umleið 1,6 mió. kr. í 1999, og sostatt leypa 0,4 mió. kr. av. Og hetta avlop, verður sagt í viðmerkingunum, hevði verið ynskiligt at kunna nýtt í komandi fíggjarárið, um nú óhugsaðir trupulleikar fóru at stinga [...] allur peningurin verður nýttur til lønarverkætlanina í 1999, er m. a. tann, at upprunaliga varð biðið um játtan til ta samlaðu verkætlanina, men tá fíggjarlógin fyri fíggjarárið 1999 varð løgd fram og samtykt [...] arbeiðið hjá Føroya Gjaldstovu at gera nýggja lønarskipan til alt tað almenna, var neyðugt at biðja um pening á eykafíggjarlógini mars 1999 til bæði ár 2000 trupulleikan og lønarverkætlanina. Aftaná viðgerð
hevur mist ein av sínum frændum, sum altíð kom inn á gólvið og fegnaðist um tað minsta, hann varð spurdur ella biðin, sum fjálgaði um tað við tí góða orðinum. Húsið verður ikki tað sama eftir Carl. Pápi, [...] Men týsmorgunin 2. novembur bórust boðini herniðri og heima um, at Carl Nolsøe var farin dagin fyri. Mangur hvakk við, hevði ilt við at fata tað, sum hent var. Og tað sum verri var: Hevði ikki fingið tosað [...] útgerðarmannin Jóhan Nolsøe á Marknoyri. Og nú maðurin eldist gingu øll hesi á Marknoyri, í Vági og har um vegir í huganum. Carl var ættkærur sum fáur og var tað honum ein fragd at siga frá fólki sunnanfjørðs
ikki leikararnir, sum tekna liðini til kappingina. Kappingin fevnir um yngru deildirnar hjá bæði dreingjum og gentum, og er sostatt talan um 6 kappingar, sum skulu avgreiðast. Felags fyri allar kappingar er [...] tá leikast skal á fullum vølli. Á harrasíðuni er talan um smápiltar, piltar, smádreingir og dreingir, ímeðan kappingin á kvinnusíðuni fevnir um gentur 10-12 og 12-14 ár. Trý tey fremstu liðini í hvørjari [...] Kristian Hansen. Annars verða fleiri væl kend andlit at síggja á vøllinum hesa løtuna so sum Jákup á Borg, Jan Guttesen, Rúni Nolsé, Andrew á Fløtum og ikki minst teir báðir klaksvíkingarnir, Heðin á Lakjuni
er, og tí mugu hinir berjast so mikið meira fyri lívinum í fyrstu deild. Um tað fer at eydnast er alt ov tíðliga at siga nakað um, og tað ber heldur ikki til at siga nakað út frá dystinum í vikuskiftinum [...] liðini er, at navnið á málslúkaranum er eitt annað enn tað vanliga er. Hesaferð var tað ikki talan um ein av Wardum brøðrunum ella Jakob Jónsson, men Janus Einar Sørensen, sum skjeyt níggju mál móti h [...] Niclasen 1, Høgni Klein 1 H71: Annfinnur N. Debess 6 (1), Allan Mørkøre 4, Eyðun H. Højgaard 3, Jákup á Borg 3, Bárður Brimvík 3, Olaf Vestergaard 2 (1), Einar Brimnes 1, Rene Dahl-Olesen 1 Brotskøst:Kyndil
hoyvíkingum. Vestmenningar hava higartil í vetur víst, at teir vera eitt av liðunum, sum fer at kappast um meistaraheitið meðan hoyvíkingar liggja beint í øvugta endanum. Hetta árið skal brúkast til at umskipa [...] at vit ikki vóru til staðar! Dysturin í tølum: H71: Bárður Brimvík 6, Allan Mørkøre 4 (1), Jákup á Borg 4, Eyðun Højgaard 3 (2), Tróndur Vatnhamar 3, Annfinn Debess 1 (1), Olaf Vestergaard 1 VÍF: Sámal
