eisini til at taka hædd fyri konjukturbroytingum í samfelagnum. Fyri at eggja útbúnum føroyingum uttanlands at koma heim aftur, skal loftið á útgjaldinum úr barsilsskipanini, sum í dag er 25.000 kr, takast [...] fara úr 24 vikum upp í 52 vikur, og tað almenna skal standa fyri tí partinum, sum fer til lesandi foreldur. Eisini ynskir felagið, at broyta lógina, so útgjaldið verður roknað við støði í a-inntøkuni og e [...] fíggjarligar umstøður sum gera, at tey ikki koma heim aftur. Ella at pápar við einari høgari inntøku velja frá at fara í barnsburðafarloyvi. S & K felagið heitir á myndugleikarnar um at fremja hesar broytingar
men er uppvaksin í Brussel. Sum ungur var hann rokktónleikari og manageari fyri ungar rokkbólkar. Í dag hevur hann eina masters í Business Administration, arbeiðir á donsku sendistovuni í Brussel ígjøgnum [...] tónleikanøvn eru av einari dómsnevnd kókað niður í fýra bólkar, ið skulu luttaka á Atlantic Soundscapes í mai. Teir eru Orca, Budam, Gestir og Boys in a Band. Norðurlendskt er sterkt Christian kom í samband við [...] eisini onnur íslendsk list og bókmentir víst fram, og í mai mánaða eru Føroyar í sjóneykuni. Samstarv í allar ættir Christian kom á G! Festival í fjør, har hann fekk mest sum allan tann tónleikin pre
nakrar ferðir í Føroyum. Á G! Festival 2005 hevði hann tvær framførslur í Køstinum; listainnleggingini, ið Ole Wich og Tummas Jákup Thomsen gjørdu í einum gomlum, illa farnum virkishúsi í Gøtu. Nú kemur [...] fuglin, ið var útstillaður í Køstinum á G! 2005, og traditionellar, stoyptar klokkur. Útviklingin, ið Goodiepal hevur verið ígjøgnum seinastu tíggju árini, botnar í einari orsøk; í einum ævigum forvitni eftir [...] vegir í tónleikinum; at royna av og finna fram til teoriir um, hvussu tónleikur fer at ljóða í framtíðini. Hvønn veg fara vit? 14. og 15 mars frá kl. 10.00 til 18.00 verður verkstaður við Goodiepal í Nor
samlega. Í forholdunum eitt og tvey varð ákærdi eisini dømdur, og í forholdi fýra somuleiðis, tó at hann í hesum varð fríkendur í Føroya Rætti. Í fimta og seinasta forholdi varð ákærdi fríkendur í landsrættinum [...] kanningararbeiðið í hesum málinum. Eisini mamman at teimum báðum systkinabørnunum hjá forórættaða, og sum ákærdi sambært ákæruritinum eisini hevði gjørt seg inn á, vitnaði í rættinum. Í einari kenslubornari [...] reiðingini hjá ákæranum í málinum, Hannu Vang, og í ákæruritinum, sum somuleiðis varð lisið upp. Kompliserað Fyrsta vitni í málinum var mamma at forórættaða hálvbróðrinum. Hon hevði verið gift pápa at
KFUM og KFUK í Havn Mánadagin 28. apríl kl. 15.00 í KFUK: Seinnapartssamkoman við Sólbjørg Símunarson. Broyting í skránni. Týsdagin 29. apríl kl. 17.00 í KFUK: Várgleði fyri børn. kl. 19.30 í KFUM: Kristiliga [...] trúgv verdugt. Í sambandi við aðalfundin verður umrøða og orðaskirftið um hugburð og virðir í barna- og ungdómssendingunum í Kringvarpinum. Tað ber til at tekna seg sum lim á aðalfundinum. Í sambandi við [...] Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag
byggisamtyktin hjá kommununi í hvussu so er hava ásetingar fyri økið um millum annað: - Mest loyvdu hædd og vídd á húsum, og møguliga áseting um, at tað bert má verða bygt í einari hædd (her eigur serligt atlit [...] sethús, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, sum eisini umfatar Mykines. Í blaðnum í gjár greiddu vit frá ætlanini hjá Regini Joensen og øðrum, sum ætla at byggja frítíðaríbúðir í Mykinesi. Trupulleiki teirra [...] ongar ásetingar vóru um slík øki í hesi vestastu oyggj okkara. Hetta fingu tey eisini at vita í svari frá kommununi í fjør, men hetta fekk tey kortini ikki at falla í fátt, nú nýggjar leiðreglur eru komnar
hevur verið í Norðurlandahúsinum øll hesi 25 árini í tí inn- og útsúði, sum hevur verið í hesum listaliga torveyga. Norðurlandahúsið, sum sagt, vallar í býarmyndini í Havnini, og hevur hetta hús í 25 ár tikið [...] skúma, eitt endurskin av einari poetiskari gongd, sum er ljóð av einum inn- og útsúði í ár so mong. Norðurlandahúsið hevur staðið sína roynd hesi 25 árini í runi og brimi, í silvitni, í mjørkatámi, regni og [...] holur - skava og grava í torvuni og fara ongantíð at gloyma, tá ið tey áttu dagin og løtuna í hesari moldrúgvu. Við sínum smáu eygum og fittu hondum sluppu tey inn í hetta landið, inn í hendan ævintýraheim
Reyni, sum hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 22 ár, gav eina rundvísing av nýggja tilbygninginum, tá Sosialurin var og vitjaði fyri fáum døgum síðani. Tá vóru málarar í gongd í niðara partinum av bygninginum [...] bygninginum. Nýggju hølini – eitt stórt í neðra og trý smærri í erva – hava tikið skap. Heri av Reyni roknaði út, at nýggi bygningurin fer at geva 600 fermetrar av gólvplássi í tveimum hæddum, og hetta skal leggjast [...] afturat teimum verandi umleið 2000 fermetrunum. Í neðra verður ein 216 fermetra stór høll, sum hevur fingið navnið Skálin. Í Skálanum verða 270 sitipláss. Í erva er eitt størri fundarhøli, Norðurstova, á
hátíðarhaldi í morgun setti borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, fyrsta spakan í til nýggja skúla á Hamrinum á Argjum. Borgarstjórin segði í hesum sambandi, at býráðið hevði ivast leingi í, um rættast [...] Sunnasti parturin av byggingini verður í einari hædd. Her er ætlanin at fyrsti til triði flokkur skal halda til. Hesin partur verður eftir ætlan liðugur til komandi skúlaár. Í norðasta parti av skúlanum – móti [...] Skúlin verður skipaður í tríggjar undirvísingarpartar, soleiðis sum fólkaskúlalógin fyriskrivar. Hetta kemur eisini til sjóndar í byggingini, har undirvísingarpartarnir verða í hvør sínum bygningi, meðan
fimm ár farin í býin við pápunum í dag – í kjólum, frakkum, skjúrtum og onkur við bamsu undir arminum. Tey tykjast serstakliga væl nøgd at vera einsamøll við so nógvum glaðum vaksnum monnum í senn – heilt [...] koma í støður, har sinnið fer avstað við honum. - Ja, eg komi ikki longur í hasar býttur illstøðurnar, har alt fer upp í ein spíss, so eg eri avgjørt vorðin róligari, sigur hann. Smakk av himmiríki Í niðaru [...] meðan aðrir hava fleiri forhold í ryggsekkinum. Og so hvørt sum prátið gongur, gerst greitt, at nógvir hava ymiskt í felag, men tað hoyra vit um seinni. Eitt undurbarn Í øðrum horninum sita tveir kendir