Neyðtók seks ára gamla hálvbróðurin

Átjan mánaðar fongsul var úrskurðurin hjá Eystara Landsrætti í gjár, tá rætturin viðgjørdi eitt mál um kynsligan ágang móti børnum. Serliga grovt metti rætturin eina fullførda neyðtøku av tí tá seks ára gamla hálvbróðuri hins ákærda

- Hetta er tað ringasta eg havi verið við til!

So dýran tók abbi til neyðtikna dreingin til, tá ákærurnar vórðu lisnar upp móti tí nú 20 ára gamla unglinginum, sum í einum tíðarskeiði frá 28. august 2002 fram til august 2005 var ákærdur fyri fimm misbrot móti børnum.

Sambært ákærunum hevði ungi drongurin í fleiri førum framt kynsligan ágang móti børnum heilt niður í fimm-seks ára aldur. Ákæruritið fevndi eisini um § 210, ið umrøður incest (kynslig samvera millum familjulimir), tí tann, ið varð oftast og grovast útsettur fyri áganginum, var yngri hálvbróður til hin ákærda.

Í øðrum lagi var hann ákærdur fyri kynsligan ágang móti tveimum systkinabørnum, einum 9-ára gomlum dreingi og einari 7-ára gamlari gentu.

Trý tey fyrstu forholdini umrøddu kynsligan ágang móti hálvbróðrinum, meðan forhold fýra og fimm vóru móti ávikavist 7-ára gomlu gentuni og 9-ára gamla dreinginum.

Í Føroya Rætti varð unglingin dømdur fyri trý tey fyrstu forholdini, men frífunnin í teimum seinastu tveimum. Av tí at hin ákærdi er so ungur, dømdi Føroya Rættur hann bert treytaðan dóm við royndartíð. Hetta var ákæruvaldið ikki nøgt við og skjeyt málið inn fyri hægri rætt. Og Eystari Landsrættur skuldi vísa seg ikki at vera so mildur.

 

Sálarliga plágað

Eftir at dómurin frá Føroya Rætti var lisin upp, var eisini ein sálarlig meting av børnunum, sum ein sálarfrøðingur hevði gjørt og skrivað, lisin upp. Út frá hesi frágreiðing framgekk týðiliga, at børnini vóru sálarliga illa fyri, og at hendingarnar høvdu sett djúp spor í teirra barnasinni.

Hálvbróðurin var tann, sum hevði fingið drúgvastu sálarligu hjálpina, fram til frágreiðingin varð gjørd í juli 2007, hevði hann fingið 17 viðgerðir, og hesar hildu fram eftir henda dag.

Hálvbróðurin var plágaður av bangilsi, hevði havt trupulleikar við svøvni, var ræddur fyri at møta hálvbróðrinum í býnum og hevði havt »flash-backs« av hendingunum.

Gentan hevði nógva skuldarkenslu og gav sær sjálvum skuldina fyri, at hon ikki megnaði at standa ímóti kynsliga áganginum, og ikki hevði klárað at vart seg sjálva nóg væl.

Bróður hennara var somuleiðis illa fyri av hendingini og bæði ræddust tey reaktiónina hjá tí ákærda.

Sjálvar vitnisfrágreiðingarnar hjá børnunum vóru tiknar upp á dvd og spældar av í rættarsalinum, men hetta fór fram fyri afturlætnum hurðum, og tí er ikki greitt fyri almenninginum, hvussu børnini hava upplivað hesar hendingarnar. Men smá brot komu tó fram í rættarfrágreiðingini hjá ákæranum í málinum, Hannu Vang, og í ákæruritinum, sum somuleiðis varð lisið upp.

 

Kompliserað

Fyrsta vitni í málinum var mamma at forórættaða hálvbróðrinum. Hon hevði verið gift pápa at ákærda, men hon var stungin av frá honum tá tað kom fram, at hann sjálvur hevði verið ónærisligur móti elstu gentuni, tey áttu saman. Hetta málið er nær tengt at sonevnda Jenis-málinum

Pápin at ákærda – og fyrrverandi maður hjá mammu drongsins og pápi – slapp bert at síggja ákærda 14. hvønn dag og bert við øðrum hjástaddum. Men sum tíðin leið, varð slakað á hesum øki. Mamman greiddi frá, at hon ongantíð hevði órað nakað ilt viðvíkjandi soni til mann sín.