skiljandi, at tað í dag eru fleiri hoyvíkingar, sum iðra seg um at hava nýtt 50 kr. og ein góðan tíma til svartasta onga nyttu. Sum dømi um, hvussu lítið leikararnir løgdu í dystin, kann nevnast, at tað [...] royna at verja málið. Serliga tá tað á hinum liðnum er talan um skjúttar av tí kalibarinum, sum tað eru á Neistaliðnum. Nú veit eg ikki, um tað er fysikkurin, sum ikki er í lagi hjá hoyvíkingunum, men [...] fyri at nýta orkuna til at spæla hondbólt. Alt hetta eru vanliga tekin um eina ov vánaliga venjingarstøðu, so tað er væl skiljandi, um Kári sendir menn sínar út at renna komandi vikuna. Venjingardystur Nú
fyrsta borði. Talvið var av tí villa slagnum, har Rani fyrst í 35. leiki tryggjaði kongin við at leypa í borg. Rani tók eina finnu, men kendi seg noyddan at geva hana aftur, eftirsum Jens Christian fekk gott [...] borði. Og hann sveik ikki. Vert er at nevna at runavíkingar hava veruliga fingið vind í seglini, sjálvt um teir taptu hetta vikuskifti. Teir endurstovnaðu liðið í 1996, og nú eru teir eitt boð til fyrstu deild [...] fyri at gott ungdómsarbeiði er í felaginum. Og tað er nevnliga Klaksvík 1, sum kappast við Havnina 1 um fremsta pláss. Í Løtuni liggur Havnin eitt stig frammanfyri. Eisini í hesari deildini hava kollfirðingar
felag seg úr einum bólki og fer í ein annan bólk, so noyðist tað at leypa eina útbjóðing um fyri aftur at kunna vera við í tí sama økinum. Um hetta skuldi verið galdandi fyri Norsk Hydro í The Faroes Partnership [...] hevur fylgt gongdini við Føroyar. Skuldi talan verið um eitt felag, sum ikki hevur verið við í øðrum bólki, so er ikki nógvir møguleikar. Tá er bert talan um eitt felag, og tað er British Gas. Felagið hevur [...] bólkarnar, sum báðir eru tveir góðir bólkar at vera í sigur Arvid Halvorsen, sum leggur aftrat, at avgerðin um hetta verður ikki tikin her og nú men einaferð í næstum. Tað er eisini greitt, at hvørja avgerð felagið
betra um umstøðurnar. Í hesum førinum hevur ein skipabólkur alla tíðina verið í samráð við SL, og í samstarvi teirra millum, hava partarnir so funnið fram til, hvussu tey á besta hátt kunnu bøta um ávís [...] áhaldandi arbeitt fyri at betra um møguleikar teirra brekaðu. Gevur áræði Stjórin á SL, Reidar Nónfjall, sum vegna stovnin tók ímóti gávu og heiðursbrævi, tóktist vera sera fegin um hesa viðurkenning, sum leiðsla [...] betrast, og segði hann hetta vera sera kærkomið, við tað at hetta lætti munandi um hjá stovninum, í teirra arbeiði at betra um umtøðurnar. Reidar Nónfjall legði at enda afturat, at hann vónaði at viðurkenningin
móti ávíkavist topp- og botnliðum. Líka mikið um hetta er tilvitað ella ikki. Hoyvíkingar skulu hinvegin taka annað skinn um bak, um teir skulu gera sær vónir um at takað nakað stig frá ovaru støddu liðunum [...] fram um, tá tosað verður um avrikini á vøllinum, so mugu tað verða málmenninir. At strandingar í Johan Danielsen hava ein av frægastu málverjum í landinum munnu tey flestu ivaleyst verða samd um, men á [...] og tískil noyddist út, var tað sum um málið varð gandað. Pól Jákup tók so at siga øll skotini, og var hann á henda hátt við til at tryggjað, at talan at enda gjørdist um ein trivaligan sigur til heimaliðið