Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Húsavørurin Heri av Reyni, sum hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 22 ár, gav eina rundvísing av nýggja tilbygninginum, tá Sosialurin var og vitjaði fyri fáum døgum síðani. Tá vóru málarar í gongd í niðara partinum av bygninginum. Nýggju hølini – eitt stórt í neðra og trý smærri í erva – hava tikið skap.
Heri av Reyni roknaði út, at nýggi bygningurin fer at geva 600 fermetrar av gólvplássi í tveimum hæddum, og hetta skal leggjast afturat teimum verandi umleið 2000 fermetrunum. Í neðra verður ein 216 fermetra stór høll, sum hevur fingið navnið Skálin. Í Skálanum verða 270 sitipláss. Í erva er eitt størri fundarhøli, Norðurstova, á 63 fermetrar, har verður pláss fyri 60-70 fólkum. Í erva eru eisini tvey smærri fundarhølir, Eysturstova og Vesturstova, á 12 fermetrar hvør. Í hesum partinum av húsinum fer at bera til at hava smærri fundir á ráðstevnum, ella halda smærri framløgur.
Fleiri hølir til ymisk tiltøk
Eitt vaksandi tal av ráðstevnum verða hildnar í Føroyum, og hetta setir størri krøv til hølisviðurskiftini. Sum skilst ætlar Norðurlandahúsið eisini at hava fleiri tiltøk fyri børnum og ungum í framtíðini, og ikki er óhugsandi, at nýggju hølini í erva kunnu brúkast til slík tiltøk.
- Dansistovan er eitt sindur broytt fyri at gera pláss fyri einari inngongd til salin í neðra, sigur Heri av Reyni.
Við móttøkuna er ein glasgongd til ovara partin. Frá hesari glasgongd er vakurt útsýni yvir steingólvið og kafeteria Borðkrók. Ein eyka inngongd er fyri teknikarar umframt ein rýmingarleið. Annars er bygningurin atskildur frá verandi húsi í erva, bert í neðra er hann samanbygdur ’handan kulissurnar’, so tað sæst ikki.
Tað er Pihl & Søn, sum er høvuðsentreprenørur, men harumframt eru undirveitarar Lemmart & Petersen og PFJ-el á Eiði. Alt í alt má sigast, at vakra Norðurlandahúsið er vorðið enn vakrari og meiri áhugavert við hesum nýggja tilbygninginum.
hilmar@sosialurin.fo
Stutt um tilgongdina
Á sumri 2006 vitjaði norski arkitekturin Ola Steen í Føroyum í samband við ætlanirnar um at byggja Norðurlandahúsið út. Hetta er sami arkitektur, sum í 1977 vann arkitektakappingina um Norðurlandahúsið saman við Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi. Eftir at avgerðin um at byggja út endaliga varð tikin á heystið í 2006, varð byrjað at grava á vári 2007. Og nú eitt ár seinni manglar lítið í at fáa bygningin lidnan.