Víðari greiddi mamman frá, at hon fyrstu ferð hoyrdi nakað grett um málið um Ólavsøkutíð 2006, eftir at hon var flutt frá manni sínum. Hon greiddi børnunum frá, at hon rýmdi frá pápa teirra, tí hann hevði gjørt nakað móti elstru systrini, sum mann ikki mátti gera móti børnum.

Sonurin svaraði, at hann væl visti, hvat tað var, tí hálvbróðurin hevði gjørt tað sama móti sær.

Stutt eftir hetta meldaði mamman sonin hjá manninum til løgregluna, og 23. august 2006 fór løgreglan alment undir kanningararbeiðið í hesum málinum.

Eisini mamman at teimum báðum systkinabørnunum hjá forórættaða, og sum ákærdi sambært ákæruritinum eisini hevði gjørt seg inn á, vitnaði í rættinum. Í einari kenslubornari vitnisfrágreiðing segði hon, at hon ongantíð hevði væntað nakað slíkt frá ákærda, og at hon hevði ógvuliga ilt við at trúgva, at nakað slíkt kundi verða farið fram.

Beinleiðis spurd av verjanum, Christiani Andreasen, viðgekk hon, at hon trúði, at málið kundi verið sett í gongd sum ein hevnisøka frá mammu hins forórættaða, fyri at hevna seg inn á fyrrverandi mannin, sum er bróður til mammu at systkinabørnunum.

Men eisini hon valdi at trúgva sínum egnu børnum, tá hon seinni spurdi tey um, hvat var hent. Somuleiðis segði hon, at hendingarnar hava ávirkað børnini ógvuliga nógv, og at tey framvegis ræðast ákærda.

 

Skaða pápan

Hin ákærdi var ikki til staðar í rættarhølunum. Tað er heldur ikki lógarkravt, sambært útsagnum frá verja eins væl og ákæra. Kortini tóktist júst hetta volda teimum trimum landsrættardómarunum trupulleikar, tí hóast rætturin skuldi setast klokkan níggju á morgni, so var klokkan útvið tíggju, áðrenn rættarfundurin endiliga byrjaði.

Av tí at ákærdi ikki var til staðar, kundi hann heldur ikki avhoyrast, og tí varð frágreiðing hansara í Føroya Rætti lisin upp.

Hann noktar seg sekan. Hann førdi í Føroya Rætti fram, at hann ikki skilir, hví yngri hálvbóðurin setti fram slíkar ákærur, og hann róði fram undir, at tað var mamman, ið hevði lagt hálvbróðrinum orð í munnin, fyri á tann hátt at hevna seg inn á pápan.

Hann greiddi somuleiðis frá, at hann var vitandi um, at pápin hevði havt ónærisligt kynsligt samband við elstu hálvsystur sína.

Eisini skuldsetingunum frá báðum systkinabørnunum vísti hann aftur. Hann segði seg ongantíð hava havt nakað serligt samband við systkinabørnini, hóast mamman at hesum vitnaði, at tey búðu í sama húsi í fleiri ár.

Eftir at vitnisfrágreiðingin hjá ákærda var lisin upp, var tíðin komin hjá ákæruvaldinum at lesa ákæruritið upp. Og ákærurnar vóru ikki fyri sart oyru, sum abbi hin órættaða mátti sanna undir rættarfrágreiðingini hjá Hannu Vang áðrenn dómurin varð sagdur.

 

Ræðuleikar móti børnum

Ákæruritið var í fimm »forholdum«. Tey trý fyrstu snúðu seg um misbrot móti hálvbróðrinum, hitt fjórða móti 7-ára gomlu gentuni og hitt fimta móti 9-ára gamla dreinginum.

Í forholdi eitt er verður sagt, at órættaði við tvingsli og harðskapi hevur verið noyddur at nøkta ákærda við at hesin helt fast í hondini á órættaða, meðan hann noyddi hann at halda um kynslim sín og nøkta sær sjálvum. Eftir hetta royndi ákærdi at nøkta hálvbróðrinum.

Í einum øðrum føri hevði órættaði verið noyddur at nøkta ákærda í eini spæliborg, sum órættaði hevði standandi inni í kamari sínum.

Í øðrum forholdi ljóðaði ákæran upp á oralsex. Hin ákærdi royndi við makt at fáa órættaða at nøkta sær við at taka sín kynslim í munnin. Tað vildi hin órættaði ikki so ákørdi trýsti á nakkan á honum høvdið niður móti kynslimi sínum. Tað er eitt sindur ógreitt, um hetta eydnaðist, so sum ákærdi ynskti.

