Sum kunnugt, so var altjóða dagur teirra brekaðu í gjár, fríggjadagin, og sum vera man, varð hetta markerað á ymsan hátt.
Ein partur av hesum varð, at MBF nýtti dagin sum eitt høvi til at lata Strandfaraskipum Landsins sína viðurkenning, fyri tað arbeiðið, sum stovnurin hevur gjørt, til tess at bøta um umstøðurnar hjá teimum brekaðu.
Hetta er aðru ferð, at MBF letur slíka viðurkenning. Fyrru ferð viðurkenningin varð latin, var tá Tórshavnar Býráð í 1995 opnaði Margarinfabrikkina, har eitt stórt arbeiði varð gjørt, til tess at atkomumøguleikarnir hjá teimum brekaðu vóru so góðir sum gjørligt.
Handanin fór fram umborð á Smyrli, og orsøkin til at viðurkenningin varð handað her, var at júst umborð á Smyrli hevur SL gjørt eitt munagott arbeiði í hesum sambandi.
Betraðar umstøður
Inni í cafeterianum á Smyrli eru tvey pláss gjørd, har rørslutarnað fólk í koyristóli kunnu sita. Plássini eru gjørt á tann hátt, at helmingurin av einum beinki er skorin burtur, og í staðin er rúm gjørt fyri stólinum, eins og tað er møguleiki fyri at spenna stólin fastan í gólvið, um so er at, at veðrið ikki er av tí besta, og skipið tískil rullar nakað illa.
Áður hava fólk í koyristóli verið noydd til at sitið við borðendan, og tískil sitið heldur tvørt fyri, tá fólk skulu framvið, eins og tey so at siga hava verið noydd at neyðhildið sær, um so var skipið rullaði.
Eisini eru umstøðurnar hjá rørslutarnaðum bøttar í aðrar mátar, við at hurðar eru víðkaðar, eins og WC er gjørt rúmligari.
Umframt ábøturnar á Smyrli, so vóru eisini aðrar grundgevingar fyri at handa SL hesa viðurkenning, segði Doris Hansen, sum vegna MBF bar fram eina røðu.
Á farmadeildini í Havn eru stórar ábøtur gjørdar, til tess at har skal verða meira atkomuvinarligt hjá rørslutarnaðum, og harafturat er nýggja sandoyarferjan teknað soleiðis, at stórur dentur er lagdur á somu viðurskifti. Doris fegnaðist serliga um, at tá sparingar skuldu gerast í.s.v. projekteringina av hesi ferju, megnaði leiðslan at fremja hesar sparingar, uttan at hetta gekk út yvir umstøðurnar hjá teimum brekaðu.
Hugburðsbroyting
Ein teirra, ið væntandi fer at gera nýtslu av hesum betraðu umstøðum, er Laila Solmunde, sum dagliga situr í rullistóli.
Eisini hon bar fram røðu, og varð hon sera takksom fyri, at tað var líkt til at ein hugburðsbroyting var farin fram hjá SL. MBF hevur ígjøgnum langa tíð gjørt vart við, hvørjar trupulleikar tey brekaðu hava umborð á strandfaraskipunum, men aloftast hevur umberingin verið, at hetta var ov kostnaðarmikið og at skipini vóru so gomul, og at tað tískil ikki bar til at betra um umstøðurnar.
Í hesum førinum hevur ein skipabólkur alla tíðina verið í samráð við SL, og í samstarvi teirra millum, hava partarnir so funnið fram til, hvussu tey á besta hátt kunnu bøta um ávís viðurskifti. Í hesum sambandi nevndi hon serliga Sørin Christiansen, sum hevur veirð við í skipabólkinum, og sum alla tíðina hevur verið sera treiskur, eins og hann áhaldandi arbeitt fyri at betra um møguleikar teirra brekaðu.
Gevur áræði
Stjórin á SL, Reidar Nónfjall, sum vegna stovnin tók ímóti gávu og heiðursbrævi, tóktist vera sera fegin um hesa viðurkenning, sum leiðsla og starvsfólk á stovninum nú hava fingið.
Hann helt hetta vera eitt stórt herðaklapp til øll tey, sum hava verið í hesum arbeiði. Harumframt metti stjórin eisini, at hetta var eitt sera gott dømi um, at slíkar ábøtur als ikki nýtast at kosta tær stóru peningaupphæddirnar, hóast júst kostnaðurin ofta verður nýtt sum umbering, fyri ikki at gera hesar ábøtur.
Eisini nýtti hann høvi til at skipabólkinum hjá MBF, við tað at hesi høvdu verið sera beinrakin í teirra arbeiði, við tað at tey høvdu víst á konkret dømi, har umstøðurnar kundu betrast, og segði hann hetta vera sera kærkomið, við tað at hetta lætti munandi um hjá stovninum, í teirra arbeiði at betra um umtøðurnar.
Reidar Nónfjall legði at enda afturat, at hann vónaði at viðurkenningin og arbeiði hjá SL kundu vera við til at skumpað undir aðrar stovnar, soleiðis at umstøðurnar hjá teimum brekaðu kunnu gerast alsamt betri.
Farmadeildin
Sum omanfyri nevnt, so hevði MBF eisini farmadeildina hjá SL í huga, tá viðurkenningin varð latin.
Heini á Borg, leiðari á farmadeildini hjá SL, greiddi okkum frá teimum ábøtum, sum her eru framdar.
Tað fyrsta, ein leggur til merkis, er at hurðarnar nú hava fingið eina fotocellu, soleiðis at tær fara upp av sær sjálvum, tá fólk nærkast. Harumframt eru gáttirnar gjørdar soleiðis, at tað er ómaksleyst hjá fólki í koyristóli at koma inn í avgreiðsluna.
Inni í sjálvari avgreiðsluni er eitt flutningsband sett upp, soleiðis at til ber at leggja pakkar á flutningsbandið, ístaðin fyri at skulu lyfta teir upp á diskin, og endiliga er ein partur av avgreiðsludiskinum soleiðis háttaður, at avgreiðslan fer fram í sitihædd, ístaðin fyri standihædd, soleiðis sum vanligt er. Óneyðugt skuldi verið at sagt, at hetta ger tað munandi lættari hjá fólki í koyristóli, við tað at hesi sleppa undan at skula toyggja seg upp, tá tey verða avgreidd.
Heini sigur, at tey í sambandi við broytingarnar á pakkadeildini í Havn settu ein arbeiðsbólk, har tosað varð aftur og fram um, hvørjar ábøtur kundu gerast, nú avgreiðslan skuldi broytast.
Ætlanin er so framyvir, at líknandi ábøtur skulu gerast á øllum farmadeildunum hjá SL, soleiðis at hetta arbeiði kann koma menningartarnaðum kring alt landið til góðar.