Vágsbygd er mangan havd á munni fyri stórfingna nýggjárshaldið, sum hevur verið síðani síðst í sekstiárunum.
Nú hava mentanarnevndin hjá Vágs Kommunu og Bókasavnið tikið stig til forvitnisliga framsýning. Í meira enn 30 ár hava vágbingar heilsað nýggja árinum vælkomnum við fýrverki, veitslu og undirhaldi. Landsins bestu skemtarar hava staðið á pallinum og tættirnir eru mangir, ið skaldið NePtuN hevur latið úr hondum til veitslur og undirhald.
Á framsýningini eru skemtiligar myndir frá veitslum og undirhaldi. Eisini eru vakrar myndir av Vágsbygd upplýstari av báli og fýrverki.
Afturvið eru upplýsingar av skemtiligum og eisini søguligum slag. T.d. er yvirlit yvir bátarnar, ið hava endað ferð sína á nýggjársbálinum og Hulduríman hevur altíð verið kvøðin, tá menn hava blakað kyndlarnar á bálið.
Skemtiligari er søgan frá seinast í 40 árunum, tá eldur varð setur á bát. Hann, ið skuldi sløkkja, skilti ikki, at eldurin kyknaði uppaftur ferð eftir ferð. Tá koyrdu menn skiftivís sjógv og olju í spannina.
Eisini er kvøða at síggja, sum høvundurin Magnus Dam Jacobsen skrivaði bygdini:
Kvøða til Vágs bygd og suðringar.
Tá eg hyggi út av kamarsvindeyganum, her á Bakkanum, seinnapartin fyrstadag í nýggja árinum, komi eg at hugsa um tey menniskju, eg eri komin í samband við hesa løtu.
Eg eri fegin um hesa løtuna, ið kanska var nakað stutt.
Men í huga mínum og minni livir ein logandi nýársbálsferð, sum var eitt neistrandi ljóshav av góðum siði, samtaki og vakurleika.
Høvdu suðringar rátt, so svav eg í hvørjari bygd, men tað verður so eina aðru ferð.
Magnus Dam Jacobsen.
Framsýningin hýsir eisini blaðgreinum um nýggjárshaldið í Vági og nakrir av tættunum hjá NePtuN eru eisini at síggja.