Forhold trý var kortini tað nógv mest álvarsliga og ógvusliga av øllum ákærunum. Sambært vitnisfrágreiðingini frá órættaða hevði ákærdi biðið hann farið innar á WC at vaska sær, men tá órættaði fór, kom ákærdi aftaná og læsti hurðina. Síðani varð órættaði biðin um at lata seg úr klæðunum, og so framdi ákærdi fullbyrjaða neyðtøku móti órættaða. Hetta fór fram í baðikarinum, og aftaná vildi ákærdi hava órættaða at gera tað sama við seg. Hvussu hetta eydnaðist er somuleiðis eitt sindur óvist.

Forhold fýra snýr seg um eina ákæru um, at ákærdi við eina fermingarveitslu biður 7-ára gomlu gentuna koma innar í eitt kamar, har hann biður hana leggja seg á seingina. Síðani nemur hann við kynslutirnar hjá gentuni, antin uttaná trussunum ella innanfyri.

Seinasta ákæran, forhold fimm, snýr seg um, at ákærdi, meðan hann og órættaði spæla videospæl, setur hann á knæ sítt og heldur honum føstum við aðrari hondini, meðan hann følir innanvert í buksunum upp á 9-ára gamla dreingin.

 

Stríð um paragraffir

Ákærin, Hanna Vang, endaði sína rættarfrágreiðing við at krevja ikki minni enn 18 mánaðir treytaleysa fongsling, men helst áleið tvey ár. Samstundis kravdi hon 75.000 krónur í endurgjaldi til hálvbróðurin og tað, sum var vanligt í slíkum málum til bæði systkinabørnini – uttan at nevna nakra ávísa upphædd.

Verjin, Christian Andreasen, undraðist á, at ákæruvaldið nú kravdi hálvtannað til tvey ára treytaleysa fongsulsrevsins, tá kravið í Føroya Rætti var eitt ára treytaða revsing.

Hann førdi somuleiðis fram, at ákærdi í aðrar mátar hevði uppført seg fyrimyndarliga, og vísti á, at hóast truplan uppvøkstur, hevði ákærdi altíð verið væluppdrigin.

Eisini segði Christian Andreasen, at málið í nógvar mátar var serligt, tí líknandi ákærur høvdu verið førdar fram móti pápa ákærda, og havandi í huga, hvussu lætt ávirkilig børn eru, kundi júst hetta hava ávirkað órættaða hálvbróðurin.

Somuleiðis metti verjin ikki at § 216, sum snýr seg um tvang og harðskap, kundi nýtast í nevndu førum. Hann endaði tí við at mæla til frídøming ella í øðrum lagi staðfesting av dóminum í Føroya Rætti.

Ákærin, Hanna Vang, hevði annars lagt dent á, at dømt varð eftir §216 um harðskap og tvang, men tá teir tríggir landsrættardómararnir bóðu hana grundgeva nærri fyri at nýta hesa paragraf í tveimum av forholdunum, gav tað ábending um, at teir neyvan vóru nøgdir og ætlaðu at nýta hesa paragraf í nevndu forholdum.

Tá dómurin so fall, var tað forhold trý, sum snúði seg um fullbyrjaða neyðtøku, ið dómararnir løgdu størstan dent á. Her varð ákærdi dømdur eftir §§ 210 (incest), 225 og 222, sum snúgva seg um »anden kønslig omgang end samleje«. Neyðtøkan móti hálvbróðrinum var ikki mett sum samlega.

Í forholdunum eitt og tvey varð ákærdi eisini dømdur, og í forholdi fýra somuleiðis, tó at hann í hesum varð fríkendur í Føroya Rætti.

Í fimta og seinasta forholdi varð ákærdi fríkendur í landsrættinum, eins og hann var í Føroya Rætti.

Dómurin ljóðaði upp á hálvtannað árs fongsul, treytað, við einari royndartíð upp á tvey ár, umframt sexologiska viðgerð undir kriminalforsorgini.

Hóast dómurin sostatt ikki gjørdist treytaleysur – orsakað av unga aldrinum hjá ákærda – var ákærin væl nøgdur.

- Hetta er ein strangur dómur, og hóast vit høvdu kravt treytaleysa fongsulsrevsing, so er hetta helst tað besta, vit kundu vóna, segði hon við familjurnar hjá órættaðu børnunum eftir dómin.

Ákærdi varð dømdur at rinda hálvbróðrinum 30.000 krónur í endurgjaldi, meðan dómararnir ikki mettu, at systkinabørnini bæði høvdu krav upp á endurgjald.