ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum viðvíkjandi Almanna- og heilsumálastýrinum í eykajáttanarlógini fyri november í ár, verður greitt frá, at fyri 1999 eru játtaðar tilsamans 5,0 mió. kr. - 2,0 mió. kr. eru ætlaðar til at loysa ár 2000 trupulleikan við lønum og einum parti av skipanunum á Almannastovuni so sum dagpengar og alimentatión, og 3,0 mió. kr. eru ætlaðar til desentrala partin av nýggju lønarverkætlanini. Nýggja lønarverkætlanin kemur tilsamans at kosta umleið 6 mió. kr., og tíðarkarmurin er 2 ár.
? Og viðvíkjandi útreiðslunum til at loysa ár 2000 trupulleikan, verður greitt frá, at tær verða umleið 1,6 mió. kr. í 1999, og sostatt leypa 0,4 mió. kr. av. Og hetta avlop, verður sagt í viðmerkingunum, hevði verið ynskiligt at kunna nýtt í komandi fíggjarárið, um nú óhugsaðir trupulleikar fóru at stinga seg fram. Viðvíkjandi nýggju lønarverkætlanini, so er støðan tann, at tað ikki verður møguligt í 1999 at nýta allar tær 3,0 mió. kr., ið avsettar eru.
Sett skjøtil á
? Orsøkin til, at ikki allur peningurin verður nýttur til lønarverkætlanina í 1999, er m.a. tann, at upprunaliga varð biðið um játtan til ta samlaðu verkætlanina, men tá fíggjarlógin fyri fíggjarárið 1999 varð løgd fram og samtykt, vórðu bert 1,0 mió. kr. settar av. Henda upphædd var ikki nóg stór til sjálvt at loysa ár 2000 trupulleikan viðvíkjandi lønum.
? Tá tað, hóast hetta, verður neyðugt at gera eina nýggja lønarskipan desentralt í tráð við arbeiðið hjá Føroya Gjaldstovu at gera nýggja lønarskipan til alt tað almenna, var neyðugt at biðja um pening á eykafíggjarlógini mars 1999 til bæði ár 2000 trupulleikan og lønarverkætlanina. Aftaná viðgerð av hesi umsókn vórðu íalt 4,0 mió. kr. játtaðar, og avgerðin lýst 10. mai 1999.
? Eftir at peningur var játtaður, varð arbeitt við at seta verkætlanarleiðslu, so verkætlanin, ið longu tá var seinkað, formliga kundi fara í gongd. Men hetta eydnaðist ikki. Síðani hevur verið leitað eftir øðrum loysnum fyri at fáa verkætlanina í gongd. Tað hevur umsíðir eydnast at loysa henda trupulleika, og verkætlanin byrjar sostatt formliga 1. november 1999.
? Av tí at tað hevur verið so trupult at sett skjøtil á hesa verkætlan, so verður bara ein partur av teimum 3,0 mió. kr., ið ætlaðar vóru til endamálið, nýttar í 1999. Men hetta merkir eisini, at ein størri partur av gjaldingunum tískil fellur í fíggjarárinum 2000, enn svarandi til tær 3,0 mió. kr., ið eru í uppskoti til ár 2000, verður sagt í viðmerkingunum.
Hotel Tórshavn
Og av tí at avlop verður í ár uppá 1 mió. krónur, verður skotið upp, at henda upphædd verður flutt til serviðgerðir uttanlands.
? Eykaútreiðslurnar til rakstur av verandi Hotel Tórshavn verða 200 tkr., ið skulu nýtast til meirlønarútreiðslur í skiftistíðini, og 100 kr. til at gjalda desember-húsaleiguna. Harafturat skulu 700 tkr. meira nýtast til reetableringsútreiðslur sum t.d. seingjarklæðir, gardinir, bestikk og ljósbúnað. Tá tað hevur eydnast at avmarka meirútreiðslurnar til hesa upphædd, er tað tí, at tað hevur gingist eftir ætlan at loysa Almanna- og heilsumálastýrið úr verandi leigusáttmála.










