Men týsmorgunin 2. novembur bórust boðini herniðri og heima um, at Carl Nolsøe var farin dagin fyri. Mangur hvakk við, hevði ilt við at fata tað, sum hent var. Og tað sum verri var: Hevði ikki fingið tosað við Carl, spurt Carl ella svara honum aftur í einum ella øðrum máli. Men nú var hann farin, tagnaður.
Stólurin við innara stólpan í kaffistovuni stóð tómur hendan mánadagin. Dagliga settist Carl á hendan stólin at lesa bløðini. Kanska kom onkur og settist hjá honum ella Carl flutti seg til hansara ? tí Carl hevði hug at práta?
?Har ljós brenna fá undir lágari lon,
sæst gjølla, tá eitt av teim slóknar ?
tá maður verður fúkandi fon,
hitt fámenta liðið hoknar.
Carl Nølsøe var ættaður úr Neslíð suðuri í Vági, sonur keypmannin og útgerðarmannin Jóhan Nolsøe á Marknoyri. Og nú maðurin eldist gingu øll hesi á Marknoyri, í Vági og har um vegir í huganum. Carl var ættkærur sum fáur og var tað honum ein fragd at siga frá fólki sunnanfjørðs. Hann dugdi teirra mál og málsligu frábrigdi bygd úr bygd. Mong skemtisøgan var havd á lofti um ættfólkið og bygdarfólkið, tí Carl kundi vera skemtarin mikil.
Tó álvarsmálini heima á landi lógu oftast fremri í huganum. Tá kundi Carl mangan vera harðlyntur í orðum, speirakin og hvørki at høgga ella at stinga í. Hann kundi sum fáur nýta orðið ? og skar stundum í bein. Orðafloymurin var sum áarlop. Tað byrgdist ikki fyri honum. Mangur mundi halda, at ikki flættaðist við hann, tí hann gav sær ikki stundir at lurta. Hann var so bráur og so snarur í vendini, at tú stóðst alvápnaður og avvápnaður í sama viðfangi, hann dró úr slíðrunum.
Og meðan hann hvesti og høgdi, kendi tú tó á tær, at hesin maður aldri vildi slept tær upp á fjall. Hansara góðsliga lyndi stakk undan einum og hvørjum orðaleiki. Hann hevði tokka til land og landsmenn niðri og heima ? bara teir vildu gingið framá í øllum lutum, í viti og skynsemi, í áræði og sjálvsvirðing.
Stundum hóligur í orðum, stundum bonskur og og atfinningarsamur. Tað kundi vera ilt at fóta sær, tí álopini fullu so knappliga, lemjandi og beinrakin. Onkur forsyndaðist inn á hann, annar mundi skírða hann líkt og ólíkt, og uppaftur annar var hugstoyttur av hesum manni, sum var so ringur at teppa ? og oftast hevði grein í sínum máli. Men nú er hann tagnaður.
Tað var Carli so umráðandi at fáa sagt tí unga lesandi fólkinum, at tey kundu ikki vera sitandi á rókini. Lívið er annað enn fakligur lestur. - Upp í orðaskiftið heima og niðri. Fram í ljósið við hugsanum tykkara og tykkara visiónum. - Hann fýrdi ikki fyri at geva teimum vátan vøtt. Men studdi tey eisini, tá ið tey høvdu okkurt á lofti.
Meistari í røðu. og framburði. Tá hann var bestur, varð hann neyvan tikin av øðrum landsmanni. Eitt nú tá ið hann segði ævisøgu sína á hugnaligum fundi fyri eini trimum árum síðani. Í orðaskifti var hann tíðan so væl fyrireikaður, at hann heldur enn at kjakast legði tíggjutals sjónarmið afturat framsøgumanninum.
Hansara áhugamál vóru so mong: Egyptaland, islam, donsk viðurskifti, føroysk viðurskift, bókmentir, mál, átrúnaður_ Hann var framúr gløggur, vitugur, kunnugur, belestur og og í hugaheimur hansara var eitt veldugt bókasavn.
Carl er tagnaður, pennurin verður ikki hvestur aftur, bókasavnið er latið aftur. Eingin vegur er aftur til hansara. Vit hava mist, systkin og børn hasara hava mist. Føroyar hava mist ein av ótroyttiligu synum sínum, Ein sum ikki lat sær lynda hálv svør og jánkasliga talu, ein sum avdúkaði og revsaði hugsjónarleysar menn og politikarar. Hvesti at teimum, sum ikki vardu borg og tóku síni egnu orð og hugmyndir í álvara.
Mong hava fylgt við Carli í eitt og tvey mannaminni. Tey duga ævisøgu hansara. Tí skal hon liggja her. Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur mist ein av sínum frændum, sum altíð kom inn á gólvið og fegnaðist um tað minsta, hann varð spurdur ella biðin, sum fjálgaði um tað við tí góða orðinum. Húsið verður ikki tað sama eftir Carl.
Pápi, bróðir, vinur og kenningur er farin og vit syrgja. Men fegnast sanniliga eisini um alt tað, Carl gav okkum. Tøkk fái hann fyri tað. Friður og sátt veri hjá tykkum, sum eftir sita. Friður veri við minninum eftir Carl Nolsøe.
Føroyahúsið í Keypmannahavn 10. nov. 1999
Martin Fjallstein