Mjølnir funnið stevið

Flogbóltur: Klaksvíkingarnir tykjast hava funnið stevið og við sigrinum á Fram leygardagin góvu teir sær sjálvum vónir um at kunna hótta Fleyr

Mjølnir-Fram 2-0


Hóast tað er langt upp á ovastu rók, haðani Mjølnir stendur í dag, so er frástøðan eftir nýggjár kortini ikki longri enn so, at tað kann lata seg gera.

Men tað merkir, at Mjølnir skal vinna allar sínar dystir, meðan Fleyr skal tapa allar sínar.

Kortini er tað meira »hyp-otetiskt» tos, at Mjølnir skal kunna hótta Fleyr.

Orsøkin til tað er, at so skal Fleyr tapa báðar dystirnar móti Mjølni, umframt onkran annan dyst við, og tað eru ikki sannlíkindi til, tá hugsað verður um hvussu havnarmenninir hava spælt higartil í ár.


Borko og Jóannes

Tó skal tað sigast at Mjølnir hevur spælt munandi betri seinastu tíðina, enn teir gjørdu fyrr í ár.

Orsøkin til hetta er sjálvsagt at jugoslaviski venjarin er komin til býin, men tað er ikki øll søgan.

Hin parturin av søguni er, at Jóannes Poulsen aftur er komin á liðið, og tað hevur givið eina betri javnvág millum roynt og óroynt fólk.

Saman við Borko hevur Jóannes givið spælinum tað neyðugu tyngdina til at vinna á teimum sterku liðunum.

Tað var eisini endin av dystinum móti Fram um vikuskiftið.

Í dystinum teirra millum í Havn vunnu havnarmenninir ein lutfalsliga lættan sigur, men leygardagin megnaðu klaksvíkingar at siga takk fyri síðst, og við sigrinum kom Mjølnir ájavnt við Fram í stigum.

Tí er tað nógv, sum bendir á, at tað vera tey bæði liðini, sum skulu kappast, um annaðplássið.