H71 ? Neistin 22 ? 35 (7-18)
Neistin vísti sunnudagin, at teir hóast laka avrikið seinast, framvegis skulu teljast millum liðini, sum fara at stríðast um heiðursmerki í inniveradi kappingarári.
Tað skal tó beinanvegin leggjast afturat, at hoyvíkingarnir longu áðrenn dysturin var byrjaður, høvdu givið skarvin yvir sunnudagin. Ta fyrstu løtuna fylgdust liðini hampuliga væl, men seinastu tveir triðingarnir av fyrra hálvleiki fekk H71 bert 3 mál, meðan bláa mótstøðuliðið skeyt 14 mál í sama tíðarskeiðið.
Seinni hálvleikur var gongdin hin sama, og ta einu løtuna var munurin heili 30-11. H71 fekk tó loyvi at pynta um úrslitið, soleiðis at tað »bert« vórðu 13 mál á muni, tá avtornaði.
Vánalig
venjingarstøða
At Neistin fekk somikið lætt spæl sunnudagin, er eftir mínum tykki fyrst og fremst mótstøðuliðnum at takka. So skjótt teir vóru komnir nøkur mál afturum, góvust hoyvíkingarnir nevnliga at spæla. Eitt er kanska tað, at illa gongst í hond, tá spælt verður, men tað minsta, sum leikararnir kunnu gera er at stríðast.
Tað gjørdu hoyvíkingarnir als ikki sunnudagin, og tað er væl skiljandi, at tað í dag eru fleiri hoyvíkingar, sum iðra seg um at hava nýtt 50 kr. og ein góðan tíma til svartasta onga nyttu. Sum dømi um, hvussu lítið leikararnir løgdu í dystin, kann nevnast, at tað ongantíð kom fyri, at ein hoyvíkingur mátti út á beinkin í 2 minuttir. Onkur vildi kanska róst hesum, og nevnt tað fyri fair-play, men álvaratos, so eru tað støður, har leikarir eru noyddir at fara eitt sindur harðligari til verka fyri at steðga einum mótstøðumanni.
Einasti hoyvíkingurin, sum kann vera nøgdur við sítt avrik man helst vera Jens Skipagøta, sum rættuliga fekk víst síni evni. Hetta var tó ikki á nakran hátt nóg mikið, tí tá viðleikararnir heldur vilja nýta orku upp á at deila inn á dómara og viðleikarar, so man tað vera ein sera ótakksom uppgávu at skula royna at verja málið. Serliga tá tað á hinum liðnum er talan um skjúttar av tí kalibarinum, sum tað eru á Neistaliðnum.
Nú veit eg ikki, um tað er fysikkurin, sum ikki er í lagi hjá hoyvíkingunum, men sunnudagin var nógv, sum bendi á, at so er. Leikararnir vóru alt ov seinir heim at verja. Skotini vóru als ikki nóg neyv, og ein rúgva av kreftum varð sum nevnt nýtt til dómararnar og viðleikarar, ístaðin fyri at nýta orkuna til at spæla hondbólt. Alt hetta eru vanliga tekin um eina ov vánaliga venjingarstøðu, so tað er væl skiljandi, um Kári sendir menn sínar út at renna komandi vikuna.
Venjingardystur
Nú skal alt hetta ikki verða sagt fyri at niðurgera neistaliðið, tí teir vunnu hóast alt ein sannførandi sigur. Sannleikin er tó tann, at sum hoyvíkingarnir leiktu sunnudagin, so verða avbukaðir, líkamikið hvat mótstøðulið talan er um.
Petur fekk tó í løtum víst, at hann er ein frálíkur málverji, eins og Heini og Áki enn einaferð góvu prógv um, hvussu ein hondbóltur skal blakast, tá kastað verður móti málinum.
Einasta nytta, sum neistamenninir annars fingu úr dystinum, var, at teir í seinna hálvleiki fingu roynt nakrar nýggjar álopsvariantar, við tað at dysturin at enda líktist einum venjingardysti, har hvørki av liðnum gav seg meira enn 75%.
Dysturin í tølum:
H71: Eyðun Højgaard 6, Olaf Vestergaard 5 (3), Einar Brimnes 3, Tróndur Vatnhamar 3, Halgir Dahl Olsen 2, Annfinnur N. Debess 1, Jákup á Borg 1, Bárður Brimvík 1
Neistin: Heini Joensen 10 (1), Áki Olsen 8, Kári Mortensen 6, Finnur Hansson 5, Regin Didriksen 2, Ræni Slættanes 2, Finn Mørk 2
Brotskøst: H71 4, Neistin 2
Útvísingar: Neistin 3
Dómarar: Dánial Hansen og Kári Hansen