Janus Einar stórskjútti

Hondbóltur: Kyndil vann grannauppgerðina móti hoyvíkingum greitt

Kyndil-H71

31-23 (17-13)


Landskappingardysturin millum mansliðini hjá Kyndli og H71 háttaði sær júst sum væntað varð frammanundan og endaði við einum greiðum sigri til Kyndil.

Tað einasta, sum víkir frá einum vanligum dysti millum liðini er, at navnið á málslúkaranum er eitt annað enn tað vanliga er.

Hesaferð var tað ikki talan um ein av Wardum brøðrunum ella Jakob Jónsson, men Janus Einar Sørensen, sum skjeyt níggju mál móti hoyvíkingum.


Missurin merkist

Sum tey flestu vita, so misti H71 tveir av sínum mest knáu leikarum við ársbyrjan. Feðgarnir báðir Hans og Finnur fóru í hvør sítt herðashorn og slíkur missur merkist aftur á H71 liðnum.

Eingin beinleiðis málslúkur er, og tí mugu hinir berjast so mikið meira fyri lívinum í fyrstu deild.

Um tað fer at eydnast er alt ov tíðliga at siga nakað um, og tað ber heldur ikki til at siga nakað út frá dystinum í vikuskiftinum. Til tað er munurin millum Kyndil og H71 ov stórur.

Vit kunnu til seinast leggja afturat, at H71 vóru skerdir til dystin sunnudagin, tí Halgir Dahl-Olesen var ikki við, og tað er hann, sum vanliga er størsti málslúkur hoyvíkinga.



Dysturin í tølum:

Kyndil: Janus Einar Sørensen 9, Bjarni Wardum 8 (2), Jakob Jónsson 5, Regin Petersen 3, Leivur Holm 3, Uni Wardum 1 (1), Niels Viggo Niclasen 1, Høgni Klein 1

H71: Annfinnur N. Debess 6 (1), Allan Mørkøre 4, Eyðun H. Højgaard 3, Jákup á Borg 3, Bárður Brimvík 3, Olaf Vestergaard 2 (1), Einar Brimnes 1, Rene Dahl-Olesen 1

Brotskøst:Kyndil 5, H71 7

Útvísingar: Kyndil 7, H71 7

Diskvalifikatiónir: H71 1

Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen