppir sær, nú er lítið eftir. Skjótt letir hon eyguni aftur og vit leggja minnini á eygnalok hennara. Nógv avrikaði hon og seint verður hon gloymd. Mjúk eru minnini, sveipt um tey beisku. Og framtíðin, hon er ikki hvat hon hevur verið


Kanska um hundrað ár

fellir ein ungmoy tár

yvir teir frægu, ið

fullu í randargný,

kanska av summardá

sóljum og baldursbrá

bindur hon farnum krans,

áðrenn hon fer í dans


J.H.O. Djurhuus (1929)